Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. februar 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 37 - 21. februar 2006 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Jakku Hansen, vanliga nevndur skómakarin, við Gøtugjógv, andaðist í heiminum, sunnudagin 19. februar, 90 ára gamal. Kistan fer úr heiminum, í Filadelfia í Gøtu, týs­ dagin 21. februar kl. 18. Jarðarferðin verður úr Filadelfia hósdagin 23. februar kl. 13. Tey, ið vilja minnast Jakku, kunnu lata Zarepta eina peningagávu. Boe Hansen, ættaður av Amager, búðsitandi í Sørvági, andaðist sunnu­ dagin 19. februar, 78 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Sørvágs Kirkju mikudagin kl. 14. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Boe, kunnu lata eina pen­ingagávu til Sørvágs Kirkju; konta í Føroya Sparikassa. Jona Lendvig, ættað úr Skúvoy, búðsitandi í Tórshavn, andaðist á Landssjúkrahúsinum fríggjadagin 17. febru­ ar, 87 ára gomul. Jarðar­ ferðin verður úr Vest­ur­ kirkjuni týsdagin 21. februar kl. 13. Sungið verður úr Sálmabókini. Petra Nes Joensen, Tórs­havn, andaðist í heim­inum leygardagin, 18. februar, 97 ára gom­ ul. Jarðarferðin verður úr Havnar Kirkju miku­ dagin, 22. februar, kl. 13. Andlát og jarðarferðir Tann 22. februar í ár eru 30 ár liðin, síðani Anly Jacobsen kom at arbeiða á Hvíldarheiminum Naina. Anly er fødd og uppvaksin í Gásadali, dóttir Margretu og Jóan Jakku Gåsedal, hon er yngst av 9 systkjum. Ung kom hon til Havnar at tæna, sum vanligt var tá í tíðini. Anly giftast Edvardi Jac­ obsen av Skála og bú­settust tey í Gundadali. Edvard doyði longu í 1989. Tey eiga tvær døtur. Eydnu, sum býr í Havn og Maud, sum býr í Keypmannahavn. Ommubørnini eru trý. At Anly kom at arbeiða á hvíldarheiminum var mest sum av tilvild. Hon var biðin at hjálpa til, tí Hvíldarheimið fylti 40 ár, og hetta gjørdist til heili 30 ár higartil. Anly er røsk og sera nærløgd í sínum arbeiði og hevur framúr gott arbeiðslag. Hon er líka løtt upp á sporini enn, hóast aldurin, og tað hevur eisini verið til frama fyri okkum, sum starvast her; tí er onkur sjúkur, ella onkrum berst frá at koma til arbeiðis, verður ringt til Anly, og er hon altíð til dystin fús. Tað eru vit allar sera takksamar fyri. Anly hevur altíð verið sera góð við Hvíldarheimið og kent stóra ábyrgd fyri tí. Nógv fólk hava vitjað Hvíldarheimið gjøgnum hesi 30 árini, og ein teirra var drotning Margretha í 1995, tá tók Anly ímóti, og ommudótturin Anna Katrina gav drotningini blómur. Góða Anly, vit takka fyri gott samstarv og ynskja tær hjartaliga tillukku við hesum stóra degi og framhaldandi nógv góð ár. 30 ára starvsdagur á Hvíldarheiminum Naina Tíðindaskriv: Fríggjadagin 24. februar kl 16 til 18 letur ein framsýning við málningum hjá Frits Johannesen í Fuglafirði upp í Galerie Focus í Gríms Kambansgøtu 20 í Havn. Frits sigur soleiðis um málningarnar: Uppi á Manni í Blábjørgum í Fuglafirði og á Manhattan í New York eru tvey ymisk støð, men skyldskapur er teirra millum. Tá ið tú gongur ígjøgnum “skotini í New York,” eru kenslurnar tær somu sum at sita í eini gjógv her á landi. Gjáarveggurin er eins og háhúsini til báðar síður og fyri framman standa tey eins og fjøll. Knappliga, meðan eg gekk í New York á Manhattan í oktober 2004, fekk eg tað hugskot at flyta skyggjandi vindeygu á Manhattan í málningarnar. Hetta verð­ur eisini eitt sindur supre­matistiskt (Kasimir Malevitc), fýrkantar sum í ljósum litum liva á fjallasíðum og gjáarveggum. Tað kendist eisini eins og Piet Mondrian livdi í bygningunum í New York. Hansara Neoplasticisma gekk hond í hond við Supre­ matismuni. Tók hesi heiti, og førdi tey til Mansgjógv í Fuglafirði. Fýrkantar remba sær í komplimenterliti í gjónni og gjáarveggi saman við Snjósóljugentuni, sum er ein skaldagenta, ið býr uppi á Manni. Nú hevur hon átt, og nú er talið voksið. Har, tað er ein maður og ein Snjósóljugenta, skuldi okkurt spurt burturúr. Í kroppi, sál og gjárveggi bylgj­ast ljósir fýrkantar aftur og fram og eru ein partur av málningunum, ið verða sýndir fram. Tónleikurin er ikki for­fjón­ að­ur í málningunum. Enn liva tónleikararnir so litríkir og døkkir í myndunum t. d. saman við eini krokudillu. Frits Johannesen hevur stilla út í Svøríki, Noregi, Danmark og Týsklandi. Framsýningin verður opin til 10. mars, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18. Frits Johannesen í Galerie Focus Fríggjadagin 24. februar kl. 16 letur ein framsýning við máln­ing­um hjá Frits Johannesen í Fuglafirði upp í Galerie Focus í Havn Mynd: Jens Kristian Vang Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at góða mamma, vermamma, omma og langomma okkara Petra Næss Joensen Tórshavn andaðist í heiminum leygardagin 18. februar, 97 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju mikudagin kl. 13.00. Familjunnar vegna Eivind, Gunvør, Dukki og Hanna Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá mamma, fosturmamma, vermamma, omma og langomma okkara Isabella Hansen Toftir andaðist og varð jarðað. Takk fyri til øll, sum hjálptu og fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Børnini