Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. februar 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 37 - 21. februar 2006 9 Leirvík er í bíðistøðu – Vit halda ikki, at hetta er eitt parta­ politiskt mál, men eitt lokalt mál, sum vit vænta stuðul til at loysa frá politikarum í Eysturoy og Norð­ oyggj­um, sigur borg­ ar­stjórin í Leirvík Leirvík Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fríðgerð Heinesen, borg­ ar­stjóri í Leirvík, sigur, at í hesum døgum, nú lands­stýrismaðurin í vinnumálum arbeiðir við at útseta framløguna av málinum um vegaloysnina í Leirvík, vita tey einki um, hvat hendir. – Vit vita einki annað enn tað, sum fjølmiðlarnir siga okkum. Hon heldur, at sam­ bært samrøðuni, sum Sosi­alurin hevði við fíggjarmálaráðharran, Bárð Nielsen í gjár, er samgongan ikki samd um, hvussu málið um vegaføringina í Leirvík í sambandi við Norð­oya­ tunnilin skal loysast. – Vit halda ikki, at hetta er eitt partapolitiskt mál, men eitt lokalt mál, sum vit vænta stuðul til at loysa frá politikarum í Eysturoy og Norðoyggjum. Sambært lógini skuldi landsstýrismaðurin í vinnu­ málum, Bjarni Djurholm, í seinasta lagi, 15. februar, leggja uppskotið um vega­ føringina í Leirvík fyri løg­ tingið. Ætlan landsstýrismansins hevur verið at útseta fram­ løguna av málinum, meðan uppskotið, sum NCC sam­ an við J & K Petersen hava gjørt, verður kannað nærri. – Vit hava skilt, at málið er ikki lagt fram enn, hóast freistin er farin. Vit hava eisini skilt, at málið bleiv borið niðan í tingið, men síðan er borið oman aftur í Vinnumálaráðið, tí onkur feilur var í orðingini. Fríðgerð Heinesen sigur, at Leirvíkar kommuna er í eini bíðistøðu, og tey vita einki um, hvat gongur fyri seg í løtuni. – Vit ætlaðu at síggja málið, soleiðis sum lands­ stýrismaðurin ætlaði at leggja tað fram, men tað læt seg ikki gera til bygdarráðsfundin, sum var 15. februar, tí málið var ikki klárt, sigur hon. Borgarstjórin sigur, at bygdarráðið og leir­vík­ ingar sum heild nú bíða í spenningi eftir at vita, hvat verður burtur úr hesum máli. Fríggjakvøldið 24. februar fara Monika Stauss Joensen og Ólavur Jakobsen saman við Absalon Eliasen, skipara, at hava framførslu í Leirvík við tónleiki og frásøgu Hugnaløta Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hugnaløtan, sum verður í Miðlahúsinum í Vágsbotni komandi hóskvøld, verður uppafturtikin í Bátasavninum í Leirvík kvøldið eftir, fríggjakvøldið, 24. februar klokkan 20. Monika Stauss Joensen og Ólavur Jakobsen fara bæði at spæla tónleik og hava frásøgu og leirvíkingurin, Absalon Eliasen, verður eisini við á tiltakinum í Leirvík. Tónleikurin hjá Moniku og Ólavi verður í stóran mun hin sami, sum framførdur verður í Miðlahúsinum. Á bygd Í Bátasavninum fer Absalon Eliasen at greiða frá, hvussu tað var at vera smádrongur og veksa upp á bygd. Absalon hevur áður verið við í tiltøkum í Leirvík, og á einum tiltaki í Leirvíkar skúla hevði hann frásøgn um sildatíðina og tarvahald í Leirvík. Hetta var eitt væl vitjað tiltak, og tað var sera áhuga­ vert at hoyra skiparan greiða frá. Í Bátasavninum fríggja­ kvøldið, har øll eru væl­kom­ in, verður eisini kaffi og okkurt aftur við. Hóskvøldið fara Monika Stauss Joen­sen og Ólavur Jakobsen at fram­føra lættar undirhaldstónar í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Tey fara eisini at siga frá um tónleikin, tey spæla. Absalon Eliasen, skipari, sum er góður frásøgumaður, fer at greiða frá ferðamannasigling millum eitt nú Danmark og Føroyar Hugnaløta Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hóskvøldið 23. februar klokk­an 20 verður áhugaverd hugnaløta í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Hetta verður ein løta við tónleiki og frá­ sagnum. Tað verða tey bæði, Monika Stauss Joensen á violin og Ólavur Jakobsen á gittara, sum fara at spæla lættari undirhaldstónar. Skráin fyri kvøldið verður blandað við vælkendum tónum, og framførslan verður kryddað við frágreiðingum um tónleikin, tey spæla. Væl samanspæld Monika og Ólavur fara at spæla tónleik eftir eitt nú Grieg, Chopin, sig­oyn­ara­ tónar og tangoir – ella stutt sagt; hetta verður virtuosur og lættljómandi tónleikur í Miðlahúsinum. Monika og Ólavur hava spælt nógv saman seinastu árini. Tey hava framført um meginpartin av landinum, og tey hava eisini verið á ferð saman í USA, har tey vóru gestir hjá MAY (Music and Art for Youth). Í USA høvdu tey seks konsertir á Los Angeles-leiðini, og ávegis heimaftur til Føroyar, vóru tey eisini eitt í legg í London. Góður frásøgumaður Men kvøldið í Miðlahúsinum verður meira enn tónleikur og tónleikafrásagnir. Absalon Eliasen, sum er uppvaksin í Leirvík, men bú­sitandi í Havn, fer at greiða frá um ferðamannasigling millum Danmark og Føroyar. Absalon er skipari, og hann er óførur frásøgumaður. Á hugnaløtuni í Miðla­ húsinum hóskvøldið, har øll eru vælkomnin, verður eisini kaffi og okkurt at bíta í. Hugnaløta í Miðlahúsinum við tónleiki og frásagnum Tað er ein frægd fyri oyrað at hoyra tey spæla saman. Hóskvøldið verður høvið at hoyra Moniku á violin og Ólav á gittara í Miðlahúsinum í Vágsbotni Mynd: Vilmund Jacobsen Eisini í Bátasavninum Absalon Eliasen er ættaður úr Leirvík, men býr í Havn. Hann er skipari og óførur frásøgumaður Mynd: Vilmund Jacobsen