týsdagur 21. februar 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í hesi vikuni fara
umleið 30 umboð
fyri landsststýrið og
føroyskt vinnulív á
kunningarferð til
India. Endamálið er
at skapa føroyskum
virkjum og vørum
eina tryggari og
meira kappingarføra
grund at standa í
altjóðagerðini. Løg
maður stendur á odda
fyri sendinevndini
Indiaferð
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tað kann ljóða sum afturljóð
ella ekko frá farnari tíð,
nú tað frættist, at ein stór
sendinevnd úr Føroyum
fer til India at kanna sam
starvsmøguleikar.
Fyri
umleið 20 árum síðani fór
táverandi løgmaður, Atli
Dam eisini til India um ikki
júst í somu ørindum, so í
líknandi ørindum. Eftir at
føroyski vinnulívsmaðurin
Guttormur Djurhuus fyrstu
í 80-unum við ágrýtni og
vissiónum hevði lagt lunnar
undir eitt samstarv, har før
oyski báturin skuldi koma
indiskum útróðrarmonnum
til góða, fór Atli Dam nøkur
ár seinni til India at vera
við til upplatingina av eini
verksmiðju, sum skuldi gera
føroyskar plastbátar.
Í dag – 20 ár seinni – verð
ur enn ein roynd gjørd at
knýta bæði vinabond og
samstarv millum hesa eini
av heimsins minstu tjóðum
og eini tí størstu og fólka
ríkastu.
Arbeitt hevur verið við
ætlanini í eina tíð og er
tað John Rajani, ið hevur
tøtt familjubond til India,
sum hevur tikið sær av fyri
reikingunum. Nú er so við at
koma undir land, men eina
løtu sá svart út. Tað var um
reppið, at alt tiltakið varð
lagt á hillina.
Ótryggleiki
Í sambandi við kreppuna
millum Danmark og mus
limska heimin var tað
frammi, at man væntaði, at
tað kundi blíva ófriðaligt
í India eisini, nú 14% av
indarum eru muslimar.
Danska uttanríkisráðið hev
ur so ikki mælt frá at fara
til India. Fyri at kunna seg
persónliga við støðuna tos
aði Jóannes Eidesgaard við
Anders Fogh Rasmussen,
forsætisráðharra nú um dag
arnar og hann segði honum, at
hann skuldi sjálvur til Indiav
sum hurðaupplatari fyri eini
danskari sendinevnd í apríl.
– Hví skulu vit tá avlýsa
ferðina sigur løgmaður, tó
vitandi um aðrar vandar so
fuglakrímið, men tað eru
so teir vandar, sum eru alla
staðni kring heimin.
Sjálvandi hevði eg ikki far
ið á odda fyri eini føroyskari
sendinevnd, um eg var sann
førdur um, at eg kundi
leiða fóllk út í eina ótrygga
støðu. Man noyðist tó at
vísa varsemi og ferðast við
skili.
Landsstýrið hevur tætt
samband við donsku sendi
stovuna í New Delhi um
hesi viðurskiftini og fáa tey
at vita, at har er alt stilt og
róligt. Eingin orsøk er til at
kenna seg ótryggan. Løg
reglan í India tykist eisini
at hava tamarhald á støðum
sum hesum. – Men, leggur
løgmaður aftrar, – vit fara
sjálvandi at taka øll fyrilit.
Týðandi partar av
vinnulívi við
Talan er um umleið 30
fólk, sum fara til India.
Frá landsstýrinum eru løg
maður og løgmansstjóri.
Síðani er John Rajani við
sum stigtakari og fyrireik
ari av túrinum. Bjørt Sam
uelsen verður við sum
kunningarráðgevi og skal
fylgja við og taka samanum
sohvørt ferðin gongur.
Jóannes Eidesgaard, løg
maður sigur, at endamálið
við ferðini er at bjóða
nøkrum lyklapersónum í
føroyskum vinnulívi til at
fáa nakrar møguleikar fyri
einum samstarvi við indiskt
vinnulív. – Vit hava roynt at
peika út tey vinnuøkini, har
vit halda, at eitt samstarv
kann byggjast upp. Tað fevnir
um fíggjarheimin, um KT
vinnuna, lýsingarfyritøkur,
tøkniligar fyritøkur, sum
hava við fiskivinnuna at
gera, sniðgeving og lutvíst
eisini byggivinnuna.
Áhugin hevur verið sera
stórur hjá vinnuni at koma
við til India.
Uppá fyrispurning hví
ferðin verður gjørd nú vísir
løgmaður m.a. til altjóða
gerðina. – Tey, sum føroyskt
vinnulív eru í kapping við
rundan um okkum, troyta
samstarvið við eitt nú India
og Kina. Samstarvið snýr seg
um at fáa gjørt vitunar- og
kostnaðartungar uppgávur
gjørdar har eysturi, sum
so ger, at tey eru før fyri at
vera við í kappingini. Gera
tey tað ikki, so klára tey ikki
at kappast.
Eitt tað besta dømi um
hetta frá føroyskari síðu
er, at Vónin í Fuglafirði í
kapping við íslendsk og
onnur trolvirki vann eitt
tilboð uppá eina nót til ein
pelagiskan trolara, og har
orsøkin er tann, at teir fáa
tað fínmeskaða netið gjørt
í India. Skuldi hetta verið
gjørt heima ella í Europa so
hevði virkið ongan møgu
leika havt at verið við í
kappingini. Endamálið er
tí at seta okkara vinnulív í
nøkunlunda somu støðu hvat
kapping viðvíkur sum vinnu
lívið rundan um okkum, og
sum vit kappast við leggur
løgmaður aftrat.
Uppgraderer
arbeiðsmegi
– Merkir hetta so ikki, at
arbeiðspláss kunnu verða
flutt úr Føroyum til eitt nú
India?
– Tað kann tað sjálvandi
lutvíst gera. Tað hava vit
sæð í Danmark, har tekstil-
og møbilídnaðurin og entá
blaðídnaðurin eru farin eyst
ur eftir og fingið samstarv
har. Men tað hevur so ikki
merkt, at tað er blivið minni
arbeiði í Danmark. Tað vísir
seg, at tú flytur uppgávurnar
frá, at har tú hevur havt t.d.
konur, sum sita og seyma,
hevur tú nú somu konur við
uppskúling, sum sita og
designa og marknaðarføra.
Tú fær uppgraderað tína
egnu arbeiðsmegi, tí tú
bráddliga fær tíð og orku til
at gera nakað annað.
Løgmaður sigur, at tað í
síðsta enda er spurningurin:
tapa vit kappingina so
missa vit øll arbeiðspláss,
so her er tað ein spurningur
um at halda fast við kapp
ingarmomentið, og tað gera
vit við at stilla føroyskt vinnu
lív við júst somu fortreytum
sum vinnulívið rundan um
okkum.
Føroyar og India skulu
Nr. 37 - 21. februar 2006
16
Jóannes Eidesgaard, løgmaður