Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. februar 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 38 - 22. februar 2006 Olaf Olsen sigur, at sjálvur eldurin at síggja til mest sum bara var í tí eina kamarinum, men hiti, roykur og sót hava oyðilagt tað mesta av apeteringini – og helst eisini øll tólini á brúnni. - Øll kømrini í stýriborði, sum eru seks í tali, mugu gerast umaftur, og hiti og roykur hava eisini gjørt stóran skaða á hini kømrini eins og á gallu og messu, sigur hann Eldur Orð: Vilmund Jacobsen Myndir: AWJ-Foto vilmund@sosialurin.fo Um hálvum ellivu tíðina týsmorgunin kom eldur í eitt kamar umborð á ísfiskatrolaranum, Stelki, sum P/F Beta í Saltangará eigur. Systurskipini, Stelkur og Bakur, sum partrola, vóru júst komnir aftur av túri, full undir lúkurnar av fiski og við nakað av leysum fiski aftrat. Olaf Olsen á Beta sigur, at hann var staddur á bryggjuni, tá ið teir varnaðust, at okkurt var áfatt umborð. ”Nakin” stýrimaður – Eg sá, at stýrimaðurin kom í land, nakin um yvirbelti, skóleysur og bara í buksum. Hann hevði staðið undir brúsuni, tá ið roykávarðingin fór at ýla. Stýrimaðurin, sum sjálvur hevði aftasta kamar í bakborði, helt, at eldur var í fremsta kamarinum í stýriborði, og tað vísti seg at vera rætt, tá ið saman um kom. Olaf sigur, at Skálafjarðar Sløkkilið var á staðnum eftir umleið 10 minuttum, men tað var torført at staðfesta, hvar eldurin var. –Tú heldur altíð, at tað gongur seint, tá ið slíkt er ófatt, men tað var ógvuliga torført hjá sløkkiliðsmonnunum at finna út av, hvar eldurin var. Tað var nógvur og eitrandi roykur, og tí var eisini ógvuliga torført hjá roykkavarunum at koma framat. Hann sigur, at tað var harmiligt at síggja, hvussu tað, sum í byrjanini ikki sá út til at hava so nógv upp á seg, seinni vísti seg at gerast ein so stórur skaði. – Ja, hetta var herviligt, nú tað hevur gingið so ómetaliga væl at fiska, at tað skuldi taka so langa tíð, áðrenn sløkkiliðini fingu bilbukt við eldinum. Skálafjarðar Sløkkilið boðsendi eisini sløkkiliðnum á Skála, men tað mundi taka tað mesta av hálvum øðrum tíma, áðrenn staðfestast kundi, at eldurin var sløktur. Øll apeteringin Olaf sigur, at sjálvur eldurin at síggja til mest sum bara var í tí eina kamarinum, men hiti, roykur og sót hava oyðilagt tað mesta av apeteringini – og helst eisini tólini á brúnni. – Øll kømrini í stýriborði, sum eru seks í tali, mugu gerast umaftur, og hiti og roykur hava eisini gjørt stóran skaða á hini kømrini eins og á gallu og messu. Hann sigur, at roykur og sót eru oyðileggjandi fyri tólini, tí feitt er í sótini. Stelkur er sleipaður yvir á Skála í morgun, og nú verður ruddað umborð, soleiðis at betur kann síggjast, hvussu vorðið er. Olaf Olsen sigur, at nýgerð, umvælingar og keyp av nýggjari útgerð til brúnna saktanst kunnu koma at kosta einar 10 miljónir krónur, og haraftrat er væntandi, at skipið kemur at liggja einar tríggjar mánaðir í bestu fiskitíð, áðrenn klárt verður at fara til fiskiskap aftur. – Men hetta eru bara gitingar, tí í løtuni er ógjørligt at siga, hvussu vorðið er, leggur hann aftrat. Olaf sigur, at longu nú hava fleiri boðið sær til at umvæla skipið. –Neyðugt er ikki at taka skipið upp á beding fyri at gera umvælingararbeiði, og tí hava fleiri smiður ella verkstøð møguleikan at bjóða upp á arbeiðið, sum væntandi verður boðið út, sigur hann. Spurdur, hvør orsøkin er til eldin umborð á Stelki, sigur Olaf, at hesum er ikki full greiða fingin á enn. –Tryggingin, skipasýnið og løgreglan hava verið umborð á skipinum, og nú tað liggur á Skála í morgun, hava partarnir aftur verið umborð. Hann heldur, at ein møguleiki er, at eldur er komin í bjálvingina – og um so er, verður neyðugt at kanna eftir, hvussu vorðið er umborð á systurtskipinum eisini, so hetta ikki endurtekur seg. –Hetta er avgjørt ein møguleiki, men áðrenn kanningarnar eru lidnar, kann einki ítøkiligt sigast um orsøkina, sigur Olaf Olsen. Eldur, hiti og roykur fyri einar 10 mió. kr. Eldur kom í ísfiskatrolaran, Stelk, tá ið teir júst vóru lidnir at landa í Saltangará týsmorgunin. umvælingararbeiðið fer at kosta einar 10 milj. krónur, og helst missir skipið einar tríggjar mánaðir í bestu fiskitíð Olaf Olsen er ógvuliga harmur um eldin umborð á Stelki og skaðan, sum skipið hevur fingið, nú skipini heilt síðan ársbyrjan – hvørja viku - hava siglt full undir lúkurnar til lands Stelkur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo – Ja, hetta var ógvuliga harmiligt, nú tað hevur gingið so óvanliga væl at fiska. Manningin er tryggjað inntøkutap, men tað eru skipini ikki. So, hetta verður ein smeitur, nú vit eru í bestu fiskitíð, og skipini alt hetta árið og hvørja viku hava siglt til lands, full undir lúkurnar. Olaf Olsen sigur, at reiðaríið nú fer at kanna møguleikarnar, um teir kunnu finna ein ”makkara” til Bak, ið er systurskipið hjá Stelki, sum eldur kom í týsmorgunin. – Vit halda, at onkrir møguleikar eru, og teir fara vit nú at kanna, leggur hann aftrat. Hann sigur, at manningin er tryggjað ímóti inntøkutapi, men tað eru skipini ikki. – Hóast Stelkur nú ongan pening kemur at vinna, meðan umvælingararbeiði verður gjørt, hava vit føstu útreiðslurnar at svara. So, hetta verður sjálvsagt eitt tap fyri felagið, sigur Olaf Olsen. Ísfiskatrolararnir hava havt rættiliga góðan fiskiskap seinastu tíðina, og prísirnir hava verið á eini leið, hóast nógv trýst er á marknaðinum. – Hetta var ógvuliga harmiligt