Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. februar 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 38 - 22. februar 2006 5 Mikumorgunin byrj­aði rættarmálið móti einum 30 ára gomlum manni, sum er skuldsettur í 12 førum. Rigmor Dam Rigmor@sosialurin.fo Fyrsta viðurskiftið, sum Føroya Rættur tók upp, var eitt mál um skjalafalsan frá 2004, har maðurin var ákærdur saman við unnistu síni. Sambært ákæruritinum fekk unnustan, við einum skjali til ferðaforskot frá tí almenna, av órøttum út­flýggjaðar 15.000 kr. frá Tollbúðuni í Havn. Maðurin, sum starvaðist á almennum stovni um tað mundið, varð tí ákærdur fyri at vera medvirkandi til skjalafalsan. Maðurin noktaði seg sekan í førinum. Fýra harðskapsmál Fýra ákærur snúði seg um harðskap. Fyrsta harð­ skapsmálið, sum rætturin tók upp móti tí 30 ára gamla manninum, skuldi verið farið fram í 2004. Maðurin er skuldsettur fyri at hava lagt á ein annan mann tíðliga á morgni á G- festivalinum. Maðurin, sum var fyri harðskapinum, breyt nøs­ina og kom í viðgerð á sjúkrahúsi. Hann vitnaði í rættarmálinum, og segði seg kenna ákærda aftur. Tann 30 ára gamli noktaði seg sekan. Næsta harðskapsmálið skal vera farið fram uttan fyri náttklubban Manhattan í Sverrisgøtu í Havn, eis­ ini í 2004. Sambært skuld­ setingunum, legði maðurin á ein unga kvinnu, blakaði hana niður í vegin og bardi hana somikið álvarsliga, at hon breyt óstbeinið. Triðja harðskapsmálið skal vera farið fram nýggj­ árs­morgun 2004. Tá var off­urið ein maður, sum var á veg heim úr býnum. Á Bók­bindaragøtu møtir hann ákærda, sum leggur á hann, slær, sparkar og bankar høvdið móti asfaltinum. Ákærdi segði seg ikki minnast hendingina og noktaði seg sekan. Sama morgun skal fjórða harðskapsmálið vera framt, hesaferð móti unnustuni. Sam­bært ákæruritinum skal tann 30 ára gamli hava lagt á unnustuna, tikið í hana og blakað hana hálvan vegin oman trappurnar. Á rættarfundinum viðgekk ákærdi, at tey bæði bardust henda morgunin, men hann nóktaði seg kortini sekan í ákærunum. Trý rúsevnismál 30 ára gamli var í trimum førum ákærdur fyri at hava brotið lógina um eufori­ serandi evni. Í einum føri, har ákærdi varð skuldsettur fyri at hava havt 8 g. av am­fetamin uppi á sær, valdi ákærin Linda Hesselberg at sleppa ákæruni. Næsta málið um euforis­ erandi evni snúði seg um, at ákærdi hevði eina hashpípu við hashrestum í á bustaði sínum. Hesum játtaði mað­ urin seg sekan í. Triðja ákæran um eufori­ serandi evni, snúði seg um, at maðurin hevði smugl­að 88 gram av hash til Før­ oyar. Hann varð tikin á flog­v­øllinum og sendur til Havnar at taka røntgenmynd. Hendan myndin prógvaði, at rúsevni vóru í endatarminum á honum. Hesum játtaði maðurin seg sekan í. Reseptfalsan Í einum føri var maðurin ákærdur fyri stuldur og skjala­falsan, tá hann hevði tikið eina resept frá kommunulæknanum, út­fylt og stemplað hana og latið hana inn á apotekið. Sambært læknanum hevði maðurin verið hjá honum sama dag og fingið eina resept til pensillin, og fals­aða reseptin hevði rað­nummar næst hesari. Eisini í hesum førinum noktaði maðurin seg sekan. El-lutir í bilinum Annað sum 30 ára gamli var ákærdur fyri hendan mogunin í Føroya Rætti, var málið um virðismiklar el-lutir, sum ákærdi hevði í varðveitslu fyri fyrrverandi arbeiðsplássið, sum er sama arbeiðspláss, sum nevnt varð omanfyri. Aftaná í fleiri før­um úrslitaleyst at vera ryktur fyri lutirnar, meldaði ákærdi lutirnar stolnar úr bili sínum. Seinni sama dag fann løgreglan onkran lut hjá einum vinmanni hjá ákærda. Íøðrum lagi hevur fyrrverandi arbeiðsplássið stevnt manninum eftir lut­ unum. Rúsdrekkakoyring Seinasta ákæran móti tí 30 ára gamla snúði seg um rúsdrekkakoyring. Koyri­ kort­ið hjá manninum varð tik­ið, eftir at hann koyrdi ávirkaður við 1,04 promillu í blóðinum. Dómur 4. mai Tá rættarfundurin varð settur, kom fram, at fleiri upplýsingar og skuldsetingar eru móti manninum, og at málið tí heldur fram 4 mai. Dómur fellur væntandi tá. Skuldsettur í tólv førum Besti føroyski kontri­bólkurin The Reverends hevur fingið nýggjan trummu­leikara og fer leygarkvøldið á pallin fyrstu ferð við honum. Høv­ið er árligi Føstulávintsdansurin í Føroyahúsinum í Keypmannahavn Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo The Reverends er útiseta­ bólkur við garvaðum tón­leik­ arum úr nøkrum av Føroya bestu rokkbólkum, men saman eru teir reint kontri. Teir hava seinastu árini spælt til dans í føroyska útisetaumhvørvinum í Dan­mark, umframt kontri­­konsertir í donskum spælistøðum. Í fjør summar var bólkurin somuleiðis rund­ ferð í Føroyum. Tá trummu­ leikarin Richard Hansen flutti til Føroyar í fjør, fóru The Reverends at leita eftir nýggjum trummuleikara. Av­loysarin gjørdist sera habilur. Rúni Mouritsen gongur á klassisku linjuni á kon­ ser­vatoriinum, hann er kendur av klassiska tón­ leika­pallinum, men eisini úr rútmiskum bólkum, sum Lawetz og Páll Finnur Páll. Leygarkvøldið spælir The Reverends, so fyrstu ferð við Rúna á trummum. Seinastu ferð at The Reverends spældu var innið á háttvirda bluesspælistaðnum MOJO í miðbýnum í Keypmannahavn í september. Rúni kom við í bólkin í november og síðan tá, hevur The Reverends vant spæliskránna saman við Rúna. Leygarkvøldið spælir bólkurin eitt bland av teirra egna kontri og løgum hjá øðrum, tá teir bjóða fólk at lata seg í kovboyhattin og koma inn í Føroyahúsið í Keypmannahavn í Føstu­ lávintsdans. Tað er kórið MPIRI, ið skipar fyri føstu­ lávintsdansinum. Føstu­lávints­ dansurin hevur síðan fyrru helvt av 90’árunum verið eitt tað størsta dansi­tiltakið í føroyska úti­setaumhvørvinum í Keypmannahavn. Rúni er nýggjur prædikumaður P/F Suðuroyar Bowling letur upp bowlinghøll í Vági 15. juni, skrivar Suðurrás Bowling Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin hevði fyri viku síðani óváttað tíðindi um, at arbeitt varð ætlanum um bowlinghøll í einum bygningi á bryggjuni í Vagi. Heimasíðan www. sudurras.fo skrivar nú, at P/F Suðuroyar Bowling hevur síðani í fjør arbeitt miðvíst við hesum ætlan­ um og at komið er nú so langt, at sigast kann, at bowlinghøllim letur upp 15. juni. Tað er PF Suðuroyar Bowling sum stendur aftan­fyri verkætlanina. Bowlinghøllin verður í einum bygningi á havnar­ lagnum í Vági, sum PF Suðuroyar Bowling hevur keypt til endamálið. Smávegis broytingar og umvælingar skulu gerast í bygninginum, áðrenn klárt er at seta upp sjálvar bowlingbanarnir. Hetta arbeiði er farið í gongd og gongur gott, siga tey frá PF Suðuroyar Bowling, skrivar Suðurrás. Bowlinghøll í Vági í juni