týsdagur 21. februar 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 37 - 21. februar 2006
Tað er ein øgilig rokan
her á bryggjuni.
Klokkan er ikki meiri
enn farin av 2, og enn
eru fleiri tímar til
Skálaberg skal á enn
ein túr.
Ein av manningini
ætlar tó at rigga til í
góðari tíð, hin 51 ára
gamli klaksvíkingurin
Jóhan Mørkøre
”Eg sjólívið valdi”
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Kósin, Klaksvík: Í einum
enda av bryggjuni standa í
plattavís av pakningi, klárir
at hiva umborð á trolaran.
Umborð á skipinum eru
tveir kranar í ferð við at
taka ymiskt við umborð,
sum krevst til ein langan
túr, – útgerð, sum ikki livst
fyriuttan: Trol, pakkitilfar,
eykalutir og mangt annað.
Við landgangin standa
tveir menn og práta saman.
Tað er skilligt, at hetta eru
menn sum hava stóran áhuga
fyri fiskivinnu og útlitum
fyri at Skálaberg skal gera
enn ein góðan túr.
Saman við øllum hinum
arbeiðunum á bryggjuni
gongur sjón fyri søgn, at
vit eru stødd við eitt av
vinnuligu knútapunktunum
í Føroyum.
Í góðari tíð
Oman móti landganginum
kemur nú ein maður gang
andi. Hann nærkast hesum
báðum monnunum. Tað er
skilligt at hann ætlar sær
umborð. At hann skal við
henda túrin, sum byrjaði í
gjárkvøldið.
Jóhan Fróði Mørkøre
hevur í orðsins sanna týdn
ingi pakkað sær tað niður í
sekkin, sum hann skal hava
við sær og sum krevst til ein
túr.
Nú kemur hann so spentur
gangandi við sekkinum á
herðunum.
Ætlanin er at fáa alt hetta
inn í koyggjuna, og síðani
fáa tað pakkað út í góðari
tíð.
– Jú, eg ætli mær at gera
alt klárt nú, tí so sleppi eg
undan at hugsa um alt hetta
í kvøld, sigur Jóhan.
Á verksmiðjuni
Jóhan fer yvir móti landgang
inum, men verður steðgaður
á vegnum. Eitt umboð fyri
tíðindatænastuna vil fegin
skifta orð við hann um henda
komandi túrin.
Ætlanin er at leggja til
brots nakrar tímar seinni
og síðani seta kósina móti
Barentshavinum.
– Har fara vit at royna eftir
toski, upsa og hýsu, sigur
Jóhan, ikki sørt spentur.
Øll manningin er spent
undan einum slíkum túri.
Øll ynskja góðan fiskiskap
og skjótan túr.
Sum ein av teimum á verk
smiðjuni umborð ynskja
Jóhan og allir hinir eisini,
at nógvur fiskur kemur
umborð og at alt fer at rigga
so sum tað skal.
– Á seinasta túrinum var
eg vaktarmaður, sigur hesin
51 ára gamli sjómaðurin.
Besta verksmiðjan
Jóhan kennir væl til sjólívið, tí
júst tað hevur verið ein stórur
partur av lívi hansara.
Hann hevur eisini verið
ein stóran part við sama
reiðarí’i – m.a. við tveim
um Sundabergum og Sjúrða
bergi.
Framburðurin á tí tøkniliga
økinum hevur somuleiðis
verið trolarum av slíkum
slagi fyri. Og við hesi menn
ingini eru umstøðurnar hjá
manningunum eisini betr
aðar almikið.
Tað veit Jóhan eisini at
siga frá. Tí, sum hann sig
ur: – Skálaberg er eitt gott
arbeiðspláss.
– Hetta er tann besta verk
smiðjan sum eg havi arbeitt
við. Hon er eisini sera væl
útgjørd.
Her er møguleiki at
gera ymiskar porsjónir við
fløkum, og tað er ein av
teimum møguleikunum sum
eru skaptir umborð á hesum
nýggja Skálabergi.
Vit hava alt
Eins og vanligt hevur verið
umborð á fiskiskipum gjøgn
um allar tíðir, so er manningin
í ymiskum aldri.
Í so máta er Skálaberg
einki undantak: Har eru
bæði yngri fólk og meiri til
komið.
– Og her hoyri eg uppí
teir eldru umborð, sigur
Jóhan sum verður 52 seinni
í summar.
Hóast aldursmunin í
manningini so hevur tað einki
at siga fyri samanhandlið
umborð.
– Vit arbeiða allir sera væl
saman, sigur hann.
Á frívaktunum so brúka
menn tíðina til ymiskt.
Sovast skal sjálvandi, men
annars hevur Skálaberg ein
hóp av møguleikum hjá
manningini at stytta sær um
stundir við.
Umborð er bæði teldu-
cafe, ein sauna og eitt kondi
rúm við vektum og tílíkum.
– Jú, tað er væl útgjørd í
so máta. Sum tú sært, - vit
hava alt!, sigur Jóhan.
Tá
sjómaður
fer umborð
– Slappi
av tá eg
eri heima
Jóhan Mørkøre hevur ver
ið við Skálabergi í nærum
eitt ár, og tað hevur honum
dámað sera væl.
Teir komu aftur av
seinasta túrinum í farnu
viku, og løgdu so frá landi
aftur í gjárkvøldið um 9-
tíðina.
Ójavnt er eisini, hvat
menn brúka hesar frí
dagarnar til. Hjá mongum
bíðar familjan við spenn
ingi eftir manni og pápa,
meðan aðrir eisini geva
sær tíð at røkja bátin og
onnur slík áhugamál.
Men tað ger Jóhan
einki av. Hann ger bara
tað eina:
– Noy, eg skal siga
akkurát sum er: Tá eg eri
heima, so slappi eg bara
av.
Umborð á Skálabergi er alt
gjørt fyri at manningin skal
hava tað gott – verksmiðjan
er fyrstafloks og í frítíðini
hava teir møguleika at fara til
mong ymisk ítriv
Mynd : Snorri Brend
– Skálaberg er eitt gott arbeiðspláss, sigur Jóhan Mørkøre sum ger klárt at fara umborð seinnapartin í gjár. – Mær dámar best at
vera í góðari tíð, sigur hann
Mynd: Snorri Brend