Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. februar 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 37 - 21. februar 2006 Føroysk lóggáva er í nógvum førum skrivað sum um, at umheimurin er Danmark, og lítið meira enn tað. At okkara umsiting kopierar danska lóggávu meira enn gott er, hava vit mangan nevnt fyrr á hesum stað. Ikki tí at donsk lóggáva ikki er góð í Danmark, men Føroyar er eitt so nógv minni land við einum vinnubygnaði og einum fólkamobiliteti, sum krevur eina heilt øðrvísi tilgongd, enn vit hava sæð í lógarsmíði higartil. Vit kunnu taka sum dømi, mátan, man tollar flytigóðs hjá fólki, sum hava búð uttanlands. Nú skuldi man trúð, at eitt land við einum so stórum ynski um, at fólk venda heimaftur eftir loknan lesnað ella arbeiðsroyndir, hevði eina sera lagaliga lóggávu, tá tað kom til, hvat hesi fólk, ið venda heimaftur til føðilandið full í lærdómi, hugskotum og royndum, kunnu hava við sær sum flytigóðs. Ein skuldi trúð at lóggávan í einum landi, sum ynskir at fáa fólk heimaftur eftir eitt tíðarskeið úti í stóru verð, stóð við armunum opnum og ynskti vælafturkomin gjøgnum lagaliga lóggávu. Er tað so í Føroyum? Nei! Skógvarnir gerast smærri og smærri, og lóggávan tykist gerast meir og meir danofil fyri hvørt ár sum gongur. Galdandi kunngerð fyri, hvat man má hava við heimaftur sum flytigóðs, er ein boðskapur frá Fíggjarmálaráðnum, at viðkomandi, sum ætlar sær heim til Føroya úr einum øðrum landi enn Danmark, er minni vælkomin, enn ein, sum hevur búð í Danmark. Tann, sum hevur búð í Danmark, sleppur at fáa bilin við, um hann bert hevur búð í Danmark í eitt ár og hevur átt bilin í eitt hálvt ár. Tann, sum hevur búð í einum øðrum landi, skal hava búð har í minst trý ár og skal hava átt bilin í tvey. Hví er hesin munur? Við hesari lóggávu siga almennu Føroyar, at man er meiri vælkomin úr Danmark enn úr restini av heiminum. Hetta er í beinleiðis andsøgn við politikkin, har man roynir at fáa føroyingar í onnur lond at lesa og nema sær royndir. Hvat er grundgevingin? Er tað tí at bilar eru bíligari stórt sæð alla aðra staðni enn í Danmark? Hvat mun ger tað Fíggjarmálaráðnum, tá hetta ráð ikki fær pengarnar allíkavæl? Er tað so banalt, at tað er eitt slag av øvund? Hevur man politiskt bestemmað, at tað skal verða meiri tvørligt at flyta til Føroya úr einum øðrum landi enn Danmark? Um ikki, hvør hevur so bestemmað, at munur skal gerast á teimum, ið hava búð í Danmark og so øllum hinum? Er nakað politiskt argument fyri at gera henda mun? Tað er ótrúligt, at vit hava politikarar, ið vilja, ella í hvussu so er látast vilja, at Føroyar skulu latast meiri upp yvirfyri heimssamfelagnum, og so koma við einari kunngerð, sum favoriserar Danmark sum uppihaldsland, tá um útbúgving og arbeiðsroyndir ræður. Okkara áheitan á landstýrismannin í Fíggjarmálum skal verða at javnseta øll verðsins lond við Danmark beinanvegin, tá tað kemur til hvat kann innflytast sum flytigóðs. DAGSINS MEINING Sosialurin Javnset onnur lond við Danmark! VIÐMERKINGAR Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Úttala:tjiklitji og tjidlingar!? Høsna-/hoymálrøkt Kokkulárakó: Másin sigur pli, ternan sigur kri, lambið sigur mæ (føroyskt æ, ikki danskt æ!), og hanin á køsta­ garði, ella hvar hann nú er staddur, sigur kokkulárakó! So, Hanus Ottar, góði, far bara inn í tey føroysku høsna(r)húsini og vita, um tínir líkar ikki siga kokku­ lárakó! Tú ert kanska ein hani, sum er hálvur dani, men so kanst tú jú læra at gala á føroyskum!? Kyllingur: Ein kyllingur (tjidlingur) er ein hoyrúgva ella sátubarn! Fólk eta ikki kylling! Seyður, neyt og ross eta kylling! Høsnarungi, kjúlingur/ kjúklingur: Úti á bygd, tó ikki á Argjum, havi eg sæð orðið, kyllingur, á mat­ stovum, í pylsuvognum og onkrum handli! Vit, sum í barnaárum høvdu hønur (og hana) í kjall­­aranum, eru von við at kalla hesar smáu, fittu, gulu ung­arnar høsnarungar og ikki kyllingar! Løgið, at so nógv nú eru farin at siga og sanniliga eisini skriva kyll­ ingar (donsk úttala). Hugsa eisini um, hvussu stórur mun­ ur er á úttaluni á tí danska og føroyska orðinum (ky sigur tji, ll úttalast dl)! Eisini ber til at siga/skriva kjúlingur, um tað er so torført at siga/skriva høsnarungi! Kykliky og kyllingar Á Borg á Argjum 1. várdag 2006 Eyðun á Borg Í samrøðu millum Katrin Petersen, journalist, og Jóa­ nnes Ejdesgaard, løgman, í Dimmalætting leygardagin, fáa vit innlit í, hvør veitir løgmanni høvuðsíblástur (spin­­doktari?). Talan er um amerikanskan succes­rit­ høvundan Richard Florida, ið m. a. hevur skrivað bókina »den kreative klasse«, ið løg­ maður vísir til. Tað er í hesari samrøðu, at løgmaður slær hondina av útjaðaranum, og enn eina­ferð nýtir høvið til ikki at virða ta Løgting, sum við demokratiskari atkvøðu­ greiðslu feldi uppskot um broytingar í sokallaðu antidiskriminatiónslógini. Men tað er ikki so løgið, tí sambart dr. Florida er eyð­ kenni fyri hesi sonevndu kreativu umhvørvini, sum løgmaður er so eggjaður av, júst eitt sonevnt høgt Gay index. Fari at loyva mær at spyrja Katrin, í sínum eginleika av journalisti, um hon ikki kann greiða okkum lesarunum frá, hvør hesin spindoktarin, Richard Florida, er. Um alt er so trúvert, ljósareytt og góðkent, sum hann kemur við. Og um teorir hansara so ómakaleyst glíða niður og broyta aðrar leiðarar, sum vit uppliva at tær hava broytt løgmann. Ikki bert tykist hes­in hava fingið hugskotið um at geva útjaðaran upp (les greinina í Dimmu farna leygardag) beinleiðis frá Mr. Florida, men eisini hugsan sína um at sleppa arbeiðaraklassanum upp á fjall. Niðanfyri loyvi eg mær stutt at endurgeva smá brot úr viðmerkingum hjá einum av mongum viðmerkjarum, ið bæði síggja vandar, men eisini beinleiðis skeivleikar, í hugsanum Florida’s. ...mit gæt er, at Floridas bøger vil være billigt til salg om få år og fylde godt op i antikvariaternes bog­kas­ ser... ...kritikere har f.eks. været inde på, at de amerikanske byer, som Florida selv næv­ n­er som hjembyer for den kreative klasse, ikke er sted­er med nævneværdig vækst. Vækst finder man ikke i New York eller San Fran­cisco, men derimod i Detroit og andre ikke sær­ ligt hotte ...byer som Reno, Boise, Orlando, Las Vegas og Salt Lake City. De er måske ikke så smarte, men de laver til gengæld gysser og opdyrker nye markeder. Imens har Floridas yndlings­ byer Boston, Chicago og Minnea­polis, ja, hele ’Euro- Amerika’, faldende vækst­ rater. F.eks. har eurobyen Seattle samme indbyggertal som i 1960, men nu med halvt så mange børn. Det er den kreative klasses bagside: Den kan ikke få børn... ...at bøsser og lesbiske eller ’åbenhed’ tilmed skul­ le være godt for en by – øko­ nomisk – er også tvivl­­somt... hvis ’Det åbne sam­­fund’ er Floridas mål, kan man frygte for, at han ikke ser dets fjender. At alle i deres iver efter at være krea­tive og tolerante ser stort på at være produktive. Her er et nyt motto til den 1. maj: Arbejdere i alle lande, slap af! Men er det sådan, vi skaber vækst?... Okkara (Miðfloksins) ráð til løgmann eru annars óbroytt. Lat okkum seta álit á eina heilt aðra bók og rithøvunda hennara, tá verða vit ikki svikin. Um tað eru dømini margfald frá persónum í hópatali, frá bygdar- og býarsamfeløgum og enntá londum. Fái vón­ andi innivist í einum av kom­ andi bløðum at greiða frá undri sum hendi, tá eitt heilt býarsamfelag valdi at fylgja vegleiðingum Skaparans. rana@post.olivant.fo Viðmerking til Katrin og Jóannes Løgtingsmaður Jenis av Rana