Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. februar 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 37 - 21. februar 2006 Barnalív Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Tá ið eg tríni inn í Ternu­ stovuna, koma øll børnini rennandi ímóti mær og geva mær eitt klemm í part – eini tólv heit og mjúk barnaklemm. Til mín, sum eri fremmand og í gulum regnjakka. Og børnini sessast und­ir talvuni við kærleiks­heils­ anum frá foredrunum. Tí, hvønn mánadag fáa børnini eina skrivliga kærleiksváttan frá foreldrunum, sum verð­ ur lisin upp, tá tey eta mat­ pakka. Og mamma Elinbjørg hev­ur skrivað: Eg elski teg í mínum hjarta – elski teg upp á mánan og niður aftur. – Og man verður so glaður inni í hjartanum, at man næst­an fer at gráta, sigur ein genta. Hjørtu og blómur Í hesum døgum hevur Ternu­stova í Sankta Jó­sefs Barnagarði í Havn verk­ ætlan um kærleika og vina­ løg. Stovan er prýdd við hjørt­um og vinatekningum og reyðir og gyltir litir lýsa í stovuni. Á hurðini hanga kærleiksyrkingar, sum børn­ini práta um og við­ gera í felag. Ein stór talva við vinatekningum prýðir endaveggin í stovuni. Loft og veggir eru skrýdd við hjørtum og ljósum. Tey práta um kærleika og vinaløg. Um at vera góð við hvønn annan, familjuna og djórini. Og verkætlanin endar við sjónleiki og tiltaki fyri mamm­um og pápum. Reyðar kjálkar Men hvat er kærleiki, spyrji eg børnini, sum fyrst smæðast nakað, men so kemur glið á. Og Jákup Mart­in sigur, at kærleiki er at klemma og mussa og kela, og síðani fái eg ikki fylgt við í nøvnunum á børnunum, tí tey kappast um at nevna alt, sum tey hugsa um: ternu­ børn eru ternuvinir, at vera glað fyri hvønn annan, at vera vinir, at hjálpa, ikki at arga, hjørtu, rósur, at vera giftur, at hava ring og hvítan kjóla. Og Ránnvá sigur, at tá tvey giftast hevur konan reyðar kjálkar og maðurin hevur hvítar. Kenslur í háseti Tær báðar Yvonna og Ann greiða frá, at endamálið við verkætlanini um kærleika er, at gera børnini tilvitandi um tær góðu kenslurnar, um at geva og taka ímóti kærleika, at vera vinir og góð við hvønn annan. – Vit hava altíð arbeitt sera medvitandi og miðvíst við Vit eru Ternuvinir Hesa fittu søguna brúka tey ofta í Ternustovu. Vit prenta hana, so onnur kunnu brúka hana eisini Einaferð vóru tríggir firvaldar, ein hvítur, ein reyður og ein gulur. Teir flugu av einari blómu aftur á aðra og spældu og dansaðu í sólini. Teir vóru als ikki móðir, tí teir høvdu tað so stuttligt. Men so knappuliga fór at regna. Ikki var hugsingur um hjá teimum trimum firvaldunum at sleppa turrir aftur at húsum. Tí flugu teir til eina tulipan og søgdu: ”Góða tulipan, lat blómu tína upp fyri okkum, so vit sleppa at kroka.” Men tulipanin svaraði: ”Eg vil lata upp fyri tí reyða og tí gula, tí teir líkjast mær. Men tann hvíta dámar mær einki.” Tá søgdu bæði tann reyði og tann guli fyrvaldurin: ”Nei, vit koma ikki inn, sleppur tann hvíti ikki við.” Men regnið helt á og versnaði í hvørjum. So flugu teir til liljuna og søgdu: ”Góða lilja, lat blómu tína upp, so vit sleppa inn at kroka.” Liljan svaraði: ”Tí hvítu vil eg sleppa inn, tí hann líkist mær. Men hinar dámar mær einki.” Tá segði tann hvíti fyrvaldurin: ”Nei, eg fari ikki inn, tá hinir ikki sleppa við. Vit eru vinir, og vit skiljast ikki. So vilja vit heldur verða vátir allir tríggir.” So flugu teir av stað. Men sólin hevði hoyrt alt, sum teir prátaðu um, og hon vildi hjálpa teimum, tí teir vóru so góðir vinir. Tí rak hon regnið burtur, og tá skein hon so heitt, at veingir teirra brátt tornaðu. So spældu og dansaðu teir tríggir firvaldarnir aftur, til sólin fór í kav, so teir flugu heim. Tríggir vinir Ternubørn – ternuvinir