Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-20, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. februar 2006síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 36 - 20. februar 2006 Avloysari til Dagrøktarskipanina í Gøtu kommunu Dagrøktin í Gøtu kommunu søkir eftir avloysara at ansa børnum, at byrja beinanvegin ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er fyri føstum starvi. Í Dagrøktarskipanini í Gøtu eru umleið 25 børn, sum øll eru undir 3 ár. Dagrøktararnir eru í løtuni 5 í tali. Dagrøktarskipanin hevur spælistovu, har dagrøktararnir savnast saman við børnunum 1 ferð um vikuna. Vit ynskja at tú: • hevur góðar og tryggar umstøður at hava børn, • kanst arbeiða sjálvstøðugt, • hevur hug at ansa børnum í heimi tínum. Arbeiðstíðin er millum kl. 7.30 og 17.15. Lønin og setanartreytir eru sambært sáttmála millum FA og FKA. Nærri fæst at vita við at ringja á telefon 441832 ella 215012, og tosa við Elin Mikkelsen, dagrøktarleiðara. Vinarliga send umsóknina til Gøtu Kommunu, stílað »Avloysari til Dagrøktina«, so hon er kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 6. mars 2006. Ársaðalfundur í Eysturoyar Tjoðveldisfelag Ársaðalfundurin hjá Eysturoyar Tjóðveldisfelag verður týskvøldið 28. februar 2006 kl. 19.30 á Statoilstøðini í Leirvík. Skrá sambært lógum felagsins. Eysturoyar Tjóðveldisfelag Søkt verður eftir heilsu-/heimahjálpara at arbeiða í Kvívíkar/-og Vestmanna kommunu at byrja 1. apríl 2006 ella skjótast til ber at arbeiða í blandaðum dag- og kvøldvaktum við starvsbrøki 20 tímar um vikuna. Somuleiðis verður søkt eftir heilsu-/heimahjálpara at arbeiða sum avloysara í Kvívíkar/ og Vestmanna Kommunu at byrja skjótast til ber. Vit kunna bjóða eitt spennandi starv í eini skipan, ið er í støðugari menning. Eitt starv, har tú bæði fer at virka í tøttum samstarvi við onnur og skal kunna arbeiða sjálvstøðugt. Uppgávur tínar verða, umframt at veita handaliga hjálp, eisini at veita hjálp til persónliga røkt til heimabúgvandi pensjonistar. Fyrimunur er, um tú hevur prógv sum heilsuhjálpari ella hevur royndir innan eldrarøkt. Vit vænta av tær, at tú bæði hevur góð samstarvs- evnir og hevur áræði at arbeiða sjálvstøðugt. Eru spurningar viðvíkjandi størvunum, eru tygum vælkomin at seta tygum í samband við Kristbjørg Toftegaard, varaleiðara, á tlf. 422570. Setanar- og Lønarviðurskifti: Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Heilsuhjálparafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið. Setanarøkið fevnir um Heimarøktina og Ser- forsorgina við setanarstað í Heimarøktini. Tæn- astustaðurin fyribils er Heimarøktin Vágoy/ Norðstreymoy. Umsóknir: Umsókn við møguligum prógvum og viðmælum/ arbeiðsváttanum verður at senda til: Umsóknarfreistin er 6. mars 2006 Heimarøktin Vágoy/Norðstreym Økisskrivsstovan Fo 370 Miðvágur Att: Sonja Klein, økisleiðari Heimarøktin og Serforsorgin Heimarøktin Heimarøktin Vágoy/Norðstreymoy Heilsuhjálparar Farmaleiðir til sølu Talan er um virksemi í sambandi við landvegis farmaflutning við tilhoyrandi starvsfólkum, akførum, verkstað, amboðum, goymslu v.m. Útbjóðingartilfar við sølutreytum og nærri upplýsingum um virkið, fæst frá undirritaðu móti rindan av depositum stórt kr. 5.000,- Viðmerkjast skal at tilboð skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi tann 10. mars 2006 kl. 16.00. Nærri fæst annars at vita við at venda sær til Annfinn V. Hansen annfinn@advokat.fo ella Djóna Thomassen, djoni@advokat.fo Advokatfirma Annfinn V. Hansen Bryggjubakki 22, Box 106 FO-110 Tórshavn · Tlf. 359595 · fax 359596 t-postur: advokat@advokat.fo Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 4181 Navn: Sp/f 10/2-2006 Adressa: c/o Eddie Hjartvar Joensen 410 Kollafjørður Kommuna: Tórshavnar Stovningardato: 16-02-2006 Viðtøkudato: 16-02-2006 Stovnarar: Eddie Hjartvar Joensen, 410 Kollafjørður Stjórn: Eddie Hjartvar Joensen, 410 Kollafjørður, (stjóri) Grannskoðari: Sp/f Grannskoðaravirkið Hermund Jacobsen,skrás.grannsk, J. Broncksgøta 16, Box 16, 110 Tórshavn Partapeningur: kr. 80.000,00 Inngjaldingarháttur: Kr. 80.000,00 í ørðum virðum til kurs 100. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av einum stjóra. Endamál: Endamál felagsins er at reka landbúnað og veiðu, virksemi, sum knýtir seg til raksturin av festi og annað virksemi í hesum sambandi, keyp og sølu, grevsturarbeiði umframt aðra tænastuvinnu. Roknskaparár: 01.01 - 31.12 Fyrsta roknskaparár: 16.02.2006 - 31.12.2006 Skráseting Føroya tann 17. februar 2006 Fráboðan um umhvørvis- góðkenning Við hesum verður gjørt kunnugt, at Heilsu- frøðiliga starvsstovan tann 17. februar 2006, við heimild í grein 26 í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd og kunngerð nr. 54 frá 3. mai 1994 grein 1, stk. 4, hevur góðkent: Alistøðina í Nesvík hjá P/F Fiskaaling Góðkenningin liggur alment frammi á Heilsufrøðiligu starvs- stovuni. Avgerðin kann kærast til lands- stýrismannin í um- h v ø r v i s m á l u m . Møgulig kæra skal sendast Heilsufrøði- ligu starvsstovuni, Falkavegur 6, 2. hædd, FO-100 Tórshavn, í sein- asta lagi fýra vikur frá dags dato. Góðkenningin kann somuleiðis síggjast á heimasíðuni hjá Heilsu- frøðiligu starvsstovuni, www.hfs.fo Heilsufrøðiliga starvsstovan www.sosialurin.fo