mikudagur 22. februar 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 38 - 22. februar 2006
Seinastu tríggjar miku
dagarnar hevur Eivind
Niclasen í kappingini
poppmeistarin í útvarps
sendingini Kasino víst
næstan ræðandi innlit
í poppheimin. Hann er
stutt sagt eitt livandi
poppleksikon, vit hava
prátað við 32 ára gamla
klaksvíkingin, um
popp, um Eivind og um
áhugan hjá Eivindi fyri
poppi
TÓNLEIKUR
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Poppmeistarin er ein rættiliga
líkatil
spurnarkapping,
tveir luttakarar kappast í
spurningum um nýggjan
og gamlan popptónleik.
Eivind Niclassen luttók í
fyrstu sendingini, ið var
fyri fýra vikum síðan. Hann
vann hetta umfarið og gjørd
ist poppmeistarin. Í Kasino
sendingini hvønn mikudag
verður
poppmeistarin
avbjóðaður av fólki, ið
meta seg hava møguleika at
takað tittulin frá honum og
sjálvi gerast poppmeistarin.
Higartil hevur hann vart
tittulin tvær ferðir. Hann var
aftur í eldinum í dag, men
hetta var eftir, at blaðið fór
til prentingar. So vit vita ikki
hvussu tað hevur gingist hjá
honum.
Dámar ikki soul
At vinna tríggjar spurnar
kappingar á rað er eitt bragd
í sjálvum sær, men tað er
tann ótrúliga breiða vitanin
innan popptónleik, ið hevur
verið so sannførandi, hann
kennur nýtt sum gamalt.
Tað tykist stutt sagt, sum um
allur poppur hevur hansara
áhúga, men er tað so?
Eivind greðir frá, at
hann hevur stóran áhuga í
rútmiskum tónleiki. Men
at eingin hevur møguleika
fyri at fylgja við í øllum.
Tí er sumt, ið fer framvið.
Rútmiskur tónleikur er eisini
vorðin so nógv ymiskt. Tað
eru onkrar tónleikagreinar,
ið hann als ikki hevur áhuga
í. Her nevnir hann Soul
sum eitt dømið um tónleik,
ið hann als ikki tímur at
hoyra.
Ein A-Ha uppliving
Vitanin hjá Eivindi fevnir
um fleiri ártíggjund. Tilvit
aði áhugin fyri tónleiki,
kom tá hann fyrstu ferð
hoyrdi A-Ha miðskeiðis í
80’ árunum. Hann gjørdist
bergtikin av bólkinum og
fór tilvitað at savna sær alt
hjá bólkinum, allar útgávur
eisini stakfløgurnar. Hann
læs um bólkin í bløðum sum
Bravo, Ung Nu, Mix og Vi
Unge. Hann sigur, at seinni
hevur hann havt líknandi
tíðarskeið við bólkum sum
Iron Maiden, Pink Floyd,
Rolling Stones og Judas
Priest. Hetta sigur hann seg
vera givnan við. Nú keypir
hann mest nýggjar fløgur
og hugsar ikki longur um at
fáa heil sett. Hann heldur, at
dyrkanin av yndisbólkum er
avmarkandi. Hann vil heldur
hava heildina við.
Sum heldur
Tó so, so eru onkrar fløgur, ið
hava hildið betur enn aðrar.
Hann nevnir Into The Fire
hjá Bryan Adams, ið honum
hevur dámt í 20 ár. Hon
kom út í teimum poleraðu
80’unum, men var skitin
og virkaði erlig. Hendan
fløgan riggar enn í dag og
stendur í andsøgn til nógvar
av teimum heldur ivasomu
fløgum, ið Bryan Adams
hevur gjørt síðan, heldur
Eivind. Men eisini Scoundril
Days hjá A-Ha er enn at
finna í fløguspælaranum
javnan.
Keypir fløgur
á alnetinum
Síðan fyrst í 90’árunum hev
ur hann keypt fløgur. Áðrenn
hetta hevði hann bæði
kassettubond og LP’ir, men
nú er næstan alt hetta burtur,
í staðin hevur hann keypt
útgávurnar á fløgu. Fyrr
vóru tað fløguhandlarnir,
ið nutu gott av hansara hugi
til tónleik, men seinnu árini
er alnetið vorðið staðið,
har Eivind keypir tónleik.
Amerikansku og ensku
heimasíðurnar hjá Amazon
er besta miðið hjá Eivindi, tá
hann leitar eftir fløgum.
3 fløgur um vikuna
Fløgusavnið telur nú yvir
2100 fløgur. Hetta er næstan
tríggjar fløgur um vikuna
seinastu 15 árini. Men hevur
man tíð til at lurta eftir øllum
fløgunum, tá innkeypið er
so stórt?
Hann sigur, at tað eru
fløgur í savninum, ið hann
bert hevur lurtað illa eftir
og enntá onkrar, ið ongantíð
hava verið spældar. Hetta
eru serliga fløgur, ið hann
hevur keypt, tá hann er
inni í einum fløguhandli og
ikki finnur nakað, ið hann
ynskir sær. So keypir hann
onkuntíð okkurt fyri ikki
at fara tómhentur út aftur.
Hesar fløgur enda onkuntíð
beint upp i á hillini uttan at
verða lagdar á.
Manglandi Q mundi
koppa honum
Eivind hevur fylgt væl við
í nógv ár, millum annað í
tónleikabløðum, á MTV,
tá hann fekk parabol fyrst
í 90’unum og á alnetinum.
Innsavnanin av vitan er ofta
øgiliga uppsøkjandi, og
áhugin er enn stórur. Seinnu
árini hevur Q magazine
verið høvuðskeldan til hans
ara vaksandi poppvitan.
Hann hevur trúgvur keypt
blaðið í nógv ár, men síðan
november í fjør hevur Q ikki
verið at fingið í Klaksvík.
Hetta var líka við at koppa
Eivindi í sendingini miku
dagin í farnu viku. Nøkur
hol vóru í vitanini í hesum
tíðarskeiðinum. Tí endaði
spurnarkappingin á jøvnum,
men tá eykaspurningurin
kom, endaði Eivind fremstur.
Hann hevur longu tikið
avleiðingarnar og hevur
meldað seg sum haldara av
Q.
Veikur í tí føroyska
Eivind viðgongur, at føroysk
ur tónleikur ikki er hansara
styrki. Áhugin hevur ongan
tíð verið so stórur, so spurn
ingar innan føroyskan tón
leik kunnu koppa honum
í kappingini. Hann eigur
nakað av føroyskum tónleiki
í fløgusavninum, og nevnir
t.d. bólkarnar Present Past
og Deja Vu, sum góðar før
oyskar bólkar. Áhugavert
er, at leggja til merkis, at
hetta er tveir av føroysku
bólkunum, ið ljóða minst
føroyskir.
Hevur sending
í útvarpinum
Um Eivind er koppaður í
sendingini í dag, ber alíka
væl til at hoyra hann í før
oyskum útvarpi. Hvørt hós
kvøld millum 20-21 hevur
Eivind eina tónleikasending í
Útvarpi Føroya. Í sendingini
spælir Eivind nýggjan tónleik
úr sínum fløgusavnið.
66
,1/2,1,ÊÓǰä{䣰äx
-}Ê}iÀ>`Ã`i}ÕÊv>ÀÛCÊ}ÊÌÊÎÊvÀ?>ÀÊ`>}>ÀÊÛsÊÛCÛiÀÕÊ}ÊÛÃÃÌÊÛ>ÃÌÊ?Ê
ÃÀ?°ÊÃiÌ}>À]ÊvÀéÀ>À]ÊÃÌÞÃÌ>ÀÊ}Ê>ÃéÀ>ÀÊÃÌ>`>Ê?ÊÀ>sÊvÞÀÊ>ÌÊ
Ö>ÊÕÊ}Ê
}iÛ>ÊÌCÀÊ}sÊÀ?s°Ê ÌÊiÃÊ}s>Ê>ÌÊ}Ê
>`>À>ÀÊÛsÊÌiÕÊ}sÕÊÌLsÕÕ°Ê
-
ÜiÊëC>ÊÌÊ`>ÃÊÕLÀs°Ê-ÊLs>Ê>>Õ]ÊÛvÊi>ÊL`ÕLL>ÕÊ?Ê
i>Ê}Þ>`ÊÛCÛiÀÕviÀs°
*ÀÃÕÀÊvÞÀÊ
Û©ÊÖÀÊLiÀÌÊÀ°Ê£°££ä]
*ÀÃÕÀÊiÀÊÊ{ÊÞ}}Õ>>ÀÊÛsÊÜVÉL>sÊÛ°Ê(Ê>Û}©`Ê}Ê>ÀÊvÞÀiÃÌÀ>ÀÀÊiÀÕÊÀ>sÀÊviÀs>Ãis>«ÀðÊ>ÀÕvÀ>ÌÊ
ÛiÀsÕÀÊ©}ÕiÊ>ÌÊ}iÀ>Ê«iÀÃ}>ÀÊ>ÛÌ>ÕÀÊÛsÊÞÃÕÊÛiÌ>À>À>ÀÉÀ?s}iÛ>À>ÀÊÕLÀs°ÊÞÀÊ>ÌÊÌÀÞ}}>ÊÃCÀÊ©}Õi>ÊvÞÀÊ
«iÀÃ}>ÀÊ>ÛÌ>ÕÊi>ÊÛs}iÀsÊiÀÊiÞsÕ}ÌÊ>ÌÊLi}}>ÊÌsÊvÀ>>Õ`>°ÊÀ?viÀsÊiÀÊÓǰä{°äȰ
3 & 1 3 0 ;
777°-9,
°"
/
°\ʳÓnÊÎ{xää
66
,Ê1 ",\
UÊ-ÌÞÃÌÕÀ
UÊ>iÕ«Ê>ÀÌÃÌ>À
UÊÌÌiÃÃÊÃÌÀÕÌ©À>À
UÊÃiÌ}>À
UÊ>ÃéÀ>À
UÊÀéÀ>À
UÊÃÌÀ?s}iÛ
Hvør megnar at koppa poppmeistaranum
Eivind Niclasen