Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. februar 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 37 - 21. februar 2006 Hiti í Miðla­ húsinum Týskvøldið klokkan 19 verður fyrilestur hitapumpu, sum megnar at nýta lufthita at hita vatn upp. Ein tøkni, sum her í Føroyum er at kalla spildurnýggj, men sum eitt nú í Svøríki hevur vunnið alt størri frama seinnu árini. Tað serliga við hesi hita­ pumpuni fram um aðrar er, at hendan virkar frá luft til vatn, og tí í prinsippinum ger oljufýring óneyðuga. Tað er Sp/f Hiti í Havn, sum stendur fyri fyri­ lestrinum, sum Åge Hjort, stjóri og eigari av Euronom í Svøríki heldur. Sambært framleið­ar­an­ um vil hetta við dagsins olju- og streymprísum merkja eina sparing upp á nærum hálva millión hjá húsarhaldinum í tey 20 árini, sum er metta livitíðin hjá pumpuni. Nú Åge Hjort er í Før­oy­ um, verður talan eisini um fyrilestrar aðra staðni kring landið. Soleiðis verður hann eisini at síggja á Tekniska Skúla í Klalsvík mikudagin – eisini klokkan 19. -mørk Nýggj høv­uðs­ inngongd á Lands­sjúkra­ húsinum Nýggja forhøllin á Lands­sjúkra­hús­in­ um, sum sameinir 1. hædd í gamla høvuðsbygninginum við nýbygningin, er nú til reiðar at verða tikin í nýtslu Landssjúkrahúsið tíðindaskriv Almenna móttøkan verð­ ur hósdagin 23. februar 2006, kl. 14 - 16, og øll eru vælkomin at hyggja framvið. Nýggja forhøllin verður prýdd við forvitnisligari list, sum Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, fer at avdúka á móttøkuni. Við nýggju forhøllini hevur Landssjúkrahúsið fingið møguleika fyri at bjóða sjúklingum, vitjandi og viðskiftafólki annars nógv betri karmar, tá tey hava ørindi á sjúkrahúsinum. Sjúkrahúsið hervur sam­ stundis fingið eina nýggja høvuðsinngongd, sum er ætlað øllum teimum, ið ikki hava tørv á bráðfeingis hjálp. Inngongdin er væl avmerkt og verður opin millum kl. 7 og 21. Á stórari frí­merkja­ messu í kinverska høvuðsstaðnum, Beijing, fingu før­ oysku frímerkja­ røðirnar tvær virðis­ lønir Frímerki Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Danski konsulin í Kina, Henrik H. Sørensen, hevur sent frímerkjadeildini bræv, har hann við stórum orðum sigur frá góðu mót­ tøkuni, sum føroysku frí­ merkini fingu á árligu at­kvøðugreiðslunum fyri útlendsk frímerki. Frímerkjarøðin, sum lýsir yrkingarnar hjá Janus Djurhuus, varð kosin at vera besta útlendska útgávan í atkvøðugreiðsluni. Tað er Anker Eli Petersen, sum hevur teknað merkini í røð­ini, og tí er virðislønin somuleiðis eitt stórt heraklapp til hansara. Hartil fingu føroysku frí­ merkini eisini virðisløn fyri besta prenið. Hetta er fjórða ferðin, at kinverjar skipað fyri slíkari frímerkjakapping, og er tað aðru ferð, at før­oysku frímerkini vinna heiðurs­ prógv. Føroysku merkini á toppinum Vakra røðin um um yrkingar Janusar varð kosin besta útlendska útgávan. Tað er Anker Eli Petersen, sum hevur teknað Málið um sonevnda bakarakartellið varð tikið til dóms í gjár. Teir seks bakararnir, sum fóru í rættin við málinum, vórðu allir dømdir at fáa bót Bakarakartell Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Bakaramálið byrjaði fyri trimum árum síðani, tá ein samskipað húsarannsókn varð gjørd hjá øllum bakarum kring landið. Úrslitið av hesi vísti, at talan heilt greitt var um kartell-virksemi, har allir bakarar í landinum - við einum undantaki - høvdu avtalaðar prísir í vørum. Undantakið í kartellinum var bakaríið hjá Valdemar Simonsen í Sørvági. Kappingarráðið fekk rætt Kappingarráðið staðfesti tá alt fyri eitt, at talan var um ólógligt kartell-virksemi. Og fyri hetta brotið á kapp­ ing­arlógina vórðu bøtur útskrivaðar til bakararnar. Seks bakarar vildu tó ikki góðtaka bótina, og teir valdu tí at fara í rættin við málinum. Sjálvt sakarmálið hevur verið rættiliga drúgt, men í gjár varð málið so tikið upp til dóms. Her staðfesti rætturin, at talan skuldi verða um bót, men ásettu bøturnar vóru tó nakað minni enn tað, sum Kappingarráðið hevði ásett. Teir seks bakararnir, sum vórðu dømdir í rættinum, skulu rinda millum 15.000 og 38.000 kr. í bót hvør. Við Útvarpið segði Linda Hesselberg, ákæri, at hon var væl nøgd við dómin. Fyrst og fremst tí hesin sendi greið tekin um, at kappingarlógin skal takast í álvara. Jógvan Elias Winther Poul­ sen, verji, segði í viðmerking, at bakararnir enn ikki høvdu gjørt av, hvørt teir fara at kæra dómin. Bakararnir fingu dóm Teir seks limirnir í sonevnda bakarakartellinum, vórðu allir dømdir at rinda bót modellmynd Halda 100 ára dag Mikines í Føroya­ húsinum Í samband við, at málarin, Sámal Joensen Mikines hevði blivið 100 ár tann 23. februar verður hátíðarhald hendan dag kl. 19 í Føroyahúsinum, Vesterbrogade 17, har rit­høvundurin Vagn Steen hugleiðir um listar­ mannin. Sunnudagin 26. februar kl. 16 fer Kári Mikines, dr. Med., at siga frá um pápa sín, »Mikinesmálaran«, og vísa myndir í Føroya­ húsinum á Vesturbrúgv. Báðar dagarnar verður eitt buffet við føroyskum mati so sum: skerpikjøti, turrari grind, turrum fiski, spiki, so hent er at hava ein hvassan felliknív við, heilsa tey úr Føroyahúsinum í Keyp­ mannahavn.