Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-21, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. februar 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 37 - 21. februar 2006 23 Nr. 37 • týsdagur • 21. februar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo AB nýggjan spælara Argja Bóltfelag hevur fingið enn ein spælara á liðið, sum hevur drúgvar royndir frá 1. deildarfótbólti. Jákup Martin Joensen, sum hevur verið ein av spælarunum hjá EB/Streymi, fer nú at spæla við AB, skrivar heimasíðan hjá felagnum. Jákup Martin hevur spælt á besta liðnum hjá EB/Streymi síðani 1993, og harafturat spældi hann við B36 í 1998. Ongin sáttmáli til Odogu Joseph Odogu, sum hevur royndarvant í EB/Streymi seinastu vikurnar, er farin av landinum aftur. EB/Streymur vildi ikki binda seg til eina avtalu við spælaran, tí hann var ikki nakar styrkur fyri hópin. 21 ára gamli nigeriski spælarin spældi tríggjar dystir við EB/Streymi, og hann gjørodi tvey mál, men hóast hetta var hann vigaður og funnin ov lættur, skrivar heimasíðan hjá EB/ Streymi. Claus fekk eina løtu í tapi Coventry tapti um vikuskiftið 3-1 ímóti Plymouth í næst­bestu ensku deildini. Føroyski landsliðsspælarin Claus Bech Jørgensen var eykamaður til dystin, men tá ið Coventry var komið aftur um 3-0, royndi venjarin Micky Adams at venda dyst­inum og skifti tríggjar nýggjar spælarar inn. Teirra millum vóru Claus Bech Jørg­ensen og veteranurin Dennis Wise. Útskiftingin munaði nakað. Dennis Wise fekk gult kort aftaná 40 sekund og lítla løtu seinni skor­aði hann til endaliga úrslitið 3-1. Ingi eyka á eykaliðnum Ingi Højsted er ein av spæl­ arunum, sum skal verða við í dystinum hjá eykaliðnum hjá Birmingham ímóti West Bromwich týskvøldið. Venjarin Keith Bertschin hevur tikið fleiri av royndu spælarunum hjá Birm­ ing­ham við til dystin. Til dømis Nico Vaesen, Jamie Clapham og nýggja spælaran DJ Campbell. Ingi Højsted er eisini tikin út til dystin, men í fyrstu syftu verður hann noyddur at hyggja at, tí hann skal saman við fýra øðr­um spælarum verða eyka. – Svarið, sum Brian Mikkelsen hevur fingið frá altjóða Olympisku nevndini, umfatar bert Grønland. Vit hava frábiðið okkum, at møguligur føroyskur limaskapur skal tengjast at hesum, sigur Heðin Mortensen, ÍSF- forseti. Og serligar orsøkir eru til tað Olympiskur limaskapur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Danski mentamálaráðharrin, Brian Mikkelsen, var í gjár á fundi við Jacque Rogge, formann í altjoða Olympisku nevndini. Ørindini hjá Brian Mikkelsen vóru at kanna eftir, hvørt IOC á nakran hátt kundi loyva Grønlandi og Føroyum olympiskan lima­skap. Hetta eftir stóru grønlendsku ónøgdina, nú grønlendskur skiðrennari ikki slapp við á danska OL-liði, hóast hesin leyk kravtíðirnar hjá IOC. Broytti einki Hvørt danski mentamála­ráð­ harrin hevði nakra veruliga vón um, at vitjan hansara skuldi geva úrslit. Ella um talan bert var um eitt politiskt stunt fyri at linka grønlendsku ónøgdina, skulu vit lata vera ósagt. Men í øllum førum var svarið, sum hann fekk frá IOC púrasta greitt. – Jacque Rogge stóð fast við síni sjónarmið. Møgu­ leikarnir fyri grønlendskum og føroyskum limaskapi eru sera, sera lítlir. Tað stendur beinleiðis í viðtøkunum, at einans lond, sum eru góðtikin av ST sum sjálvstøðug lond, kunnu gerast IOC-limir. Eg fái ikki broyt reglarnar hjá IOC, men eg kann vísa tað, sum eg haldi kann gagna ítróttini, segði Brian Mikkelsen. Greiðar IOC-lógir Hesi orð eru tó ikki nakað, sum kemur óvart á Heðin Mortensen, formann í ÍSF, sum varðar at føroysku roynd­ unum at fáa IOC-limaskap. – Hasum vistu vit av. Lóg­ irnar hjá IOC eru púrasta greiðar, og teimum verður ikki víkt frá. Vit sendu eisini Brian Mikkelsen eitt bræv, áðrenn fundin, har vit frábóðu okkum at verða tengdir at málinum. Vit hava okkara egnu umsókn inni, og hon byggir á nakrar heilt aðrar fortreytir, vísir Heðin Mortensen á. Tær serligu fortreytirnar, sum ÍSF-forsetin sipar til, at tann sannroynd, at før­ oyska umsóknin varð send inn longu í 1984. IOC- lóg­irnar um, at talan skal verða um sjálvstøðug lond, vórðu broyttar í 1996, og tí metir ÍSF, at føroyska um­sóknin skal viðgerast á øðrum fortreytum. Saman við Føroyum er Gibraltar einasta hjálandið, sum hev­ ur líknandi umsókn inni. Gibraltar hevur nú stevnt IOC, tí teir bara hava »súlt­ að« umsóknini av politiskum ávum, heldur enn at geva góðkenningina, sum teir meta seg eiga. Skal ikki brúkast politiskt – Fyri okkum er sakarmálið hjá Gibraltar sjálvandi rætti­ liga avgerandi. Fáa teir lima­skap, so verður talan helst eisini um játtandi svar til Føroyar. Og tað er eisini orsøkin til, at vit so krampaktiga hava hildið fast um, at okkara umsókn er frá 1984, sigur Heðin Mortensen. – Men mest av øllum, so er tað so sera umráðandi, at kortini hjá okkum nú verða spæld rætt. Vit skulu um ikki so langa tíð á fund við Rogget, sum vit hittu á fundi hjá Europeisku Olympisku nevndini herfyri. Og til tann fundin haldi eg, at vit eiga at mobilisera so væl, sum vit á nakran hátt kunnu. Tað vil siga við at hava løgmann og mentamálaráðharra við, eins og tað vónandi ber til at fáa stuðul frá donsku IOC- umboðunum. – Skal hetta eydnast, so er tvingandi neyðugt, at vit øll standa sum ein maður. Og ikki at ein politikkari her og ein embætismaður har føra síni sjónarmið fram. Í hesum haldi eg, at ÍSF saknar ein veruligan politiskan stuðul. Altso ein stuðul, har politiski myndugleikin fyrst kemur til okkara, heldur enn at sleingja um seg við meiningum. Hetta er ikki eitt mál, sum skal gruggast av politikki, men eitt mál, har politiski myndugleikin kann hjálpa til í gongdini,. Og tað er kanska tað mest týdningarmesta av øllum, staðfestir Heðin Mortensen. Føroyar vilja ikki í part við Grønland Heðin Mortensen heldur, at føroyska umsóknin um limaskap í IOC frá 1984 kann verða einasti vegurin upp í Olympisku leikirnar