mánadagur 20. februar 2006síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 36 - 20. februar 2006
31
UTTAN ÚR HEIMI
Bretski søgumaðurin
David Irving heldur
uppá, at týskararnir
beindu ikki fyri jød-
um ella øðrum undir
seinna heimsbardaga.
Tað kann kosta hon-
um drúgva fongsuls-
revsing
RÆTTARMÁL
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Tann 67 ára gamli David
Irving hevur sitið í varð-
haldi í Eysturríki síðani 11.
november í fjør, tá eystur-
ríkska løgreglan tók hann.
Ákæruvaldið í Wien hev-
ur ákært bretska søgu-
mannin í sambandi við
tveir fyrilestrar, sum hann
helt í Eysturríki fyri seytjan
árum síðani. Tá segði hann
millum annað, at tað vóru
eingi gasskømur í Ausch-
witz undir seinna heims-
bardaga. Tað er brot á eyst-
urríkska lóg, tí sambært
henni er tað bannað av av-
nokta, at nazistarnir framdu
fólkamorð. Verður David
Irving dømdur sekur, kann
hann fáa upp í tíggju ára
fongsul.
Rysturríksku fjølmiðlar-
nir hava heft seg við, at
bretski søgumaðurin var á
veg á eina veitslu hjá tí sera
høgrasinnaða studentafel-
agsskapinum Olympia í
Wien, tá hann bleiv tikin.
Søgupsofessarin
Fritz
Plasser sigur við DPA, at
rættarmálið ímóti David
Irving hevur stóran týdning
í Eysturríki, sum roynir at
sannføra Vesturheimin um,
at landið er fullkomoliga
broytt síðani nazitíðina.
Danmark og Noreg
skrivaðu í gjár undir
semju um markið
millum Grønland og
Svalbard
MARK
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Tað vóru teir báðir uttan-
ríkisráðharrarnir, Per Stig
Møller og Jonas Gahr
Støre, sum skrivaðu undir
semjuna í Keypmannahavn.
Semjan umfatar eitt land-
grunna- og havøki, sum er
150.000 ferkilometrar til
støddar,
sum
partarnir
samdust um at býta sína-
millum eftir miðlinjuni.
Sambært Aftenposten hava
samráðingarnar gingið sera
væl. Soleiðis hevur tað ikki
verið altíð, tá danir og
norðmenn hava tingast um
yvirvaldsrætt og mark. Í
1933 vann Danmark stríðið
við Noreg um yvirvalds-
rættin í Grønlandi, men í
1993 helt altjóða dómstól-
urin við Noregi, tá londini
stríddust um leiðina millum
Grønland og Jan Mayen.
Hjá norðmonnum er tann
stóri
spurningurin,
um
semjan við danir kann fáa
ávirkan á spurningin um,
hvussu Barentshavið skal
býtast ímillum Noreg og
Russland, sjálvt um munur
er á hesum báðum málu-
num. Í síðstu viku var
norski uttanríkisráðharrin í
Moskva, og í hesari vikuni
er eitt umboð fyri uttanrík-
isráðið har og tosar við
russar. Tosar er tað rætta
orðið, tí sambært norskum
fjølmiðlum er ikki talan um
veruligar samráðingar.
Amerikanskir hermenn hjálpa myndugleikunum í Filipsoyggjunum at leita eftir fólki í bygdini Guinsaugon, sum hvarv undir
einari skriðu í vikuskiftinum. Umleið 1.800 fólk búðu í bygdini, og vónirnar um at finna nakran á lívi eru smáar
Bygdin hvarv undir skriðuni
Søgumaður kann fáa 10 árafongsul
Mark sett millum Grønland og Svalbard
Uppreistrarmenn í Nig-
eria hótta nú við at skjóta
eftir útlendskum tanga-
skipum, sum koma til
Nigeria eftir olju, skrivar
AP.
- Vit ætla at søkja at
skipunum við rakettum,
sigur Efie Alari, sum er
talsmaður hjá uppreistr-
armonnunum. Hann sig-
ur, at málið hjá uppreistr-
armonnunum er at geva
tí nigeriska fólkinum
størri ágóða av oljuinn-
tøkunum, tí sum er fáa
summi nógv meiri enn
onnur. Sambært AP hev-
ur hóttanin um at søkja at
tangaskipum havt við
sær, at oljuútflutningurin
hjá Nigeria er minkaður
umleið 20 prosent, og
fleiri bera ótta fyri, at tað
fer at ávirka oljuprísin.
Uppreistrarmenninir
hava fleiri ferðir rænt og
burturflutt fólk, sum ar-
beiða í oljuvinnuni. Her-
fyri vórðu níggju útlend-
ingar, sum arbeiddu í
oljuvinnuni, burturfluttir.
Kunnu søkja at
tangaskipum
Ein tekning av svenska
forsætisráðharranum,
Göran Persson, hevur
elvt til nógv orðaskifti í
Svøríki. Á tekningin er
forsætisráðharrin
av-
myndaður við brókunum
niðri á knøunum, sam-
stundis sum hann er
bendur inn yvir eitt borð
í einari støðu, sum sam-
bært blaðnum Expressen
minnir um eina sam-
kynda samlegu.
Gunder Norell, sum
hevur teknað myndina,
sigur við blaðið, at tað er
upp til hvønn einstakan
at ímynda sær, hvør er á
myndini, men kortini er
eingin ivi um, at tann
brókaleysi maðurin er
Göran Persson. Undir
aðrari liðini stendur kona
hansara, Anitra Steen, og
aftan fyri forsætisráð-
harran standa millum
annað George Bush, for-
seti, og Bosse Ringholm,
eins og standa teir í bíði-
røð, skrivar Expressen.
Hvørki Götan Persson
ella kona hansara vilja
gera viðmerkingar til
tekningina, sum varð
sýnd fram á einari fram-
sýning. Sjálvur ásannar
Gunder Norell, at hann
kanska er farin um mark,
men hann heldur uppá, at
ætlan hansara var ikki at
niðra
nakran
ávísan
persón.
Persson brókaleysur
Í Danmark hava veljara-
kanningar víst, at Danski
Fólkaflokkurin
hevur
fingið nógv burtur úr
stríðnum um tekningar-
nar av Muhammed pro-
feti. Var val í dag, hevði
flokkurin fingið so nógv
umboð á ting, at hann
hevði kunnað skipað
stjórn saman við Vinstra.
Nú vísir ein kanning,
at tekningarnar hava eis-
ini ávirkað norðmenn, og
at har hevði Framburðs-
flokkurin
fingið
eitt
rimmar úrslit, hevði stór-
tingsval verið nú. Eftir
kanningini hevði flokk-
urin fingið 31 prosent av
atkvøðunum, sum er 5,9
prosentstig meiri enn á
valinum í fjør. Tað hevði
gjørt hann hálva triðju
ferðir størri enn tann
gamla borgarliga leiðara-
flokkin Høgra, og tað er
eisini
haðani,
fram-
gongdin hjá Framburðs-
flokkinum kemur.
Siv Jensen, næstfor-
maður í Framburðsflokk-
inum, heldur ikki, at tað
eru tekningarnar av Mu-
hammed profeti, sum
hava givið flokkinum so
nógvar atkvøður afturat,
men heldur tann miðvísi
politikkurin, sum flokk-
urin hevur rikið í mong
ár. Teir politisku eygleið-
ararnir eru ikki samdir
við.
Tekningarnar geva úrslit
Seinasta fríggjadag tók løg-
reglan í amerikanska stati-
num New Mexico brøður-
nar Geoffrey og Gregory
Rose, sum myndugleikarnir
hava leitað eftir síðani
1991.
Teir báðir vórðu skuld-
settir fyri rúsevnahandil í
statinum Kansas fyri 15 ár-
um síðani, men ikki fyrr
enn nú koma teir fyri rætt-
in. Tá løgreglan rannsakaði
hús teirra í Kansas í 1991,
funnu
løgreglumenninir
fleiri vápn og eina rúgvu av
spreingievni,
og
hildið
verður, at brøðurnir mundu
vera ímillum teir størstu
rúsevnahandilsmenninar
har tá.
Bæði løgreglan og FBI
hava sóknast eftir brøðru-
num síðani, men ikki fyrr
enn fríggjadagin vórðu teir
funnir. Løgreglan veit ikki,
hvussu leingi teir hava ver-
ið í New Mexico, ella hvar
teir hava verið øll hesi ár-
ini. Í dag eru Groffrey og
Gregory Rose ávikavist 62
og 50 ára gamlir.
Tiknir 15 ár seinni