týsdagur 21. februar 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 37 - 21. februar 2006
Hugsanardagurin,
sum er 22. februar,
halda skótar um
allan heim
SKÓTAR
Hugsskotið til hugsanar
dagin kom í 1926 á
fjórðu heimsráðstevnuni
hjá WAGGGS, (World
Association of Girl Guides
and Girl Scouts), sum varð
hildin í USA. Ráðstevnan
avgjørdi, at hetta skuldi
vera ein serligur dagur,
har gentuskótar um allan
heimin hugsa um hvørja
aðra. Ráðstevnan avgjørdi
eisini, at dagurin skuldi
vera 22. februar, tí hetta
var føðingardagurin hjá
Lord Baden-Powell, stovn
aranum av skótarørsluni og
konu hansara Olave, sum
tá var leiðari fyri Heims
skótafelagsskapin.
Síðan hevur dagurin verið
hildin um allan heimin sum
ein altjóða skótadagur. Á
enskum verður dagurin
nevndur World Thinking
Day ella World Friendship
day, tí á hesum degi hugsa
vit um skótavinir okkara
kring allan heimin.
Tveir heimsfelagsskapir
eru: WAGGGS, sum er
ein gentufelagsskapur og
WOSM (World Organiza
tion of the Scout Move
ment), sum er ein blandaður
felagsskapur. Knappliga
40 milliónir skótar eru um
allan heimin.
Í Føroyum verður hugs
anardagurin hildin við
skótaguðstænastum og
skótasamkomun kring land
ið. Talvan gongur í øllum
kirkjunum fyri Skótahjálp
ina.
Guðstænastur vera á hes
um støðum mikukvøldið
22. febr.
kl. 19.00: í Havnar
kirkju, í Dals kirkju, í
Fuglafjarðar kirkju og í
Cristianskirkjuni.
kl. 19.30: í Húsa kirkju
og
kl. 18.30: í Kvívíkar
kirkju
Øll eru hjartaliga væl
komin til guðstænastuna,
sigur Føroya Skótaráð.
Mikudagin er
hugsanardagur skótanna
Partaeigarametan
á skránni
– Hvussu stimbra vit
um partaeigarament
anina í Føroyum? Hetta
spyr Fólkaflokkurin í
Suðurstreymoy, sum
mikudagin 22. februar
kl. 19.30 skipar fyri
almennum kjakfundi
í Miðlahúsinum í
Vágsbotni um evnið
KJAKFUNDUR
Í Føroyum er ikki vanligt,
at Palleba keypir og selir
partabrøv, men tað er van
ligari í teimum londum, vit
plaga at samanbera okkum
við. Uppskot var frammi
herfyri, um at skattafrá
dráttur skuldi latast teim
um, sum keyptu partabrøv
í teimum almennu parta
brøvum. Hetta er so ein
máti at stimbra um parta
eigaramentanina. Men er
hetta rætti mátin at gera tað
uppá, spyr Fólkaflokkurin,
sum hevur sett hetta evnið á
skránna á almennum fundi
í Havn mikukvøldið.
Fyrireikararnir spyrja
eisini, um tað gagnar sam
felagnum, at Palleba keypir
og selir partabrøv? Verða
tað ikki bara tey ríku sum
verða ríkari?
Í pallborðum verða um
boð fyri bankaheimin, vinn
una og fólkaflokkin.
Stórt tiltak í Skálanum
í Klaksvík
Føstulávintsleyg
arkvøldið 25.
februar kl. 19 skipar
Stuðulsfelagið
»Dragin« fyri stórum
borðhaldi við sangi
og frá kl. 23 verður
dansur
FØSTULÁVINT
Í Klaksvík er tað er ofta
langt ímillum tiltøkini av
hesum slag fyri vaksin
og eldri. Tí skipar Stuð
ulsfelagið Dragin aftur í
vetur fyri einum hugna
kvøldi í Skálanum føstu
lávintleygarkvøld kl. 19.
Vanliga hevur verið borð
reitt við breyði og góðum
føroyskum viðskera, men í
ár verður tað heitur matur.
Undir borðhaldinum verð
ur felagssangur saman við
harmonikutónleiki eins og
hini árini.
Frá kl 23 verður dansur,
har bólkurin »Flemming
og vinmenn« (úr Norrøna
band) spæla.
Stuðulsfelagið vónar, at
nógv fólk fara at tekna seg
til hugnakvøldið, tí allur
peningurin fer óskerdur til
Skúlaskipið.
– Hvat er orsøkin
til, at vit fyri ávíst
virksemi hava eitt
lønhæddaravgjald?
Hendan spurning
fer Kári P. Højgaard,
løgtingsmaður at
seta Bárði Nielsen,
fíggjarmálaráðharra
POLITIKKUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Kári P. Højgaard vil sam
stundis hava at vita, um
ein einmansfyritøka innan
heilsutænastu, har eigarin
við virksemi sínum t. d.
fær 250.000 kr í ársinntøku
umframt vanligan lands-
og kommunuskatt, fær ein
2,5% eykaskatt í mun til
aðrar skattaborgarar.
Kári P. Højgaard spyr lands
stýrismannin, um svarið er
játtandi, um so ikki talan er
um ójavna.
– Hevur landsstýrismað
urin nakrar ætlanir um at fáa
lógina endurskoðaða, spyr
Kári P. Højgaard.
Í viðmerkingum til fyri
spurningin vísir Kári P.
Højgaard á løgtingslóg nr.
193 frá 10. desember 1993
við seinni broytingum, sum
áleggur ávísum virksemi eitt
lønhæddaravgjald.
Læknavirksemi, tann
lækna- og annað dentalvirk
semi, kiropraktik, fysiotera
pi og onnur verulig heilsu
røkt.
Tryggingarvirksemi.
Banka-, og sparikassa- og
fíggarvirksemi.
– Eg ynski við hesum fyri
spurningi er at seta ljóskast
aran á, um allir privatpersónar
eru líka fyri lógini. Tí fevnir
fyrispurningurin ikki um
partafeløg, aðrar juridiskar
persónar, tryggingarfeløg,
sparikassar ella bankar, sigur
Kári P. Højgaard.
Hann vísir kortini á, at
hann væntar sjálvsagt, at
svarið til spurning 2 er nei.
– Er svarið harafturímóti ja,
so sigur landstýrismaðurin í
veruleikanum, at tað er í lagi,
at fólk verða skattað ymiskt
av somu inntøku hóast búsett
ir í somu kommunu við somu
skattskyldigu inntøku, tað
verði seg A ella B-inntøku
ella partvís bæði, sigur Kári
P. Højgaard.
Spurningurin er, um løn
hæddaravgjaldið í verki ger,
at grannum verður álagt
ymiska tvungna avgjalds
byrðu t. v. s. eru ymiskt
skattaðir av somu inntøkum.
Skatta/lønar-avgjaldsbyrðan
er alt at rokna sum skattur,
líka mikið uppfinnsemið
at smíðja nýggj nøvn á
eykaskattir til fólk, ið hava
valt sær arbeiði innan áður
nevndu arbeiðsøki, sigur
Kári. P. Højgaard.
Kári spyr um lønhæddaravgjald
Fyri 15. ferð skipar
dansifelagið Kom og
Dansa fyri grýludansi
føstulávintsleygar
kvøld 25 februar
GRÝLUDANSUR
Tíðindskriv
Í ár verður tiltakið í Ment
anarhúsinun í Fuglafirði,
og til dansin í ár fara teir
vælumtóktu Showmenn at
spæla.
Fyrireikarnir siga, at teir
hava hesi árini roynt at gera
tiltakið meir fjølbroyt enn
vanlig dansitiltøk flest, og
hevur nógv forvitnisligt ver
ið á skránni hesi árini.
Eisini hevur verið pyntað
við ljósperum og ballónum
hvørt ár.
Sigast kann, at hetta er
vorðin ein verulig traditión,
og hava nógv fólk verið til
dansin hvørt ár. Mest úr
Eysturoynni , men nógv eru
eisini komin aðrastaðni frá.
Nú er eisini góður møgu
leiki hjá vágafólki at koma
til tiltakið.
Og mong av teimun sum
koma hava nýtt møguleikan
at lata seg í grýluklæðir. Ein
hevur týðuliga sæð, at nógv
av teimun hava brúkt nógva
tíð at seyma og annars gera
sær eina drakt.
Fyri at gera tað meira áhuga
vert og spennandi at gera
góð og orginal grýluklæði,
hevur tað á hvørjun ári ver
ið latnir góðir vinningar til
bestu grýlurnar, og í ár verða
eisini góðir vinningar latnir
til nr 1-2-3.
Nevnast kann, at grýlu
klæðini skulu vera heima
gjørd fyri at koma upp í part
tá dømast skal.
Ikki tí, keypt grýluklæðir
eru eisini meir enn vælkomin,
men tað verður ikki hildið
at verið rætt, at ein sum fer
inn í ein handil og keypir sær
ein drakt, skal vinna yvir ein
um, sum hevur sitið og nýtt
hendur og hugflog og nógva
tíð til arbeiðið.
Bussar koyra úr Vágum
og Vestmanna og Tórshavn
og Sundalagnum eins og
bussar koyra av Strondum
og Toftum – á vegnum verð
ur koyrt gjørnum Gøtu og
Leirvík.
Allir bussarnir koyra heim
aftur eftir dansin
Tiltakið verður í Mentanar
húsinum í Fuglafirði leygar
kvøldið 25. februar.
Grýludansurin 15 ár
P-dagur hjá
Restorffs
Páskabryggið 2006 frá
Restorffs Bryggjarí verð
ur at fáa frá fríggjadegi
komandi. Í hesum sam
bandi verður P dagur
friggjadagin millum klokk
an 17-18.00 ymsastaðni
kring landið.
Av Restorffs Bryggjaríi
siga tey, at páskabryggið
er bryggjað av munchener
og lagurmalti. Tað er
skúmandi við døkkum liti,
runt og vælsmakkandi.
Tað verða bert tappaðir
30.000 fløskur av hesum
bryggi.
Leirvíkar kommuna
hevur fingið nýggja
heimasíðu, ið skal
nýtast til at kunna
borgarar í komm
ununi og onnur
um viðurskiftini í
kommununi, og um
hvørji tilboð eru til
borgarar bæði innan
tænastur, trivnað,
mentan og hentleikar
í bygdini
KUNNING
– Leirvík hevur eitt virkið
mentunar- og felagslív, og
tí hevur heimasíðan ein
kalendara, so borgarar og
onnur kunnu fáa upplýsingar
um tiltøk í bygdini. Sum ein
liður í at fáa meiri opinleika
í
bygdarráðsarbeiðnum
liggja fundarskráir og gerða
bøkur alment úti, so fólk
til eina og hvørja tíð kunnu
fylgja við í hvørji mál eru
fyri í bygdarráðnum, sig
ur byrgdarráðið í tíðinda
skrivi.
Leirvíkar kommuna hev
ur verið ógvuliga sjónlig í
fjølmiðlum seinastu tíðina,
og kjakið um vegaføring
ina í samband við Norð
oyatunnilin er ikki hasað av
enn.
– Í hesum sambandi er tað
sera týdningarmikið, at eisini
bygdarráðið hevur ein miðil
at bera fram sína áskoðan
viðvíkjandi hesum og øðrum
málum. Á henda hátt hava
borgarar í kommununi og
onnur eitt stað, har tey kunnu
fáa meiri at vita um støðuna
hjá bygdarráðnum, so tey
ikki bert hoyra og síggja tað í
miðlunum. Í løtuni er nógv at
lesa um málið viðvíkjandi
vegaføringini á heimasíðuni,
sigur bygdarráðið.
Adressan hjá heimasíðuni
er www.leirvik.fo
Heimasíðuloysnin hjá
Leirvíkar kommunu er gjørd
við heimasíðuskipanini hjá
Sansum.
Leirvíkar kommuna nýggja heimasíðu