týsdagur 21. februar 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 37 - 21. februar 2006
B71 nýggjan
formann
B71 fekk mánakvøldið
nýggjan formann. Árs
aðalfundur var, og hóast
undirtøkan fyri fundinum
ikki var tann stóra, eydn
aðist tað at manna nevndina.
Eli Hentze, sum hevur
verið formaður, verður
nú næstformaður, meðan
nývaldi Ragnar Fossdalsá
verður nýggjur formaður í
B71. Hinir í nevndini eru
Hans F. Hansen, Bergleif
Sólsker og Magnus Olsen.
Verjan var
í gávuhýri
Danska felagið Frem spældi
um vikuskiftið javnleik 4-
4 ímóti einum svenskum
3. deildarliði. Heimasíðan
hjá Frem skrivar, at verjan
hjá liðnum var í gávuhýri,
og hvørki verjuspælararnir
ella málmaðurin høvdu
sínar bestu dagar. Atli
Gregersen var annar av
miðverjunum, sum byrjaði
á vøllinum, meðan Jónas
Tór Næss ikki var við frá
byrjan hesaferð
Rógvi endaði
í miðverjuni
KR spældi mánadagin
ímóti Brann í La Manga
Cup, og dysturin endaði
við javnleiki 1-1. Hetta
var triði dysturin hjá KR
á La Manga, og fyrsti
dysturin har tað eydnaðist
at fáa stig. Undan hesum
dystinum hevði KR tapt
1-0 ímóti Tromsø og 4-
2 ímóti Krylia Sovetov.
Longu í fyrra hálvleiki
av dystinum mánadagin
noyddust tveir spælarar
hjá KR út við skaða, og
tað hevði við sær, at Rógvi
Jacobsen, sum byrjaði
dystin á miðvøllnum varð
settur í miðverjuna at
spæla. Rógvi er nú farin
til USA, har hann verður
á venjingarlegu saman
við føroyska landsliðnum
næstu 10 dagarnar.
ÍF nýggjan
formann
Mortan Thomsen er nýggjur
formaður í aðalnevndini
hjá ÍF. Ítróttarfelagið í
Fuglafirði umfatar fótbólt,
flogbólt og badminton, og
nevndir eru fyri einstøku
ítróttargreininar eisini. Í
aðalnevndini sita nú Mortan
Thomsen, formaður, Maus
Túgvustein, næstformaður,
Bogi Nón, kassameistari
og Petur við Gjónna,
skrivari.
B71 vil hava
felagshús
Tað gongur heldur
striltið hjá B71 at
fáa nakað ítøkiligt
burtur úr arbeiðnum
við einum nýggjum
felagshúsi.
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Í 2004 setti nevndin í
B71sær fyri at gera tekn
ing og ætlan fyri eini nýggj
B71-felagshøli, men á
aðalfundinum hjá felagnum
mánakvøldið segði fráfarandi
formaðurin, Eli Hentze, at
tað gongur striltið við hesum
ætlanum.
Hann segði, at arbeitt
veður framvegis við ætl
anini, men millum lítið og
onki er gjørt við hetta mál
síðani seinasta aðalfund.
– Orsøkirnar eru tvær.
Nevndin hevur ikki havt
nóg stóra orku ella áræði
at gera meira við málið,
og hin er tann, at sitandi
nevnd ivast í projektinum.
Eisini tí onkrar politiskar
útmeldingar á fundi við
kommunustýrislimir
í
oynni ikki hava verið einvíst
jaligar, segði Eli Hentze í
formansfrágreiðingini.
– Spurningurin hevur tó
verið umrøddur á tveimum
nevndarfundum, har vit
m.a. hava mett um tørvin.
Harumframt hava vit havt
samband við Articon og
tosað um, hvar bygningurin
møguliga skuldi staðið, eisini
við atliti til áðurnevndu siti
pláss, ið hóskandi kundu
verið partur av einum húsa
projekti, segði hann.
Hendrik
breyt fótin
Hendrik Rubeksen hjá
HB fekk skaða undir venj
ingdysti ímóti GÍ í farnu
viku. Kanningarnar aftan
á hava víst, at fóturin hjá
álopssinnaða spælaranum
er brotin. Brotið er við lítlu
tá, og Hendrik skal binda
frið frá fótbóltsspæli í ein
mánaða, skrivar heimasíðan
hjá HB.
Skaddi landsliðs
spælarin í AaB hevur
sett sær fyri at verða
klárur at spæla, tá
ið superligan byrjar
miðskeiðis í mars
mánaði
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Jón Rói Jacobsen er farin
í holt við venjingina aftur,
eftir at hann fekk ein
løst í knæið undir einum
venjingardysti hja AaB í
Turklandi herfyri.
Løsturin í knæið var tí
betur ikki so álvarsligur,
sum onkur stúrdi fyri, og nú
venur Jón Rói eyka fyri at
gerast klárur at spæla aftur.
Fysioterapeturin hjá AaB
Henrik Bøgvad og fysiski
venjarin Ashley Tootle hava
givið Jón Róa eina serliga
venjingarskrá, sum hevur til
endamáls at styrkja knæið,
har hann fekk ein skaða.
Jón Rói fegnast
Heimasíðan
hjá
AaB
hevur vitjað Jón Róa í
venjingarhølunum,
og
har hittu teir einum bjart
skygdum føroyskum lands
liðsspælara.
– Sjálvandi er tað gott at
kunna venja aftur. Eingin
fótbóltsspælari tímir at ganga
skaddur, og eg fegnist um, at
skaðin ikki hevur verið so
drúgvur, sigur Jón Rói.
Hann er farin undir
venjingin saman við lið
feløgunum aftur, og har
afturat venur hann eisini fyri
seg sjálvan.
– Eg venji bæði saman
við liðfeløgunum og fyri
meg sjálvan. Eykavenjingin
skal styrkja vøddarnar kring
knæið, so at eg kann koma
rættiliga fyri meg aftur, sigur
Jón Rói.
Klárur í mars
Tá ið Jón Rói fekk skaðan
í knæið var vandi fyri, at
hann skuldi halda ein langan
steðg, men tíbetur gjørdist
tað ikki so álvarsamt, og
nú hevur Jón Rói sett sær
eitt ítøkiligt mál fyri, nær
hann skal verða heilt klárur
aftur.
– Eg eri optimistur. Eg fái
ikki sagt, nær eg verði heilt
klárur at spæla aftur, men
mítt persónliga mál, at eg
kann spæla, tá ið superligan
byrjar aftur mitt tí mars,
sigur Jón Rói Jacobsen.
Hesa vikuna skulu Jón
Rói og teir venja sjey ferðir,
umframt at AaB skal spæla
ein venjingardyst ímóti
Randers FC seinnapartin
fríggjadagin.
Tíðindastova endur
gav Toda Jónsson fyri
at siga, at hann vildi
aftur til Danmarkar
at spæla, men nú
avsannar Todi, at
hann skal hava sagt
hetta
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Seinastu dagarnar hava
tíðindi gingið um, at Todi
Jónsson skuldi fara aftur
til Danmarkar at spæla fót
bólt. Millum annað norska
tíðindastovan NTB bar
tíðindini um, at Todi ikki
treivst í Noregi, og at hann
tí skuldi skifta felag.
Nýggja felagið hjá Toda
skuldi sambært tíðindunum
vera FC Nordsjælland, sum
spælir í superliguni.
Men Todi boðar nú alment
frá, at hann hevur einki sagt
um hetta.
– Eg eri blivin skeivt end
urgivin, og eg skilji ikki,
hvussu tað, sum eg havi
sagt, kann verða tulkað
soleiðis, sigur Todi Jónsson
við Fedrelandsvennen.
Endar í Start
Todi hevur fyri kortum longt
sáttmálan við Start fyri
restina av hesum árinum, og
partarnar hava møguleikan
at leingja sáttmálan við
einum ári afturat.
– Um tvey ár eri eg 36 ár.
Hetta er mín seinasti sátt
máli, og FC Nordsjælland
er ikki upp á tal eftir hend
an sáttmálan, sigur Todi
Jónsson.
Hann sigur seg trívast væl
í Start og ætlar at halda sína
avtalu við felagið.
Áðrenn Todi fór til Noregs
at spæla var hann í sambandi
við fleiri donsk feløg, og tað
var sagt, at FC Nordsjælland
var eitt av feløgunum. Men
eingin avtala kom í lag mill
um partarnar, og nú stað
festir Todi, at tað kemur
heldur ikki upp á tal.
Hann ætlar sær at enda
sína yrkisleið.
Jón Rói hevur gott mót
Jón Rói er farin at venja saman við liðfeløgunum aftur, og
haraftur venur hann eyka í venjingarhølunum fyri at styrkja
skadda knæið
Mynd: aabsport.dk
Todi varð skeivt endurgivin
– Um tvey ár eri eg 36 ár. Hetta er mín seinasti sáttmáli, og FC
Nordsjælland er ikki upp á tal eftir hendan sáttmálan, sigur
Todi Jónsson