týsdagur 21. februar 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Góða viku aftaná at tað
frættist, at okkurt heilt
stórt varð í væntu og at
Stóratjørn verkætlanin hjá
Jákupi á Dul Jacobsen bleiv
løgd fram, er ikki annað at
siga at hon hevur verið væl
móttikin. Verður hugsað um
aðrar størri verkætlanir og
gerandisdagin annars, varð
orsøk til at óttast jantulóg
og mótstøðu. Men her sær
út til at talan er um eina
heildarverkætlan. Verk
ætlanin er løgd til rættis
og ikki minst væl løgd
fram, hevur fígging og ein
asta formliga bindingin
til politisku skipanina, er
loyvið at byggja. Men m.a.
Elin Heinesen hevur víst á,
at hon heldur ikki at henda
ætlanin er nóg góð, at hon
kundi verið gjørd nógv
betri og at endin er at vit
fáa ghettoir.
Talan er ikki um stuðul
og ikki um at politiskir
persónar eru við, og so við
einum av okkara útisetum,
sum hevur klára seg serliga
væl, samstundis sum hann
ikki hevur verið partur av
føroyska gerandisdegnum.
Ætlanin sær út til at hava
fingið breiðan stuðul frá
bæði býraði, Løgmanni og
annars av teimum flestu.
Sjálvandi hava onkrar, men
ikki nógvar neiligar røddir
verið at hoyra. Ein slík ætl
an hevur við sær eitt ótrú
ligt framfýsni, mens sam
stundist elvir hon eisini til
broytingar. Spurningarnir
kunnu verða hvat hetta
merkir fyri miðbýin í Havn
og SMS, hvat tað merkir fyri
økini uttanfyri Havnina, og
tað sum kanska hevur verið
mest umrøtt, um tað kann
ávirka føroyska búskapin
og elva til t.d. fløskuhálsar á
handverkaraøkinum. Klaks
víkingar hava jú eisini lagt
orku í at gera ein depil har
norðuri nú fasta sambandi
kemur.
Fótur í hosu
Tað er eyðsæð, at ein slík
ætlan eisini hevur broyt
ingar við sær. Hetta flytir
fokus frá kapping millum
Miðstaðarøkið og t.d.
Klaksvík og Skálafjørð,
til at verða eitt sterkt økið
í kapping við høvuðsstaðir
í grannalondum okkara.
Talan er um eina ætlan sum
kann veruleikagerast, tí
hon er privat. Kommunan
fær ongantíð orku at standa
aftan fyri eini slíkari ætlan,
og neyvan landspolitiska
skipanin heldur. Hetta er
bert møguligt, tí ein útiseta
vinnulívsmaður hevur viljan,
trúnna og áræði til at fara í
holt við eina slíka ætlan.
Hann rakar so beint í eina
tíð, tá landið ikki veit hvat
skal gerast fyri at fáa fólk
heimaftur (brain-drain), og
at Føroyar mest av øllum
líkjast einum deyðssiglara
í alheimsgerðini, at 2015
mál skulu konkretiserast og
at uppskot til vinnupolikk
er lagt fram á Tingið. Um
almannakunngerðin av verk
ætlanini er tilvildarlig, ella
bíðað hevur verið eftir røttu
løtuni, er ilt at siga, men tað
skerst ikki burtur, at henda
ætlanin passar sum fótur í
hosu til ynskir fyri menning
í Tórshavnar kommunu, um
privat átøk í mun til 2015
málini, vinnupolitikkin og
eisini útspælini frá vinnu
húsinum.
Slóðbrótarin
Talan er um stóra íløgu,
sum kann slóða fyri at fáa
váðafúsan kapital til Føroy
ar. Seinastu árini hava víst
ein nógv størri føroyskan
áhuga fyri at gera íløgur.
Verkætlanin
Stóratjørn
kundi møguliga verið slóð
brótarin fyri at kanska ser
liga føroyingar sjálvir fara í
gongd við bæði størri og øðr
vísi verkætlanir í Føroyum.
Ein slík ætlan sum hendan
dregur jú nógv arbeiði til sín,
og eisini uppgávur sum ikki
vanliga eru í Føroyum. Tað
ger tað meira áhugavert og
fer eisini at verða við til at
menna føroyskar førleikar,
sum møguliga aftaná kunnu
brúkast aðrastaðni, tí er
eisini umráðandi at virkir
sum skulu verða við í hesi
ætlan leggja seg eftir at fáa
servitan og dygdir. Men eis
ini gerst neyðugt at hugsa
um arbeiðsmarknaðin, sum
longu sær út til at hava
fløskuhálsar i byggivinnuni,
bæði millum økini í landinum,
tí tað er lætt hjá føroyingum
at fara uttanlands at arbeiða,
og at tað er trupult at fáa
útlenska arbeiðsmegi inn í
landið. Tí er eisini neyðugt,
at verkætlanin hevur stuðul
í politisku skipanini.
Føroyar á kortið
Stóratjórn setir Havnina og
Føroyar á heimskortið sum
eitt modernað land. Her gerst
møguligt at hava eitt savn
andi altjóða umhvørvi við
bæði handilsdepil, hotelli,
skrivstovum, frítíðartil
boðum og tí tað sum altjóða
vinnulívið sóknast, men
kanska eisini tað sum nógvir
føroyingar ynskja. Ein part
ur av at fáa føroyingar
heimaftur, er at slíkir møgu
leikar eru, soleiðis at asfalt
føroyingarnir fáa nøktað sín
tørv.
Fólk ynskja góðar umstøð
ur og møguleikar, og at vit
umvegis kunningartøkni
síggja, hvat er aðrastaðni.
Tjóðskapur er ikki alt og
kann eisini partvís nøktast
aðrar vegir enn at flyta
heimaftur. Til ber at hava
samband við og fylgja væl
við umvegis eina teldu, eins
og at ferðamøguleikarnir eru
munandi betri enn fyri fáum
árum síðan. Ein partur av at
taka eina útbúgving er eisin
at sleppa at brúka hesa á ein
nøktandi hátt. Tað kann eisini
merkja, at størri krøv verða
sett til umstøður uttanfyri
arbeiðstíð. Við tøkni og ferða
møguleikum í dag, kann
ein sum útiseti verða tætt
knýttur at Føroyum, og tað
setir kanska enn størri krøv
fyri at fáa fólk heimaftur.
Vit mugu tó minnast til,
at talan enn bert er um eina
upprunaætlan, og tað er
hent meira enn eina fer at
ein ætlan broytist. Men við
at leggja ein depil júst har,
er ikki so langt til nýggju
økini, samanbundin við
undirsjóvartunlum, og sum
heilt vist ger, at arbeiðið við
føstum sambandi til Skála
fjørðin gerst alt meira lokk
andi. Stóratjørn fær ávirkan
á føroyska kervið, tí Havnin
gerst enn meira dragandi.
Sambært verkætlanini er
ætlanin at hava eitt virkið
vinnulív á staðnum.
Ítróttur
Leingi hevur verið arbeitt
við ætlanunum um eina fót
bóltshøll, sum m.a. skuldi
fíggjast við UEFA peningi.
Spurningurin hevur verið
hvar hon skuldi vera. Jákup
á Dul Jacobsen hevur einfalt
bert víst, at hann byggir
eina høll í Havn, so mugu
hinir finna útav, um teirra
skal verða í Havn ella aðra
staðni. Her er at vóna, at
tað arbeiði ikki steðgar og
at vit fáa eina høll uttanfyri
Havnina skjótast til ber.
Um vit lítað aftur á longu
orrustuna í sambandi við
Tórsvøll og rennibreyt, so
verður rennibreyt í høllini
í Stórutjørn, og tí verður
eisini latið upp fyri frælsum
ítrótti við góðum innandura
møguleikum. Hetta fer at
styrkja okkara ítrótt munandi
og betra um treytirnar at
hava kappingar í Føroyum
uttan fyri háárstíðina, tá vit
hava stóran óbrúktan hotel
kapasitet. Tí gerst tað meira
enn nakrantíð neyðugt, at
leggja seg eftir at fáa olymp
iska limaskapin undir land.
Við tunlinum millum Havn
ina og Eysturoynna verður
ikki langt millum Gundadal
og Svangaskarð við Stóru
tjørn á vegnum og tí einar
góðar ítróttaumstøðar á
einum í vídd avmarkaðum
øki.
Styrkir Havnina
Sigast kann, at henda ætlan
ger Havnina til ein nýmótans
høvuðstað við tilboðum,
sum tíðin í dag krevur. Hetta
kann medvirkað til at vit fáa
cand.scient.pol
Bogi
EliasEn
Stóratjørn –
Heimsins nalvi
Verkætlanin Stóratjørn kundi møguliga verið
slóðbrótarin fyri at kanska serliga føroyingar
sjálvir fara í gongd við bæði størri og øðrvísi
verkætlanir í Føroyum, skrivar Bogi Eliasen
18
Nr. 37 - 21. februar 2006