Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. februar 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 37 - 21. februar 2006 11 Leygarnáttina koyrdi ein ungur drongur vitleyst við trukki inni á Fiskavirking á Tvøroyri og gjørdi stóran skaða, bæði á bygning og á fisk, sum var á goymslu Herverk Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Leygarnáttina gjørdi ein ung­ ur drongur groft herverk inni á flakavirkinum hjá Føroya Fiskavirking á Tvøroyri. Fólk var á virkinum og arbeiddu á náttina, summi vaskaðu og onnur koyrdu slógv, tá ið ein ungur drongur kom inn á virkið áðrenn nak­ ar varnaðist og fór av stað við einum trukki. Síðani byrjaðin ein vit­leys koyring bæði inni á Fiska­ virking og uttandura. Eitt nú rendi maðurin gaflarnar á trukkinum tvørtur ígjøgnum ein vegg, men eisini annars skaði er hentur inni á virkin­ um. Tað ringasta varð kort­ ini, at hann var eisini inni á goymsluni, har tann virkaði fiskurin liggur á goymslu. Har fóru fleiri pannur av frystum fiski eftir gólvinum. Men har hendi eisini tað, at rúturin á trukkinum fór í spøn­ir so at glasplintur fóru í allar ættir. Tí verður goymslan á Fiska­ virking nú kannað ógvuliga nágreiniliga og er minsti ill­gruni um, at glassplintur eru komar í framleiðsluna, verður vøran burturbeind. – Vit kunnu ikki taka nakran sum helst kans á hes­ um øki, tí hendir tað, at ein keypari í útlondum fær fisk við glasspintrum í, verður tað til óbótaligan skaða, siga tey á Fiskavirking á Tvør­oyri. – Tí er longu nú greitt, at nakað av fiski verður beint burtur, men, hvussu um­fat­ andi skaðin er, visti hann ikki at siga í morgun. Tað var eitt mál, sum tey arbeiddu við at kanna. Sambært Degi og Viku í gjárkvøldið, hevði løgreglan tikið mannin og hann hevði játtað seg sekan. Í allarstørsta álvara Guðrið Andorsdóttir, góðsku­ leiðari á Fiskavirking, sigur, at álvarin í hesum málið kann ikki undirmetast. – Tað kann ikki koma upp á tal, at fiskur verður latin av húsinum, sum minsti illgruni er um, at glassplintur kann verða í, sigur hon. – Tað er eitt mál, sum bæði vit, matvørumyndugleikar og keyparar taka í strøsta álvara. Vit hava ikki loyvi til selt fisk, sum vit hava minsta illgruna um, er dálkaður við glasi og tað kundi ikki komið okkum til hugs. Í øllum førum kann slík vøra ikki seljast til manna­ føði og tí kann tað elva Fiska­ virking til stórt tap. Hon sigur, at fyri nøkrum árum síðani var glas funnið í Jogurt í Bretlandi, og tá kom ein áheitanum at gera ein beinleiðis glaspolitikk og tað hevur Fiskavirking eisini havt í nógv ár. Tann glaspolitikkurin sig­ ur, at øll vøra, sum er inni í einum rúmi, er glas er brotn­ að, skal kannast. Enn vita vit ikki, hvussu nógv av goymsluni á Fiska­ virking á Tvøroyri skal burt­ur­beinast, men vit vita, at glassplinturnar frá trukk­ rútinum eru farnar víða um á goymsluni, sigur hon. – Hóast fiskurin er inn­ pakkaður kann glas trongja inn ígjøgnum pakningin. – Verður endurgjald reist ímóti manninum, kann tað gerast dýrt hjá honum, men hvussu dýrt tað verður, veldst fyri ein stóran part um, hvussu nógvan fisk tey boyðast at beina burtur. Góðskuleiðarin á Fiska­ virk­ing ivast ikki í, at endur­ gjaldskrav verður reist ímóti dreinginum og tað kann skjótt verða honum ein dýr søga. Tað veldst fyri ein stóran part um, hvussu nógvan fisk tey boyðast at beina burtur, men talan kann rættiliga skjótt verða um milliónir. Herverk kann hava elvt til skaða fyri milliónir Einastaðni rendi óði maðurin gafflarnar á grukkinum ígjøgnum ein vegg Mynd: Lýsing Inni á goymsluni fóru fleiri pannur av frystum fiski eftir gólvinum. Skaðin er ikki gjørdur upp enn Rúturin á trukkinum fór í spønir og glassplintur fuku í allar ættir. Er minsti illgruni um, at splintur eru komnar at tí virkaða fiskinum, sum liggur á goymslu, verður hann burturbeindur Mynd: Lýsing