týsdagur 21. februar 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 37 - 21. februar 2006
15
at menna vinaløgini millum
børnini, at práta um kenslur
og at seta mørk, siga tær
báðar, sum eru ávikavist
pedagogur og hjálparfólk á
stovuni. Umframt tær báðar
arbeiðir Sólfríð eisini á
stovuni, men hon hevur frí
í dag.
– Vón okkara er, at verk
ætlanin gevur børnunum
eina felags hugmynd av
hugtøkum sum at hjálpa, at
geva kærleika, at lurta og at
seta orð á kenslur. Tí læra
vit tey at tosa við støði í sær
sjálvum, og at lurta eftir
hvørjum øðrum. Til dømis
kann eitt barn siga, at: »eg
verið kedd, tá tú flennir eftir
mær. Tí vil eg, at tú skal ikki
gera tað meira,« og barnið
í hinum endanum lærir at
steðga á og at lurta eftir
boðskapinum hjá vininum,
siga tær báðar. Og tær greiða
víðari frá, at um børnini á
hendan hátt læra at virða
hvønn annan, kemur tað
teimum vónandi til góðar
øll barnaárini, skúlaárini og
tá tey gerast vaksin.
– Hetta er eitt miðvíst
pedagogiskt arbeiði fyri
trivnaði, sum skal forða fyri
happing og at børnini fara út
um mark, siga tær og vísa
millum annað á søguna um
teir tríggir vinirnir, sum vit
prenta her á síðuni.
Hjálpibørn
Annað, sum tær ganga
høgt uppí á Ternustovu
er, at tey eldri børnini eru
góðar fyrimyndir og hjálpa
teimum smærri børnunum,
sum nýliga eru komin úr
vøggustovuni. Soleiðis eru
børnini skjót at siga frá og
hjálpa, um til dømis »teirra»
barn er liðugt á vesinum,
tá tað dettur ella um tað
grætur. Soleiðis vóna tey í
Ternustovu, at børnini læra
ábyrgdarkenslu fyri hvørjum
øðrum.
Og Dánjal sigur, at kær
leiki er ikki at flenna eftir
hvørjum øðrum og Rókur
samtykkir og sigur, at tað er
nemmiliga at arga.