Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-21, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. februar 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vent tí brain-drainið, sum hevur verið seinastur árini, soleiðis at vit fáa okkara fólk við útbúgving og neyðugum førleikum heimaftur, ella í hvussu so er at verða partur av føroyska samfelagnum. Eisini kann hetta styrkja hug­in hjá útlendingum at gera íløgur í og at virka í Før­oyum, og harvið fáa til vega bæði váðafúsan kapital og vitan. Táta Ansast skal tó eftir, at hetta ikki gerst ein táta, sum polit­ iska skipanin brúkar til at vísa framburð við og ikki ger sítt arbeiði á øðrum økjum, t.d. við at aðrar ætlanir steðga og at vit hugsa hetta inn í m.a ferðslunet, bústaðarpolitik, mentunarpolitikk og ar­beiðs­ marknað. Stóratjørn er eitt privat átak, sum lyftir før­ oyska ambitiónsstøðið al­mikið, og tí er alneyðugt at politiska skipanina torir og klárar at fylgja við. Váði? Váði er sjálvsagt eisin bund­ in at slíkari ætlan. Talan er um eina vinnuliga verkætlan, sum íleggjararnir skulu vinna pen­ing burtur úr. Tí skal tað eisini bera seg. Skuldi tað hent, at verkætlanin steðg­ aði mitt í arbeiðnum ella ikki ber seg, fær tað eisini fylgjur, tí nógvur kapitalur fer burtur eins og tað kann seta váðafýsni longur aftur enn í dag. Men Føroyar hava tørv á, at slíkar ætlanir verða gjørdar, at tær verða upp­graderaðar, og at tær fáa dynamikk frá einum av okk­ara egnu. Fyrsta stig­ ið er sjálsagt at vita, um Tórshavnar Kommuna gevur neyðugu loyvini, og annars so er bara at fara til arbeiðis beinanvegin. Møguliga er tað so at verkætlanin kann betrast, neyvan fæst full semja um hvussu ein slík ætlan er best. Eisini er rætt at umhugsa um bygging á henda hátt elvir til ghettoir. Eg loyvi mær at ivast, tí okk­ ara samfelagsskipan er nógv ørvísi enn í Grønlandi og Danmark, talan er ikki um so nógvar íbúðir í blokkum, nevniliga 100 og nýggj húsa­ bygging er við síðuna av Stórutjórn. Menning er broyting Alheimsgerð og samfelags­ menning snýr seg um at fylgja við tíðini, tillaga og betra seg, men eisini um at styrkja seg og finna serlig sterk økir. Tí er tað ein til­ gongd, har neyðugt er at hyggja út handan hav, men eisini at hyggja inn eftir sær sjálvum. Neyðugt er at halda fast í sær sjálvum, men ikki so fast, at broyting og menning ikki ber til. Vit skulu ikki blaka føroyska mentan og virðir fyri borð, men brúka tey til at innrætta okkum eftir við teim nýggju avbjóðingunum sum eru. Stóra­tjørn skapar eitt meira altjóða umhvørvið til bæði arbeiði og frítið. Hetta kann verða ein kickstartari, sum ger Føroyar áhugaverdari hjá bæði útisetum og útlend­ ingum. Stóratjørn gevur as­­ falt­føroyingum fleiri tilboð og lyftir privata initiativ­ið uppá at kappast við granna­ londini í umstøðum og tí eisini vinnuumhvørvi. Nr. 37 - 21. februar 2006 19