týsdagur 21. februar 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
– Talan kann
gerast um eina
olju”bonanzu”
verður olja funnin í
summar ella næsta
ár. Men uttan mun
til um tit finna olju,
so eiga føroyingar at
gerast so sjálvbjarg
nir við orku sum
tilber, og tað er m.a.
við at troyta egnar
orkumøguleikar, eitt
nú við at samskipa
vindmyllur við
pumpuskipan í vatn
byr gningum, sum
skotið er upp at gera í
Vestmanna
Orka
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
– Eingin ivi er um, at Føroyar
kunnu spara nógva orku og
troyta nógvar alternativar
orkumøguleikar í framtíðini,
nú oljuprísurin er so høgur
og tyngir samfelagið so nógv
sigur Richard Hardmann,
fyrrverandi stjóri í Amerada
Hess og í dag stjóri í Atlantic
Petroelum UK og mælir hann
føroyingum til umframt at
leita eftir olju eisini at gera
íløgur í alternativar orku
keldur.
Hann var millum luttakar
arnar á olju- og orkuráðstevn
uni í Norðurlandahúsinum í
farna mánað. Hann heldur, at
hetta var ein sera positiv og
góð ráðstevna, har vit rukku
víða um, frá oljuvinnuni
og trupulleikunum í dag
til vónirnar til framtiðina.
Ráðstevnan boðaði frá, at
her er nógv virksemi og krea
tivitetur, og tað er sera gott.
Richard Hardmann er
sera spentur um úrslitið av
komandi boringum á land
grunninum og sigur, at før
oyingar kunnu eisini vera
á gáttini til eina øgiliga
spennandi tíð, ja sum hann
málber seg, eina ”bonanza”.
Men hóast tað verða gjørd
stór oljufund, so eigur
áhugin fyri alternativu orku
loysnunum ikki at minka.
Honum dámdi so væl ætl
aninar hjá felagnum Røkt
í Vestmanna, sum vórðu
umrøddar á ráðstevnuni,
at hann vil avgjørt mæla
føroyskum orkumyndug
leikum vísa teimum áhuga
og vælvild. –Tað var ein
sera spennandi og frameftir
hyggjandi verkætlan, har tú
samskipar pumpuskipanir
og vindmyllur. Um eg var
tit, so hevði eg brúkt øll
høvi at fingið vindorkuna
at sampakka við eina slíka
pumpuskipan. Hetta er
avgjørt tað rætta, og tit vilja
fáa stórar fyrimunir við slík
ari menning.
Richard Hardmann, sum
hevur arbeitt í oljuvinnuni
alt sítt lív, sigur, at var hann
føroyingur, so hevði hann
ynskt at sæð einar framtíðar
Føroyar, sum eru so sjálv
bjargnar á orkuøkinum, sum
tilber.
Oljan og framtíðin
Og hann heldur fram: -Oljan
fer at vera eitt virðismikið
og avmarkað tilfeingi í fram
tíðini. Í dag er ikki møguligt
at seta nakað í staðin, eitt nú
tá tað snýr seg um flutning.
Fyri Føroyar merkir tað m.a.,
at tú hevur einki at skifta
oljuna út við hjá skipum
og flogførum. Tú kanst
møguliga útskifta hana við
flótandi gass, men tað gerst
ikki her og nú.
Richard Hardmann sigur
annars, at vit eru við at
koma til eitt vegamót, har
vit ikki finna meira olju.
Serfrøðingar eru ymiskir á
máli um henda spurning.
Sjálvur heldur hann, at topp
urin verður náddur í 2012,
plus ella minus 8 ár. Tað kann
tískil vera nú ella í 2020.
Almenna hugsanin hjá stóra
oljufelagnum Chevron er, at
tað verður eitt hæddarpunkt
verður í 2010, men tað krev
ur so, at tað verða sera høgir
oljuprísir.
Um oljuprísurin kollapsar
fer man ikki at leita eftir
olju í sama mun, og teir
høgu prísirnir fyri at leiga
boripallar fara at lækka. Høgi
oljuprísurin skundar undir
leiting í kostnaðarmiklum
økjum so sum Føroyum í
løtuni. Fyri brúkaran vil
príslækkning koma væl við
uppá stutt sikt, men fyri
oljuútboðið hevði hetta ikki
verið gott.
Keypið oljufelt
Sjálvur hevur Richard Hard
mann eini góð ráð at geva
føroyingum, tá tað ræður um
at fáa nøktað sín oljutørv í
framtíðini, ein tørv, sum fer
at verða leingi aftrat, uttan
mun til um tú fer yvir til við
varandi orkukeldur.
– Finnur tú ikki olju sjálv
ur at nøkta framtíðar tørvin,
so mást gera eina avtalu um
at fáa olju. Og tað kanst
tú m.a. gera við at keypa
eina oljukeldu ella part av
henni.
Hann vísir á, at danir hava
keypt ein part av Ormen
Lange gassfeltinum, so teir
hava tryggjað sær 10 ára
gassleveransu til Danmark,
so hví skulu ikki føroyingar
keypa ein part av einum
oljufelti eisini og vísir til, at
Atlantic Petroleum hevur
útvegað sær lut í oljufeltum
longu. Kanska skulu al
mennu Føroyar gera eina av
talu við Atlantic Petroleum
leggur hann aftrat.
– Sum stjóri í Atlantic
Petroleum UK er tað nett
upp ein slíka avtala eg
vildi sæð. Tit mugu liva við
ótryggleikanum í fiskiflotan
um. Við slíkari avtalu kundi
man minkað ella sloppið
av við henda ótryggleikan
ella ikki verið so bunding at
øðrum.
Spennandi tíð
Annars heldur Richard
Hardmann, at tað sær sera
spennandi út hjá føroying
um, tá hugsað verður um at
finna egna olju eisini, tó at
einki enn er avgjørt.
– Brugdan, sum verður bor
að í summar, er ómetaliga
áhugaverd. Ikki minst tí,
at man her roynir nýggjar
leiðir. Eingin kennir úrslitið.
Sagt er at 23% møguleiki er
fyri, at tað eydnast. Eg veit
tað ikki. Tað kann vera 1%
ella 60%. Eg veit tað ikki. Tí
mugu vit bora fyri at finna
út av tí.
– Nú hevur tú fylgt olju
leitingini við Føroyar so
leingi, er tú framvegis bjart
skygdur um, at vit finna
oljuna?
– Eg haldi, at fundini,
sum eru gjørd í seinastuni,
t.d. Cambo og Lochnagar/
Rosebank vísa okkum,
at vit tosa ikki bara um J-
basengið, tvs. økini niðri
í landssynningshorninum
á
landgrunninum. Vit
mugu hyggja eftir øllum
turru brunnunum á Atlants
mótinum, tá vit evalauera
hetta og hyggja frameftir. Eg
haldi ikki, at vit nóg greitt
vistu, hvat vit gjørdu, tá vit
boraðu fyrstu brunnarnar.
Vit eru nústaðni við at læra
nakað. Og eg trúgvi at tøknin
eisini er á okkara síðu. Seis
mikkurin sum Statoil legði
fram fyri okkum á ráð
stevnuni vísir, hvussu langt
vit eru komin.
Jú eg eri meira bjartskygd
ur. Og tað at oljuprísurin er
høgur hevur eisini nógv at
siga fyri leitingina.
Annars fegnast hann um,
at áhugin fyri at arbeiða hjá
oljufeløgum í dag er nógv
størri enn hann hevur verið,
kanska tí at tey ungu fólkini
kenna tað sum, at henda
vinnan ikki er so ”dálkandi”
og tískil ikki longur við
at koma í ringt orð, sum
áður.
Richard Hardmann er
javnan í Føroyum fyri at
tosa við fólkini hjá Atlantic
Petroleum her. Í gjár var
hann á eini slíkari stuttari
vitjan.
Richard Hardmann, kendur oljumaður:
Føroyar kunnu
verða sjálv
bjargnar við orku
Richard Hardmann, stjóri í Atlantic Petroleum UK var sera væl
nøgdur við oljuráðstevnuna í Havn í farna mánað og heldur,
at føroyingar eru sera kreativir og eiga vit at gera hugskot og
ætlarnir innan alternativar orkukeldur til veruleika
Mynd Jan Müller
Stjórin á røkt í Vestmanna, suym greiddi frá ætlanum at samskipa vindmyllur við
eini pumpuskipan, tosar við Súsonnu Sørsensen frá Jarðfeingi og umboð fyri íslendsku
sendinevndina, ið varð við á olju- og orkuráðstevnuni herfyri
Mynd Jan Müller
Nr. 37 - 21. februar 2006
21