Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-21, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. februar 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Annað árið á rað setti botnlinjan hjá Føroya Sparikassa met. Úrslitið fyri 2005 gjørdist eitt avlop á 127 mió. Vanligi raksturin kastaði 164 mió kr. av sær Roknskapur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Úrslitið áðrenn skatt gjørdist í 2005 ikki minni enn 164,2 mió kr., og fyrst og fremst er hetta ein staðfesting av vaksandi virkseminum. Eitt virksemi, har ein triðingur av inntøkunum nú koma frá virkisøkjum uttan fyri Før­ oyar. Góða úrslitið gevur eisini teimum, sum eiga partabrøv í Sparikassanum sítt. Hóast eginpeningskontan hevur ver­ið hampuliga stór, so var rentingin av hesi heili 18,8 prosent, sum avgjørt má metast sum nøktandi. Av hesum verður ætlaða vinn­ ingsbýti 5% – Rentan er lág og kapp­ ing­in á føroyska fíggjar­ marknaðinum er sera hørð. Tí kunnu vit ikki vera annað enn nøgd við, at Sparikassin nú kemur út við enn einum metgóðum úrsliti, sigur Marn­er Jacobsen, forstjóri. Í tíðindaskrivinum vísir for­­stjórin á, at avlopið er úr­slit av einari miðvísari tilgongd seinastu árini, har Sparikassin hevur sett sær sum mál at menna virksemið í Føroyum, umframt at ein munandi partur av inn­­­tøk­­un­um skuldi koma frá virksemi uttan fyri Før­oyar. Endamálið er at økja vinningin hjá Føroya Sparikassa, spjaða váðan og gera Sparikassan upp aftur meira kappingarføran. – Sparikassin hevur havt framgongd á fleiri økjum í Føroyum, og íløgan í Eik Bank Danmark vísir seg eisini væl aftur í úrslitinum hjá samtakinum”, sigur Marn­er Jacobsen, forstjóri. Úrslitið hjá Eik Bank var 41,9 mió. kr. áðrenn skatt. Seinastu árini hev­ ur Sparikassin keypt partabrøv í størsta íslendska sparikassanum Spron og er nú størsti einstaki partaeigarin. Ognarparturin er um 10 prosent. Hartil eigur Føroya Sparikassi 42,5 prosent av DSK A/S, ið er eitt felag, sum ger íløgur í lokalar danskar peningastovnar, og sum hevur havt eitt gott ár í fjør. Sparikassastjórin sigur at enda, at tey hava góðar vónir til gongdina í ár. Roknað verður við, at úrslitið verður oman fyri 125 mió kr. fyri skatt. 22 Nr. 37 - 21. februar 2006 Vit hava ongan veru­ ligan fiskamarknað í Føroyum, har leski­ ligar og feskar fiska- og skeljavørur eru at fáa. Ein tann frægasti útimarknaðurin í Føroyum til fisk – og fugl – man vera Vágsbotnur í Havn, har útróðrarmenn og veiðimenn stundum bjóða fisk og fugl til sølu Marknaður Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Onkuntíð hevur verið sagt, at tað loysir seg ikki at hava handil við fiski í Føroyum. Kanska halda føroyingar, at fiskur er nakað, tú ikki brúkar pening upp á. Tú veið­ ir hann sjálvur – ella fært hann frá grannanum, onkrum í familjuni ella onkrum, ið stendur tær nær. Kanska er nakað um hetta, men samfelagið broytist, og tað ger gerandisdagurin eisini. Eingin marknaður Føroyar eru fiskivinnutjóð burtur av – ja, meira enn nøk­ur onnur tjóð, vit kenna. Kort­ini hava vit ongan veru­ ligan fiskamarknað, har leski­lig­ar og feskar fiska-og skelja­vørur eru at fáa. Ein tann frægasti útimarkn­ að­urin í Føroyum til fisk – og fugl – man vera Vágsbotnur í Havn, har útróðrarmenn stundum bjóða fisk – og fugl – til sølu. Onkur roynir seg við sølu av fiski úr vogni, sum er rigg­ aður til endamálið. Spyrt tú, hvussu gongur, man ivaleyst vera smáligt við sølu. Tó ikki verri enn tað, at hetta er ein avmarknaður marknaður, sum lív er í. Samfelagið er lítið, og ein sannroynd er, at nógv onkus­vegna fáa hendur á fiski. Kanska er fiski-ella út­róð­rar­mað­ur í húsinum, og tá er eingin orsøk til, at nóg mikið av fiski ikki hongur á trænum ella er í boksini. Áhugavert kundi kanska verið við einum meira skip­ að­um marknaði, har fólk høvdu høvi at bjóða út fisk og fugl, og har viðskiftafólk soleiðis høvdu eitt ávíst úr­val at velja ímillum. Høgir prísir Í fjør summar vitjaði So­si­al­ urin ein fiska-og grøn­metis­ marknað í Ålborg, har hópin av fiska-og skeljavørum og ymiskum fruktvørum fing­ ust til keyps. Hetta var sonevndi Ros­dahls-marknaðurin í Ål­borg. Tað er altíð áhugavert at ganga á einum slíkum marknaði eina løtu og hyggja at vørum og prísum. Sum myndirnar vísa, eru prísirnir á eitt nú svart­kalva­ flaki 180 kr/kg., toska­flaki 85 kr/ kg. og á longuflaki 78 kr./kg. Nevnast kann eisini, at prísurin á eitt nú hummara- sporlum (jomfruhaler) á marknaðinum hendan dagin var heilar 200 kr./ kg. Vit kunnu leggja aftrat, at hetta eru ikki teir prísirnir, vit kenna í Føroyum, og áhug­avert hevði verið hjá teim­um, sum troyta sjógvin, at fingið okkurt sum líkist hesum prísum á ”borðið”. Svartkalvafløk fyri 180 kr./ kg. Metúrslit hjá Sparikassanum Høvuðs- og lyklatøl fyri Sparikassasamtakið tkr. 2005 2004 2003 2002 2001 Rakstur Rentuinntøkur netto, og ómaksgjøld 297.758 222.962 237.134 216.388 197.898 Virðisjavnan av virðisbrøvum og útl. gjaldoyra 46.221 87.666 23.080 11.729 -2.341 Útreiðslur til starvsfólk og umsiting v.m. 180.447 124.660 121.369 118.161 106.320 Avskr. og burturleggingar av skuldarum (netto) 5.925 86.869 309.249 17.959 12.962 Úrslit av vanligum rakstri 164.213 111.721 -171.385 81.162 73.829 Ársúrslit 126.609 107.201 -128.762 65.904 57.492 Javni Ogn tilsamans 8.621.030 6.493.565 5.194.770 5.196.398 4.954.253 Eginpeningur ultimo 917.330 826.700 753.596 882.431 820.497 Forrætningsgrundarlag Útlán 6.550.896 5.052.785 3.886.990 3.979.385 3.588.964 Innlán 4.483.030 4.195.076 3.786.192 3.947.217 3.791.944 Ábyrgdir 394.193 276.665 111.637 104.760 86.374 Samlað forrætningsgrundarlag 11.428.119 9.524.526 7.784.819 8.031.362 7.467.282 Lyklatøl Solvensprosent 12,8 15,2 18,1 22,0 24,1 Útlán og burturleggingar í mun til innlán 152,5 130,6 112,3 102,9 96,4 Yvirdekningur í mun til lógarkrav um gjaldføri 80,1 71,3 90,6 80,6 121,3 Burturleggingarprosent 4,0 7,4 8,3 2,0 1,8 Útlán í mun til eginognina 7,1 6,1 5,2 4,5 4,4 Tal av starvsfólki, umroknað til heiltíðarstørv 216,7 204,8 185,6 179,9 179,3 FAKTA Stjórin í Føroya Sparikassa er sera væl nøgdur við úrslitið, sum er hitt besta í søguni hjá Sparikassanum Høgir prísir á Rosdahl-marknaðinum í Ålborg Mynd: Vilmund Jacobsen