Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. februar 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 38 - 22. februar 2006 Hóast bygningurin hjá samkomuni Kelduni í Skálafirði langt síðani er tikin í brúk, er framvegis nógv eftir at gera innanveggja. Í løtuni eru menn við sjálvbodnari arbeiðsmegin í ferð við at gera ein sal til barnaarbeiðið, har íalt 180 børn kunnu sita Samkoma Orð/myndir: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Skálafjørður: Tað er komið út ímóti middegi ein leygardag í januar mánaði. Uttanfyri samkomu­bygn­ ingin Kelduni í Skálafirði standa fleiri bilar, hóast tað neyvan er hugsandi at nakað møtitiltak er hesa løtuna. Tá vit koma nærri fáa vit eisini staðfest, at her er ikki nakað møti á skránni, men ein máltíð. Við eitt borð, í tí sum einaferð í framtíðini skal gerast til eina rættiliga kantinu, sita nakrir menn og práta. Teir eru komnir úr ymsum bygdum henda fyrrapartin. Teir eru í ymiskum aldrum og ólíkir á mangan hátt. Men í einum luti eru teir kortini samdir: Keldan er okkara felags heim – okkara andaliga heimstað. At teir hava sett hvørjum øðrum stevnu her henda fyrra­­partin er ikki av tilvild: Teir hava longu verið saman og til arbeiðis í fleiri tímar. Nú er tíðin komin til eina máltíð og ein heitan munn, áðrenn lagt verður til brots aftur í arbeiðið. Í tí dagliga eru teir saman her í Kelduni til tað andaliga arbeiðið. Henda leygarmorgunin eru teir saman her til tað handaliga arbeiðið. Hóast long tíð er liðin síðani hesin snotuligi bygn­ ingurin varð tikin í nýtslu, so er enn nógv eftir at gera hjá hesum monnum, sum við sjálvbodnu arbeiðsmegi sínari stuðla arbeiðinum í samkomuni. Runt allan bygningin Tað er ein stórur bygningur sum henda samkoman ræður yvir, og ætlanin er so líðandi at hann skal takast í nýtslu og brúkast allur sum hann er. Henda leygardagin arbeiddu menninir á ymisk­um støðum í tí stóra bygninginum. Í einum rúmi eru tveir menn í ferð við at rigga ein ovn og eitt vask til. Og í rúminum við síðuna av er fyristøðumaðurin sjálvur, Pauli Høj í ferð við at festa nakrar listar upp undir loftið. Í hinum endanum av bygn­inginum eru aðrir ídnir mans í holt við ymiskt timburarbeiði, meðan ein ikki sær nakað til hina helvtina av manningini henda dagin. Teir eru helst í gongd við onnur neyðug arbeiði á øðrum hæddum og støðum. – Ja, tú sært. Her verður arbeitt allastaðni. Og tað er ikki frítt, at menn veruliga ofra bæði tíð og kreftir fyri at fáa okkara samkomubygn­ing lidnan, sigur Pauli Høj, sum vit hitta í matsteðginum. Fleiri byggistig Tað eru nú liðin eini fimm ár síðani at samkoman fekk ávíst hetta grundøkið í Skála­ firði. Og síðani hevur verið arbeitt við at fáa bygningin lidnan. Fyrsta byggistig í so máta var at fáa møtisalin og samkomusalin lidnan. Hetta varð gjørt við stórum hátíðarhaldi og veruligum festmøtum í september mánaði 2004. Tann nýggi salurin hevur um 800 sitipláss, og hevur haraftrat allar nýmótans hentleikar, ið skulu vera í einum tílíkum møtisali og konsertsali. Hetta var sum nevnt bara fyrsta byggistig av íalt trim­ um. Næsta byggistigið var at fáa eina cafeteria, og triðja byggistig ein meiri umfatandi ætlan sum serliga skal verða børnunum at gagni. Fyri alla familjuna Sum er fer ein stórur partur av arbeiðinum millum børn­ini fram í teirri gomlu Kelduni, sum liggur beint við ta nýggju. Íalt munnu eini 100 børn verða knýtt at samkomuni. Tey eru greið yvir, at brúk er fyri góðum umstøðum til barnaarbeiðið, og tí miða tey eisini eftir at skapa góðar umstøður til hetta arbeiðið. Hetta gera tey við m.a. at hava ein stóran sal til tey við palli og ljósi, og har eini 180 børn kunnu verða samstundis. – Alt hetta arbeiðið verður gjørt eftir visjón okkara, at Keldan skal verða fyri alla familjuna. Vit ynskja nevniliga at fáa øll ættarliðini við. – Vit hugsa ikki bert um ein part av fólkinum. Nei, hetta húsið og hetta arbeiðið skal verða fyri øll, og ikki minst fyri framtíðina, sigur Pauli Høj. Í hesum triðja og seinasta byggistiginum verða fleiri smærri rúm, eins og ætlanin er at gera fleiri kømur. Tung tøk tikin At byggja ein slíkan sam­komubygning hevur sjálvandi kostað pening. Og kostar pening. Í løtuni er støðan tann, at samkoman hevur eitt lítið lán, sum ætlanin ikki er at hækka. Hinvegin so kann Pauli Høj staðfesta, at tey stóru og tungu tøkini eru longu tikin. Hann kann staðfesta, at fólkið í samkomuni hevur eitt rættiligt gevarasinni, og vil fegin verða við til at stuðla samkomuni bæði andaliga, handaliga og fíggjarliga eftir førimuni. Vanliga savnast eini 300 fólk í samkomuni ein sunnudag, men talið kann eisini lættliga koma upp á 400 fólk. Keldan – eitt stað fyri alla familjuna – Okkara visjón er at Keldan skal verða fyri alla familjuna, sigur samkomuleiðarin Pauli Høj. Um 100 børn eru knýtt at samkomuni, og ein vanligan sunnudag eru um 300 fólk til tiltøkini í húsinum Tað gongur væl við tí sjálvbodna arbeiðinum. Nógv er gjørt, og nógv er eftir. Men ein endi sæst kortini á øllum hesum Pauli Høj kann fegnast um, at fólkið í samkomuni fegin vil taka tøk saman við leiðsluni – bæði andaliga, handaliga og fíggjarliga Ráðstevna í samfullar 40 dagar Í døgunum 5. mars og 40 dagar fram skipar samkoman Keldan fyri eini serstakari ráðstevnu, sum ber heitið »Eitt málrættað lív«. Ráðstevnan verður skipað soleiðis, at hvønn sunnudag verður undirvíst um eitt ávist evnið, meðann tann einstaki á ráðstevnuni lesur eitt stykki hvønn dag úr bókini "Det målrettede liv" hjá Rick Warren. Hvørja viku savnast tey so í bólkum, har høvið er at tosa um evnini, deila vitnisburðar og seta spurningar, umframt at hugni og felagsskapur er á skránni.