mikudagur 22. februar 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 38 - 22. februar 2006
7
Vestmanna: Arbeiðið við
at fyrireika byggingina av
Fiskivinnuskúlanum gong
ur stútt framá.
Í hesum mánaðinum er
uppskotið til hesa verk
ætlanina gjørt liðugt, og
eftir ætlan skal tað bjóðast
út í mai mánaði.
Arbeiðið uppá skúlan
skal verða liðugt seinast í
komandi ári, og byggingin
mett at kosta 22 mió. kr.
sb.
Virkishúsið fer til verka
Klaksvík: Nú er umsíðir
komið so langt, at Virkis
húsið fyri Ung kann lata
upp.
Teir seinastu mánaðirnar
hevur verið arbeitt dúgliga
við at fáa húsið klárt at
taka í nýtslu. Og komandi
mánadag verður so tann
stóri dagurin fyri tey ungu
í Klaksvík.
Í hesum sambandi verður
móttøka í húsinum hósdagin,
meðan húsið sjálvt letur upp
nakrar dagar seinni.
Virkishúsið er ætlað børn
um og ungum í aldrinum 10
til 18 ár. Ætlanin er at hava
opið allar dagar í vikuni,
har ungdómurin fær góðar
og
ungdómsvinarligar
umstøður at koma saman í.
Leiðari fyri virkishúsið
er Beinta Gregersen.
sb.
Nú er klárt at fara til verka í virkishúsinum í Klaksvík
Klaksvík: Teir svimjihug
aðu klaksvíkingarnir mugu
enn einaferð brynja seg við
toli hesa vikuna.
Herfyri varð høllin
stongd vegna umvælingar.
Og nú eru teir so farnir und
ir tað teir nevna 2. byggi
stig.
Hetta arbeiðið verður
gjørt í hesi vikuni, og tí
er høllin eisini afturlatin.
Arbeiðið umfatar m.a.
umlegging av rørleiðingum,
og tað er í hesum sambandi
at hyljarnir skulu tømast.
Sum skilst tekur arbeiðið
bara hesa vikuna, og tí
verður latið upp aftur
seinnapartin
komandi
mánadag.
sb.
Um sløk tvey ár verður nýggi Fiskivinnuskúlin í Vestmanna
liðugur
Útbjóða Fiskivinnu
skúlan í mai mánaði
Fleiri umbyggingar
í svimjihøllini
Leirvíkingar hava
savnað saman und
irskriftir ímóti ætl
aðu vegaføringini
gjøgnum bygdina.
Íalt 323 leirvíkingar
hava skrivað undir
áheitanina, sum
fyrrapartin í dag
varð handað Bjarna
Djurholm
Tunnil
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Leirvík: – Vit vilja enn
einaferð vísa á, at ein vegur
omanfyri bygdina fer avstað
við okkara størsta aktivi, ið
er byggilendi.
– Hetta byggilendið fæst
ikki aftur, og kemur haraftrat
at koyra bygdina í tvíningar.
Og tað ynskja vit ikki!
Soleiðis verður tikið til
í eini áheitan á vinnumála
ráðharran, Bjarna Djurholm,
og sum íalt 323 leirvíkingar
hava skrivað undir.
Tá tingfundur varð settur
í morgun kl. 10 vóru hesar
undirskriftirnar handaðar
Bjarna. Tað var Filip Hansen
sum vegna leirvíkingar stóð
fyri hesum.
Hetta hendi samstundis
sum tingið viðgjørdi eitt
uppskot um at strika tíðar
freistina fyri, nær ein enda
lig loysn skuldi finnast á
málinum um vegaføringina
gjøgnum bygdina frá Norð
oyatunlinum.
Leirvíkingar hava áður
verið frammi á vøllinum
við sínum ynskjum í sam
bandi við hesa stóru verk
ætlanina.
Eftir alt orðaskiftið er
støða teirra í dag púrasta
greið: Tað er bara ein einstøk
loysn, og hon er tunnilin
gjøgnum bygdina!
Full semja um tunnil
At leirvíkingar nú enn eina
ferð vilja gera vart við støðu
sína kemur einamest av, at
Landsverk er komið fram
við loysnini um at gera
eina vegaføring omanfyri
bygdina.
Síðani 28. januar hevur
eitt mótmæli ligið frammi í
tveimum handlum í bygdini,
sum ikki talar fyri hesum.
– Vit hava ikki gingið
hús úr húsi fyri at savna
hesar undirskriftirnar inn.
Men allíkavæl hava altso
323 fólk skrivað undir tað,
segði Filip Hansen, beint
áðrenn hann handaði lands
stýrismanninum áheitanina.
Hann vísti á, at henda áheit
anin undirbyggir eisini ta
kanningina, sum varð gjørd
á borgarafundinum í bygdini
herfyri, har ikki færri enn 90
% av bygdarfólkinum ynsktu
tunnilsloysnina.
Í
áheitanini
verður
somuleiðis víst á, at tveir
landsstýrismenn hava gjørt
sína støðu greiða í hesum máli.
Men tað hevur fólkið í Leirvík
so sanniliga eisini gjørt.
– Bæði bygdin og eitt samt
bygdarráð stendur saman
um tunnilsloysnina. Og tað
er í roynd og veru tað sama,
sum eitt samt løgting hevur
játtað.
– Hetta er ein skilagóð
íløga, sum kemur at vara
tey næstu 100 til 200 árini,
verður sagt.
Uppskot kemur
í næstu viku
Í skrivinum verður víst á,
at Bjarni Djurholm hevur
biðið løgtingið um at strika
tíðarfreistina, ið annars var
sett til 15 februar. Hann hev
ur eisini upplýst, at kanning
ararbeiðið fer at taka millum
3 og 6 mánaðir.
– Upprunaliga verkætlan
hjá Teknistovuni í Gøtu tók
seks vikur. Og NCC hevur
eisini váttað yvirfyri okkum,
at teir longu í komandi
viku, hava eina fulfíggjaða
dokumentatión frá einum
óheftum vælrenomeraðum
donskum konsulentfirma
um tunnilsgerðina.
– Og hesar kanningar
fara at vísa, at tunnilin kann
fremjast soleiðis sum hann
er projekteraður og fyri upp
givna prísin uppá 87 mió krón
ur, vísa leirvíkingarnir á.
– Vit ynskja einki
annað enn ein tunnil
Filip Hansen handar landsst‡rismanninum, Bjarna Djurholm tær 323 undirskriftirnar frá
leirvíkingum við einum einasta kravi: Tunnil!
Mynd: Jens Kr. Vang
Tunnil fyri 87 mió. kr.
•
Í einum brævi, sum Vinnumálaráðið fekk 26. januar 2006, meta J&K Petersen og NCC,
at ein tunnil kann gerast fyri uml. 87 mió. kr. u/ MVG, við hesum høvusfortreytum:
•
Rundkoyring á Toftanesi við tilkoyringarvegum
•
350 m langur tunnil
•
Forankra tunnilin við at stoypa botnplátuna fasta í klettin
•
Vanligan T-kross á Kráartanga
•
Vegurin frá Kráartanga til tunnilsvegin verður vardur við alduverju
•
Í smábátahavnini verður ein útfylling gjørd út á sjógv, sum fær ein asfaltveg omaná
•
Vegurin verður gjørdur liðugur og asfalteraður
•
Øll øki verða reetablerað, soleiðis sum tey vóru áðrenn
•
18 mánaðar byggitíð
•
Øll prosjektering
Bjarni Djurholm:
– Neyðugt
við betri
grundarlagi
Við
móttøkuna
av
áheitanini segði Bjarni
Djurholm, at sum støðan
er í dag er ikki nóg gott
tilfar og grundarlag at
taka eina endaliga støðu
út frá.
Hann segði, at Lands
verk hevur vent sær til
ráðgevarar úti í heimi eftir
fleiri upplýsingum.
Og sum skilst so miðar
hann eftir at leggja eitt upp
skot um hetta fyri tingið,
áðrenn tað fer heim seinast
í apríl mánaði.