Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. februar 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 37 - 21. februar 2006 Dagurin í morgin 22. februar. Pætursmessa. So mætur maður sum Pætur hevur tveir minningardagar í álmanakkanum, annar er pæt­urs­ messa 22. februar og hin er pætursøka tann 29. juni. Dagurin í dag verður eisini róptur pætursstólur og sipar til halgisøguna um, at í tí kirkju í Antiokiu, har ápostulin gjørdist biskupur, varð sett eitt hásæti til hansara, so at øll kundu hoyra og síggja hann. Pætur er eftir grikska orðinum Petros, sum merkir klettur. Jakob Jakobsen varð føddur hendan dagin í 1864. Tíðindaskriv Hóskvøldið 23. februar kl. 20 skipar Heimaforbundið og Frelsunarherurin í Havn fyri einum sangkvøldi, har brøðurnir Árni og Marnar Andreasen luttaka við sangi og gittarspæli. Eisini verður drekkamunnur og andakt. Innsavnan verður til missiónsarbeiði í Kongo og Kinshasa í Afrika. Pen­ ingurin fer til eina verk­ætlan har stórur dentur verður lagdur á undirvísing og at hjálpa familjum, har møður og børn liva av skøkju­ virksemi fyri at fáa sína dagligu inntøku. Endamálið við verk­ætl­ anini er at fyribyrgja barna­ prostitión og at leggja til rættis aðrar inntøkur hjá fólkinum har og at minka um vandan fyri HIV og AIDS. Árni og Marnar góvu í fjør út eina stuðulsfløgu við kendum andaligum sang­um, sum vanliga verða sungnir í Frelsunarherinum. Yvirskotið av tí fløguni fer til Frelsunarherin. Komið og syngið við – við Árna og Marnar Marnar og Árni Andreasen luttaka við sangi og gittarspæli á stuðulstiltakinum hjá Frelsunarherinum hóskvøldið 23. februar Mynd: Ole Valle NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Sum nakað heilt nýtt er skófyritøkan Bianco farin undir at marknaðarføra prýðislutir undir navninum Bianco Gear, sum fevnir um alt frá taskum og reimum til turruklæði og skreytlutir Tíðindaskriv Bianco eru kendir fyri sínar skógvar og annarleiðis lýsingar. Nú verður vøru­ úrvalið víðkað til eisini at umfata taskur, turruklæði reimar og aðrar prýðislutir. Hetta er nýtt konsept, ið er royndarkoyrt í Evropa og er nú at fáa í øllum Bianco handlunum í heiminum. Tað eru prýðislutir saman við smálutum, sum gera allan munin á klæðum. Tær slitnu cowboybuksurnar og t- shirtin fáa eitt heilt nýtt look, tá tey t.d. verða sett saman við høgum hælum og tilhoyrandi belti. Smálutir sum seta prikkin yvir i`ið. Vørurnar eru komnar, og sølan av Bianco Gear byrjar í dag, sigur Hans Vaag, stjóri í Handilskjarnanum. Prýðislutir frá Bianco Gear Í dag verður ein væl kendur toftamaður í Havn 70 ár. John Hansen er sonur Tummas og Elsebeth Han­ sen av Toftum, og hóast tú enn hoyrir røturnar, tá tos­að verður, so hava árini í Eystur­ oynni ikki verið so nógv í tali. Einamest var tað sjógvurin, sum dróg, og longu 14 ára gamal fór hann fyrsta túrin til skips. Ein gongd, sum eisini kom at eyðkenna nógvu komandi árini hjá honum. Eftir at hava tikið stýrimansskúla, var hann í 1963 á fyrsta holdinum, sum tók skipsføraraprógv her á landi, og fram til aldarskiftið var tað siglingin, sum var lívivegur hansara. Sum siglandi, so er tó eis­ini neyðugt við eini trygg­ari heimstøð. Og við hugnaliga heiminum í Lavagøtu í Eysturbýnum hevur John eisini átt hesa. Á ungdómsárunum í Eystur­ oynni rann saman millum John og Helenu (f. Olsen), og í 1959 giftust tey bæði. Tey hava trý børn, Heidi, Tummas Eli og Jens Kristian, sum øll búgva í Havnini við til samans 10 ommu- og abba­børnum. Hóast hann ongan tíð spældi nakað sjálvur, so er ikki frítt, at John av nógvum verður settur í samband við fótbóltsspælið og við B36. Tilvildin vildi tað so, at bara góðan mánað eftir, at John varð borin í heim, varð árstalsfelagið í Havn stovnað, og so ella so hevur felagið eisini sett sín dám á lívið hjá Kaptain-Hansen seinastu góðu fjórðings- øldina. Oftani hevur hann í spølni tikið til, at tað var nú spell, at toftamenn ikki spældu bólt, tá hann var ung­ lingi. Tí við tveimum synum á fótbóltslandsliðnum ivast hann ikki í, at ílegurnar hava verið í lagi. Nakað sum abbabørnini nú eisini eru farin at prógva. Hevur hann ikki spælt, so hevur hann saman við Helenu so sanniliga givið felagnum sítt íkast í nógvar mátar øll árini. Áhugin hevur alla tíðina verið stórur, og tað munnu vera fáir dystir - bæði heima og úti - sum hann ikki hevur sæð, tá siglingin annars hevur loyvt tí. Eisini hevur hann fleiri ferðir verið í ferðalag við landsliðnum, umframt at hann onkra ferðina eisini hevur fingið siglingina at sampakka við dystarskránna hjá Føroyum, soleiðis at skipið var í onkrari havn nærhendis, júst tá lands­ dystur var á skránni. Síðani hann rakk pensións­ aldur, hava stundirnar her heima verið betri. Fram til í fyrraárið vóru tað eisini Hansen-hjúnini, sum við lætta lyndi sínum stóðu fyri hugnanum í kafeteriuni í B36-húsinum - mangan við hjálp frá dóttrini og sviger­ døtrunum, eins og Helena man hava vaska hvítu og svørtu búnarnar oftari enn tey flestu. Í fjør lótu tey tó hesa ábyrgd frá sær, men tað merkir ikki, at John tekur tað so sera róliga fyri tað. Er tørvur á tí, so tekur hann fegin eina hond í hjá yngsta soninum, sum sjálvur annar rekur Húsavarðatænastuna. Og við atgongd til bát er tað meira enn so komið fyri, at lívsyrkið aftur verður tikið í nýtslu. Eitt nú seinasta summ­ar, tá hann var ein av teimum, sum førdu bát nið­ur til Oyggjaleikirnar í Hetlandi. Føðingardagin heldur skip­­arin á turrum – langt frá havinum. Saman við Hel­ enu og børnunum er hann farin eitt legg til fronsku alpurnar. John Hansen 70 ár