Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. februar 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 38 - 22. februar 2006 Sølan av føroyskum útgávum úti í heimi er ikki avmarkað til Teit Lassen. Plátufelagið Tutl hevur í nógv ár havt eina støðuga sølu av útgávum í serhandlum kring knøttin. Garden Shed í Tokyo er nýggj­asti handilin á listan­ um av handl­um, ið selja Tutl tón­ar. Kristian Blak dagligur leið­ ari á Tutli sigur við planet. fo, at í desember, januar og februar hevur felagið sent pakkar til Japan. Talan er um fløgur við Eivør, Klakki, Enekk, Piniartut, Týr, Kára Sverrisyni, Clickhaze, Ygg­ drasil og sjálvt gomlu fólka­ tónleikaútgávuni Glugga­ mynd hjá Glataðu spæli­­monn­ un­um og Sjó­ mans­rímur hjá Hans Andrias Djurhuus. Talan er um tilsamans út við 250 fløgur. Kristian Blak gleðist um áhugan í Japan og heldur at tað er stutt­ligt, at útgávur sum t..d tann hjá Glataðu Spæli­ monnunum, ið nógvir føroy­ ingar verður sædd, sum ser­ liga sterk orsakað av góða samanspælinum millum orð og løg, eisini fær góða móttøku í Japan. nud Í samrøðu við danska tón­ leikablaðið Gaffa í útgávuni, ið verður givin út 30. mars, avdúkar Legendariski tóna­smiðurin og sangarin Morris­sey, at hann spælir á Ros­kilde Festivalinum í ár, hetta skrivar heimasíðan gaffa.dk. Men Morrissey gevst ikki so, men avdúkar somuleiðis at Bob Dylan og Queens Of The Stoneage verða mill­um hini høvuðsnøvnini á festi­ valinum. Morrissey hev­ur gjørt samrøðuna, í sam­ bandi við, at hann gev­ur eina nýggja fløgu út í næst­ um. Gaffa.dk hevur roynt at fingið festivalin at vátta hesa søguna, men Roskilde Festivalurin vil hvørki vátta ella avvátta nak­rar leysa­ søgur. Roskilde Festi­val­urin verður hildin um mán­aðar­ skiftið juni/juli. nud Morrissey, Bob Dylan og Queens of The Stoneage á Roskilde Festivalinum Tutl í Japan Hetta vikuskiftið verða tríggjar spenn­ andi jazzkonsertir við danska bólkinum Sophisticated Ladies og føroysku Jazz Trio FO-DK Jazz­ konsertir Hóskvøldið kl. 19 spæla tey í Atlantis í Klaksvík, fríggja­ kvøldið kl. 21 í Bý­ráðs­salinum í Runavík og leyg­ardagin kl. 16 í Norð­urlandahúsinum. Hetta er fimta FO-DK Kon­sert­ferðin, sum Norður­ landa­húsið skipar fyri sam­ an við FUT og donsku tón­ leikafeløgunum DJBFA og Dansk Artistforbund. Sophisticated Ladies Sophisticated Ladies hava spælt saman í 20 ár, bæði sum sjálvstøðugur bólkur og saman við eini ørgrynnu av mætum solistum, so sum Finn Ziegler, Richard Boone og Jesper Thilo. Tær hava í hesum sambandi ver­ið á konsertferð bæði í Norðanlondum, Evropa og enntá eisini í Afrika. Bólk­ urin hevur øll hesi árini ver­ið mannaður við Helle Mar­strand (kontrabass), Benita Haastrup (trummur og slaginstrument) og Marie Louise Schmidt (piano). Við á Føroyaferðini verður eisini Christina Dahl (saksofon). Jazz Trio Bólkurin Jazz Trio er mann­ aður við nøkrum av Føroya bestu tónleikarum. Á Atlantic Music Event í 2005 bleiv Arnold Ludvig kosin ársins bassleikari og Rógvi á Rógvu ársins trummuleikari. Harumframt hevur Leivur Thomsen í mong ár verið roknaður sum ein av føroya fremstu gittarleikarum. Teir hava allir tríggir røtur í jazztónleikinum, og fyri eini tíð síðani stovnaðu teir bólkin Jazz Trio. Teir spæla tó eisini við í øðrum tónleikabólkum og eru harafturat støðugt umbidnir sum gestatónleikarar hjá øðrum tónleikabólkum, bæði føroyskum og útlendskum. Atlantis, Runavík og Norðurlandahúsið Endamálið við FO-DK Konsertferðunum er at geva føroyskum og donskum tón­ leikabólkum møguleika at sleppa út at hava konsertir í londunum hjá hvørjum øðrum. Henda veturin hava konsertir verið hildnar í Før­ oy­um, og komandi vetur verða líknandi konsertir hild­n­ar í Danmark. Á kon­ sert­ferðunum í Føroyum hev­ ur dentur verið lagdur á at hildið konsertir ymsa staðni í Føroyum, og hesu ferð verður farið bæði til Ment­anarhúsið Atlantis í Klaks­vík, Bý­ráðs­ salin í Runa­vík, umframt at jazzkafé verður hildin í Norðurlandahúsinum.   FO-DK Konsertferðirnar eru stuðlaðar av Atlantic Air­ ways. Fleiri upplýsingar um konsertirnar kunnu fáast á www.nlh.fo Sophisticated Ladies og Jazz Trio á konsertferð í Føroyum Sophisticated Ladies Jazz Trio .ÞERTÓ¡ATHUGSAUMSUMMARFRÓ SANSIRFO 4Ó¡INERKOMINATHUGSAUMSUMMARFRÓTÓ¡INA $’MI6ÉGAR +EYPMANNAHAVNOGAFTUR &ER¡ASE¡LARNIRKUNNUKEYPASTÉFER¡ASKRIVSTOVUNUMELLAATLANTICFO 0RÓSURINERGALDANDIÉÞRVALDUMFRÉFER¡UM4ÞSKALTVER¡ABURTURNÉTTINAMILLUMLEYGARDAGOGSUNNUDAG TØÓMESTALAGIDAGAR&ER¡ASE¡ILINVER¡URIKKIENDURRINDA¡UR,ESMEIRAÉHEIMASÓ¡UNI 0RÓSD’MI6ÉGAR +EYPMANNAHAVNFRAMOGAFTUR  &ER¡AAVGJ’LD !VGREI¡SLUGJALDINTERNET  www. sosialurin.fo Altíð tað nýggjasta