týsdagur 21. februar 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 37 - 21. februar 2006
5
– Hetta minnir meira
um provinsbýir enn
um stórbýir, tí tað er
ofta í provinsbýum,
man hevur handils
miðstøðir og stórar
svimihallir, sigur
Firouz Gaini,
mannfrøðingur, ið
saknar mentanarlig
tilboð sum gallarí,
tónleikahús og caféir
við Stórustjørn.
Av tí sama væntar
hann ikki, at tað fer
at vera so lætt, at
draga útisetar sum
hava lisið uttanlands
hendanvegin við
einum slíkum tilboði.
Harafturat væntar
hann, at tað kann
fara at verða eitt
sera einsháttað slag
av fólki, sum fara
at búgva uppi við
Stórustjørn, um bert
ítróttartilboð fara at
verða har á staðnum,
og mælir til ikki at
gloyma miðbýin í
Havn
STÓRATJØRN
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Firouz Gaini er mannfrøð
ingur ella antropologur, hev
ur granskað í býarmentan
og hevur skrivað bókina
Urbscriptum, har hann m.a.
samanber Havnina við aðrar
býir.
Hann heldur verkætlanina
hjá P/f Jákup á Dul vera
spennandi, men hann legg
ur stóran dent á, at tað er
týdningarmikið at fáa eitt
kjak um hetta mál, áðrenn
tað er ov seint.
– Tað var øgiliga skjótt, at
politikarar og onnur søgdu,
at hatta var eitt fantastiskt
projekt, men tað er eitt sindur
undarligt, at øll kunnu verða
samd um hatta so skjótt,
sigur Firouz Gaini, ið sær
ein vansa í at flyta so nógv
virksemi og funktiónir út um
miðbýin í Havn. Hann spyr,
um vit veruliga eru áhugað í,
at færri og færri fara at búgva
í miðbýnum, og at úrslitið av
hesum verður, at har verður
deydligt og keðiligt.
– Gongur tú ein túr gjøg
num miðbýin ein leygardag
fyrrapart, sært tú fá fólk og
kanska bara ferðafólk ella
heimleys, tí fólk keypir inn
aðrastaðni, og børn búgva og
ganga í skúla aðrastaðni, og
tað er spell. Men hetta er ein
politiskur spurningur, sigur
Firouz Gaini, sum heldur, at
bústaðarmynstrið broytist á
ein hátt, at færri og færri
koma at búgva í miðbýnum,
og møguliga fara almennir
stovnar eisini at flyta úr mið
býnum.
Hann viðgongur, at møgu
liga fer ein verkætlan sum
Stóratjørn at føra við sær,
at húsaprísirnir í miðbýnum
fara at lækka, so fleiri fólk
fáa møguleika at búgva har,
men nýggjar ætlanir eiga at
taka fyrilit fyri miðbýnum.
– Stóratjørn liggur langt
burtur frá miðbýnum, og
fólk noyðast at brúka bil,
um tey skulu hagar, og tí
verður hon ikki integrerað
við restini av býnum, sigur
Firouz Gaini.
Samdur við Elini
Heinesen
Hann er samdur við nógvum
av tí, sum Elin Heinesen
førdi fram í lesarabrævi í
gjár, har hon ávaraði ímóti
vansunum við háhúsum,
ið sambært henni kunnu
føra til fremmandagering,
sosiala avbyrging og skapa
mistrivnað, sum stendst av
tí vánaligu sameiningini av
háhúsum og vindi.
Firouz Gaini sigur, at
hóast hesi húsini kunnu
tykjast bergtakandi, og at
ítróttarøkini hvørki eru ring
at fáa fyri Havnina ella vóru
at síggja í teimum gomlu
“trabantbýunum”, sum hann
kallar býir við háhúsum,
so himprast hann ikki við
at kalla hesi háhúsini sum
tey við Stórustjørn litleys,
keðilig og klinisk. Av tí at
stílurin er tann sami, sum
til ber at finna í so nógvum
øðrum býum, so verður tað
staðarleyst, og Firouz Gaini
spyr, um tað er hetta vit
vilja, og um vit ikki eisini
vilja síggja okkurt føroyskt
í hesi bygging.
– Hetta er kanska meira
hugtakandi á tekniborðinum
enn í veruleikanum.
– Tórshavnar býráð hevur
havt langtíðarætlanir fyri
býin 5-10 ár fram í tíðina.
Tí undrar tað meg, at ongar
viðmerkingar eru. Men
kanska hetta tilboðið er so
stórt og flott og gott, at man
ikki kann siga nei til hetta.
Men spurningurin er so, um
ein og hvør byggimatadorur
kann koma og byggja tað,
hann vil, sigur Firouz Gaini,
ið er samdur við Elini
Heinesen í, at eitt breitt kjak
er alneyðugt um hetta málið,
so vit ikki gera somu mistøk
onnur.
Trupulleikarnir í
Nuuk politiskt skaptir
– Søguliga er Havnin ein
heilt annar býur enn Nuuk
og Ishøj, men í framtíðini
kunnu vit koma at líkjast.
Tað var einki í grønlendskari
mentan, sum segði, at man
skuldi byggja upp á tann
mátan, man hevur gjørt
har, sigur Firouz Gaini, og
vísir á, at hetta eru úrslit av
politiskum avgerðum.
– Havnin hevur ótrúligar
møguleikar, og bæði føroy
ingum og útlendingum dám
ar at ferðast her, men um
man vil útbyggja býin við
pakkaloysnum aðrastaðni
frá, er vandi á ferð. Um man
hugsar um globalisering og
kapping við aðrar býir, so
má mugu vit eisini hugsa
um søguna, og eingin tímir
at koma her, um alt er líka
sum aðrastaðni, ávarar
Firouz Gaini, ið ikki sigur
seg trúgva upp á, at vit
kunnu kappast við eitt nú
Ísland á hesum økinum, og
at vit tí eiga at brúka okkara
sokallaðu “nisjur”.
Hann leggur tó dent á, at
hann ikki sigur, at Havnin
skal aftur í miðøldina og at
neyðugt er at modernisera,
men at vit eiga at kjakast um
hetta og planleggja gjølla,
so høvuðsstaðurin ikki fer
at líkjast pakkaloysnum,
ið eins væl kundu ligið í
Riga ella Tallinn, sum hann
málber seg.
Ikki serføroyskt
at byggja stórt
Firouz Gaini heldur, at sum
so er einki galið í at byggja
høgt, at vit saktans kundu
bygt hægri í støðum, enn
vit hava gjørt. Eitt nú fýlist
hann á, at spjaðingin í Havn
er so stór, og metir, at vit
høvdu kunnað sloppið undan
hesum, um vit høvdu havt
bygt tættari, fleiri íbúðir og
møguliga í trimum hæddum
í støðum.
– Á bygd fyrr var tætt
bygt, og tí er tað ikki nakað
serføroyskt at hava stór
hús og stóran hava, sigur
Firouz Gaini og vísir á, at
tættari bygging eisini hevði
verið gott fyri handilslívið
í Havn.
Firouz Gaini nevnir Øre
stad í Keypmannahavn sum
dømi um ein býarpart, ið
fólk hava bygt av sínum
eintingum og hevur kostað
ófatiligar upphæddir, sum
hann hann tekur til, men
har nógvir trupulleikar hava
verið. T.d. er umhvørvið við
beinkirnar undir teimum
høgu húsunum sera kalt
og tey stóru opnu plássini
tykjast sera tómlig.
– Menniskjuni mugu tak
ast við í slíkar ætlanir, sigur
Firouz Gaini.
Lokkar ikki lesandi
føroyingar
– Tað kann vera, at Stóratjørn
hóskar til hugskot og virði
hjá Jákupi á Dul, men tað
eru ikki øll, sum eru áhugað
í fitness-miðstøðum, og tí
má slík bygging hóska til
øll. Tess meira verkætlanin
leggur upp til ein serligan
lívsstíl og gerandisdag, tess
størri er vandin fyri, at ein
homogenur bólkur kemur at
búgva har.
Firous Gaini heldur nevni
liga, at av tí at tilboðini á
Stórutjørn koma at verða
avmarkað, soleiðis sum upp
skotið er lagt fram, kemur
hetta at síggjast aftur í ætlan
ini.
– Hetta minnir meira um
jarnprovinsbýir ella for
staðir enn um stórbýir, tí
tað er ofta í provinsbýum
man hevur handilsmiðstøðir
og stórar svimihallir, sigur
Firouz Gaini, ið saknar ment
anarlig tilboð sum gallarí,
tónleikahús og caféir við
Stórutjørn. Av tí sama væntar
hann ikki, at tað fer at vera
so lætt, at draga útisetar
sum hava lisið uttanlands
hendanvegin við einum
slíkum tilboði, tí um tey
vilja búgva í einum stórbýi,
koma tey helst ikki aftur til
Føroyar kortini. Hinvegin
kann eitt slíkt tilboð kanska
fáa vinnulívsfólk og onnur
hendanvegin, ið dámar ein
lívsstíl, sum kann praktiser
ast við Stórutjørn.
Ósamdur við Hans
Paula Strøm
Firouz Gaini er ikki samdur
við tí, sum Hans Pauli Strøm,
landsstýrismaður, førdi fram
í Útvarpinum í gjár, har
hann segði seg ikki óttast
fyri ghettoum í Føroyum,
av tí at hálønt og láglønt
búgva í somu grannaløgum
í Føroyum.
– Trupulleikin við tí, sum
Hans Pauli Strøm sigur er,
at tað passar nøkurlunda
væl í dag og rættiliga væl
við støðuna fyri 30-40
árum síðani, men eg haldi
ikki, at hansara argument
eru nóg sterk, tí tað, at
vit eru ein familja, eru vit
kanska við at fara burtur
frá í modernitetinum. Tí tað
er ikki nakað garanti fyri,
at vit eisini fara at búgva
soleiðis í framtíðini, sigur
Firouz Gaini, ið metir, at
hetta kanska kundi bent
á, at Hans Pauli Strøm og
aðrir politikarar hava ov lítið
samband við “terrænið” hjá
sínum veljarum, sum hann
tekur til.
Firouz Gaini metir nevni
liga, at segragation ella sund
urskiljing millum stættir
kann koma fyri í Føroyum,
og at tað er væl hugsandi,
at vit kunnu fáa býlingar,
har fólk við antin høgari
ella lágari inntøku koma at
búgva.
– Sjálvandi kunnu øll ikki
búgva í miðbýnum í Havn,
men ressourcir ella tilfeingi
og fokus kunnu verða flutt
úr miðbýnum, um t.d. Stóra
tjørn verður staðið, har tey
sum eru best fyri, koma at
búgva og um har er mest
modernað.
– Tann myndin, at vit ikki
eru uppbýtt í stættir, er ein
vøkur mynd, men hon passar
ikki altíð so væl við tann
sosiala veruleikan. Serliga
í Havn, higar fólk úr øllum
samfelagnum flyta, sigur
Firouz Gaini.
Hann heldur tað vera ein
fong fyri Havnina at fáa
eitt so stórt ítróttarøki við
hentleikum og møguleikum,
ið føroyingar ikki hava havt
áður, men sigur ferð eftir
ferð í samrøðuni, at tað er
týdningarmikið við kjaki og
politiskum, sosiologiskum og
mentanarligum kanningum.
Og so mugu vit heldur ikki
gloyma at kanna, hvussu
verður og vindur koma at
ávirka eina slíka byggiætlan,
leggur hann afturat.
Firouz Gaini heldur annars,
at P/f Jákup á Dul hevur tim
að hesa verkætlanina sera
væl.
– Nú fáa vit nevniliga
eina loysn upp á part av
íbúðaspurninginum, og øll
tosa um globaliseringina.
Og hetta kemur akkurát
fram nú, vit eru á veg fram í
globaliseringini. Hetta hevur
rakt øgiliga væl, men enn er
stutt síðani, hetta kom fram,
og Jákup á Dul er sjálvur eitt
dømi uppá, at vit kunnu tað
sama, sum íslendigar kunnu,
sigur Firouz Gaini.
Hann leggur dent á, at
einki galið er í tí, at tað
privata vinnulívið setur slík
ar verkætlanir í gongd.
– Men um vinnulívið og
tann politiska elitan syngja
í kór, er týdningarmikið,
at vit eru kritisk og hyggja
eftir argumentunum, sigur
Firouz Gaini, sum staðiliga
mælir til fleiri kanningar av
Stórutjørn.
Stóratjørn:
Minnir meira um ein
provinsbý enn stórbý
– Søguliga er Havnin ein heilt annar býur enn Nuuk og Ishøj,
men í framtíðini kunnu vit koma at líkjast. Tað var einki í
grønlendskari mentan, sum segði, at man skuldi byggja upp á
tann mátan, man hevur gjørt har, sigur Firouz Gaini