Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. februar 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 38 - 22. februar 2006 Høgni Hoydal hevur nú klagað landsstýrið í sambandi við ætl­an­ ina at flyta mið­náms­ skúlan úr Vági og at byggja ellis og røktar­ heim har ístaðin. Hann vil nu hava ein kanningarstjóra at kanna málið Ellis- og Røktar­ heim í Vági Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú skal full greiða fáast á, um landsstýrið hevur borið seg rætt at í sambandið við málið um illa umstrídda ell­ is- og røktarheimið í Vági. Tað er landsstýrismála­ nevndin hjá løgtinginum, sum nú skal greiða málið til botns. Tað er Høgni Hoydal, sum hevur biðið nevndina kanna málið. Formaður tjóðveldis­flok­ sins sigur at hann hevur heitt á landsstýrismálanevndina um at biðja ein kanningarstjóra kannað málið til botns. Hann sigur, at í hesum mál­ ið er so nógv farið fram í tí dulda og aftanfyri leiktjøldini og alt er ikki niðurskrivað og tí vænar hann, at einasti máti at fáa málið lýst til botns, er at fáa ein kanningarstjóra, sum fær heimild at taka fólk til avhoyringar og fáa frágreiðingar frá fólki, sum hava verið upi í málinum. Kári P. Højgaard, formaður í landsstýrismálanevndini, vil ikki siga í smálutum, akku­rát hvat tað er, sum løg­ tings­maðurin hjá tjóð­veldis­ flokkinum hevur kært um í hesum sambandi. Men hann sigur, at tað, sum hann biðjur nevndina kannað, er, um landsstýrið hevur handfarið málið rætt, sum heild og sostatt skal alt málið endavendast. Landsstýrismálanevndin hev­ur tikið málið upp og fyri­ bils er tað sent til ummælis hjá løgmanni. Samstundis er løgmaður biðin um at útvega nevndini øll skjøl í málinum og allar viðkomandi upplýsingar ann­ars. Og tað skal løgmaður gera áðrenn 1. mars. Lands­stýris­mála­nevnevnd­ in hevur biðið løgmann standa fyri at savna skjøl og upp­lýsingar inn, tí her er tal­an er eitt mál, sum rakar máls­øk­ini hjá fleiri lands­ stýris­monnum og tí hevur nevndin biðið løgmannsam skipa innsavningina av tilfar­ inum. Fyrst og fremst er hetta eitt mál, sum kemur undir Almanna- og heilsumálaøkið hjá Hans Paula Strøm, tí tal­an er um eitt elis- og røktarheim. Men tað kemur eisini undir mentamálaráðið hjá Jógvani á Lakjuni, tí ætlanin at flyta miðnámsskúlan í Vági til Hovs, er eisini ein partur mál­in­um. Og at enda er talan kanska eisini um eitt mál, sum er úti á Argjum í fíggjarmálaráðnum hjá Bárði Nielsen, tí tað er hann, sum hevur snikkað sam­an og góðkent eitt ser­ligt fíggingartilboð til suður­oy­ ingar ísamabandi við ætlan­ ina hjá landsstýrinum at byggja skúladepil í Hovi og ellis-og røktarheim í Vági. Upprunaliga orsøkin til kæruna er, at í heyst legði landsstýrið eina pakkaloysn fyri suðuroyingar, sum segði, at ætlaði miðnámsskúlin skuldi flytast til Hovs og leggj­ast í ein skúladepil har, sum eisini skuldi rúma ætlaða heilsuskúlanum á Tvøroyri. Hinvegin skuldi eitt ell­ is- og røktarheim byggj­ast á stykkinum í Vági, sum varð grivið út til mið­náms­ skúlan. Afturfyri skuldi landsstýr­ ið geva kommununum eitt til­ boð um serliga laga­liga fígg­ ing til ellis- og røktarheimið, tí kommunurnar í Suðuroy eru so illa fyri fíggjarliga og landsstýrið ætlaði eisini hetta sum eitt arbeiðsskapandi til­ tak. Men tað gekk ikki eftir vild hjá landsstýrinum. Í fyrru atløgu hevur tjóð­ veldisflokkurin barst sum úlvur á skóg fyri at forða fyri ætlanini, tí hann vildi varðveita skúlan í Vági. Í øðrum lagi vildi Tvøroyr­ ar Býráð ikki spæla við og hon er tí ikki við í ætlanini um at byggja ellis- og røktar­ heim í Vági. Og av tí, at Tvør­ oyri ikki vildi vera við, tóku hvalbingar somu støðu og fámjiningar hava ongantið sagt, hvat teir ætlað. Sostatt eru tað fyribils bara tær fýra kommunurnar í Suðuroyar syðru helvt, Sumbiar, Vágs, Porkeris og Hovs kommuna, sum standa sam­an um røktarheimið í Vági. Á markinum til maktmisbrúk Høgni Hoydal sigur, at eftir hansara tykki er alt hetta mál­ ið eitt dømi maktsmisbrúk, har lógir og reglugerðir eru sett­ar til viks. Hann hugs­ar bæði um at talan er um trot á fyri­sitingar­lógina. Men hetta skal ikki skilj­ ast so, at hann er ímóti, at edraøkið í suðuroy verður bygt út. – Tað eru vit als ikki. Vit taka undir við at eldraøkið verður bygt út í Suðuroy og tá helst í Vági. Men vit kunnu ikki góð­ taka framferðina hjá lands­ stýrinum í hesum máli. – Tað eru kommunurnar í einum øki, sum skulu taka stig til at byggja eldraøkið út. Og tað eru kommunurnar sjálvar, sum skulu gera av, hvussu eldraøkið verður best skipað í økinum. Men í hesum føri er tað landsstýrið, sum hevur trumf­ að eina ávísa loysn á einum ávísum plássi ígjøgnum av berum politiskum orsøk­ um. Í hesum sambandi hev­ur landsstýrið skúgvað kommu­ nala sjálvræðið og fyri­sit­ ingarlógina til viks og tað er á markinum til maktmisbrúk, tá ið landsstýrið lovar suð­ur­ oyingum eina serliga laga­ liga fígging og lán til enda­ málið. – Hetta er ein heimild, sum landsstýrið ikki hevur og umboð fyri landsstýrið hevur eisini viðgingið í løgtinginum, at heimildin er ikki til staðar, men at lands­ stýrið má fyrst útvega sær heimldina frá løgtinginum. – Sostatt hevur landsstýrið kroyst eina ætlan niðuryvir suðuroyingar, uttan at hava heimld til tað og suður­oy­ ingar hava tikið støðu til eitt tilboð frá landsstýrinum, sum ongin heimild er fyri at geva. – Tí havi eg varhugan av, at talan er bæði um brot á styrisskipanina, fyri­­­sit­ ingarlógina og komm­unu­ lógina. Og somuleiðis meti, eg talan er um brot á lógina um alment innlit, tí bæði fyrisitingarlógin og lógin um alment innlit krevja at alt av týdningi fyri eitt má, skal skrivast niður, men tað havi eg ikki varhugan av, er fylgt í hesum máli, sigur formaður tjóðveldisfloksins. – Og tað er alt hetta, sum eg nú vil hva ein kann­ ing­arstjóra at kanna, sigur Høgni Hoydal. Eftir ætlan verða nýggja farstøðin í Suðuroy og land­ gongdin í Havn, verða liðug í næstu viku Suðuroyarsigling Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú fáa ferðafólk við Smyrli munandi betri umstøður. Gongst sum ætlað, verð­ ur nýggja farstøðin á sam­ ferðskuhavnini á Kramba­ tanga, liðug í næstu viku og tá verður hon tikin í nýtslu. Tað er annars nakað síðani, at Farstøðin varð handað eig­ aranum, men enn eru kortini nakrir snøklar eftir at gera. Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, sum er byggi­ harri, sigur, at hann væntar at alt arbeiðið verður liðugt í næstu viku og tá verður hon tikin í nýtslu. Samstundis verður nýggja landgongdin í Havn liðug og sostatt fer tá at bera til hjá ferðafólki, sum eru til gongu, at koma umborð á Smyril og fara í land, í erva, uttan at noyðast allan vegin niður á biladekki. Tað hevur annars ljóðað, at farstøðin í Suðuroy var liðug fyri langari tíð síðani, men at hon skuldi ikki takast í nýtslu, fyrrenn landgongdin í Havn eisini var liðug. Strandferðslan váttar eis­ ini, at báðar skulu takast í nýtslu ísenn, tí hildið verður ikki, at tað er rímiligt, at fólk skulu annan vegin í erva og hin vegin eftir bila­ dekkinum. Men tað er ikki av hesari orsøk, at Farstøðin í Suðuroy ikki er tikin í nýtslu enn. Orsøkin er, at tað eru onk­ rir snøklar, sum ikki eru gjørd­ir, men gongst, sum ætl­að, verður tað nú, sigur Oy­vindur Brimnes Í farstøðini í Suðuroy er tað, sum hoyrir til eina ný­ mótans farstøð, eisini lyfta og kunningardiskur og hon hevur kosta fimm milli­ónir at bygt. Í næstu viku verður klárt at ganga í land av Smyrli Nú er nýggja farstøðin í Suðuroy næstan liðug og í næstu viku verður hon helst tikin í nýtslu. Tá verður nýgja landggongdin í Havn eisini tikin í nýtslu og tá kunnu ferðafólk til gongu sleppa umborð og av Smyrli í erva, uttan at noyðast heilt niður á biladekki Nú skal hvør steinur vendast í Vági Høgni Hoydal vil nú hava ein kanningarstjóra at kanna leiklutin hjá landsstýrinum í sambandi við ætlanina at byggja ellis- og røktarheim í Vági og at flyta miðnámsskúlan til Hovs. Sjálvur heldur hann, at landsstýrið hevur brotið fleiri lógir og reglugerði, eins og tað hevur sett siðvenjur og mannagongdir til viks