Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-21, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. februar 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fantastisk verkætlan – Ein fantastisk verk­ ætlan, sum má fáa skjóta og positiva viðgerð sigur lands­ stýrismaðurin í Vinnumálum um ætlanina hjá Jákup á Dul Jacobsen Stóratjørn Jan Müller jan@sosialurin.fo Eins og Jóannes Eidesgaard, løgmaður, Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri og Høgni Hoydal, formaðurin í størsta andstøðuflokkinum halda ætlanina hjá Jákup á Dul Jacobsen at fremja eina risastóra byggiætlan í Hoyvíkshaganum verða sera kærkomna, so heldur lands­sstýrismaðurin í Vinnu­ málum, at hetta er ein fantast­ isk verkætlan, sum má fáa skjóta og positiva viðgerð. – Hetta er ein verkætlan, sum sannførir okkum í Vinnu­ málaráðnum um, at Føroyar eru eitt áhuga­vert íløguøki. At tann politikkurin, sum hevur verið rikin tey seinastu árini, kann eggja íleggjarum til slíkt átak, sigur okkum, at vit hava nakrar karmar, sum hóast alt eru rímuliga nøktandi. Og ikki minst tá vit hava stungið út í kortið ein nýggjan vinnupolitikk, so lagar tað uppundir hesa ætlanina hjá Jákup á Dul Ja­cobsen, tí málið er at lata okk­ara samfelag upp, so íleggj­arar burturi sum heima kunnu síggja møguleikar fyri, at tað verður rensl í sam­felagnum. Og landsstýrismaðurin ásann­ar, at tað at Jákup á Dul er komin higar við hes­ um útbyggingarætlanum – at tað eru tey, sum síggja møguleikar í samfelagnum – er eitt gott dømi um, at vit eru á rættari kós, og tað frøðir hann almikið. Bjarni Djurholm sigur seg tí kunna taka undir við hesi verkætlan við opnum sinni og stórum spenningi, og hann vónar, at Jákup á Dul Jacobsen røkkur sínum máli. Hann sigur víðari, at sæð út frá einum lands­polit­ isk­um sjónarmiði, so er ein­asta tilgongd tey hava í løtuni, møguleikin hjá stig­ takaranum at ogna sær lendi, og tað er nak­að, sum stovn­ur undir Vinnu­mála­ ráðnum tekur sær av. – Eg veit, at hann fær skjótt og positivt svar. Landsstýrismaðurin sær tað sum sera kærkomið, at Jákup á Dul á henda hátt eis­ ini kann vera við til at eggja øðrum at gera tað sama og at venda eygunum móti hesum samfelagnum. Javnbjóðis øðrum – Hetta samfelagið skal vera javnbjóðis øðrum sam­ feløgum, har tilboðini vaksa og eru margføld, og tí er neyðugt, at vit tryggja okkara ungu fólkum, sum hava lært og arbeitt aðrastaðni, at tey kunnu koma aftur til eitt sam­felag, har tey kunnu liva og trívast. Vit øll eru so mobil í dag, at man fer har, sum møguleikarnir eru, bæði arbeiðsliga og sosi­ alt. Tað er eisini ein upp­ gáva hjá politiska myndug­ leikanum, at fólk trívast í gerandisdegnum. Hetta er tí eitt ótrúligt átak til tess at kunna javnstilla okkum við teir høvuðsstaðir og lond, sum vit í dag kappast ímóti. Hetta er eitt positivt átak, sum fer at vísa seg at vera neyðugt, skulu vit halda fast uppá tað unga og virkisfúsa men ógvuliga mobila fólkið, sum livir í landinum. Alternativið verri Uppá fyrispurning um hann sær nakað minus við hesi verkætlan eitt nú í sambandi við eina størri miðsavnan sig­ur Bjarni Djurholm, at alternativið kann vera verri. – Miðsavnan hendir kortini, og um miðsavnanin, sum vit síggja í dag kann vera styrkt við hesi byggingini, so skapar tað eisini møgu­ leikar. Og at tú hevur betri samferðslumøguleikar kann gera, at fólk kring alt landið fáa gagn av hesum. Landsstýrismaðurin legg­ ur tó aftrat, at tað verður so ein politisk uppgáva at tryggja tey veiku økini, soleiðis at tey eisini verða partur av menningini. Hvat sigur landssstýris­ maðurin so til, at hetta kann tykjast ógvusligt og øðrvísi enn tað vit eru von við í Før­ oyum? – Vit skulu síggja tað posi­ tiva í tí. Fjølbroytni í bygg­ing­ ini er eisini við til at skapa eitt spennandi umhvørvi, og tað er eisini avmarkað, hvørjar víddir vit hava at byggja á, og tí verður eisini neyðugt at fara uppeftir held­ur enn at spjaða okkum úteftir. So tað síggi eg ikki sum nakran trupulleika. Tað er Búnaðarstovan und­ir Vinnumálaráðnum, sum skal taka støðu til umsóknina frá Tórshavnar Kommunu vegna um­søkjaran. Sær kunnugt sig­ur landsstýrismaðurin, so arbeiðir stovnurin við um­sókn­ini. – Vit eru spurdir um hetta og okkara svar er, at tað skal arbeiðast skjótt við hesum, tí málið má ikki koma í drag. Tað er ein fastur prísur fyri at keypa jørð. Prísurin fyri ódyrkaða jørð liggur um 50 kr. fermeturin. Hetta málið verður avgreitt eins og øll onnur mál av sam­ svarandi slagi sigur lands­ stýrismaðurin við Portalin. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í Vinnumálum tekur ímóti verkætlanin hjá Jákup á Dul við opnum sinni Umsóknin hjá Tórshavnar Býrað vegna Jákup á Dul Jacobsen at ogna sær jørð til byggingina skal fáa skjóta og positiva viðgerð sigur landsstýrismaðurin Nr. 37 - 21. februar 2006 20