mikudagur 22. februar 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 38 - 22. februar 2006
9
– Hetta kann
helst gerast meira
áhugavert, uttan at
tað missir nakað,
sigur Gunnar Hoydal
um íbúðahúsini á
Stórutjørn, ið hann
tó sum heild er
spentur uppá. Hann
metir, at ítróttarøkið
fer at vera til
gagns fyri býin og
fólkaheilsuna, men
ivast um
íbúðapartin við
háhúsum. Hann
mælir til at byggja
hendan partin av
verkætlanini lægri
og tættari, so húsini
koma at verja hvørt
annað ímóti veðri og
vindi
STÓRATJØRN
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Gunnar Hoydal er fyrrverandi
býararkitektur í Havn og
hevur drúgvar royndir í at
skipa fyri býarplanlegging.
Sum heild er hann
spentur upp á verkætlanina
Stóratjørn hjá P/f Jákup á
Dul.
– Tað er spennandi, at
knappliga er eitt byggimál,
sum fær fólk at tosa saman,
og tað er ikki oftari enn so,
sigur Gunnar Hoydal, sum
eisini heldur tað vera gott,
at hendan verkætlanin hevur
fingið eitt navn beinanvegin,
Stóratjørn, og ikki eitt navn
sum Hoyvíkshagi Suður ella
okkurt líknandi.
– Tað er, tá vit tosa um tað,
at ivamálini koma fram, sigur
tann royndi arkitekturin, sum
hevur hugt eftir projektinum
uppi í Hoyvíkshaganum.
Spurdur, hvussu ein so
stór verkætlan fer at ávirka
Havnina sum bý, minnist
Gunnar Hoydal afturá, at
fyri 30 árum síðani høvdu
vit eitt fordømi, SMS, sum
fólk hildu vera burturvið
og fór at oyðileggja býin.
Hóast verkætlanirnar ikki
kunnu samanberast í vavi,
hava tær tað í felag, at tað
er ein einstaklingur, ið
hevur sæð møguleikarnar
í býarbyggingini og hevur
elvt til tað umráðandi
almenna kjakið.
Ikki endurtaka danska
bygningsimperialismu
Gunnar Hoydal greiðir frá, at
seinasta sunnudag gekk hann
sær ein túr í góðveðrinum
niðan til økið við Stórutjørn,
sum hann kennir væl. Har
gekk fólk og vassaði í
mýrum og undraðust, sum
hann tekur til. Av økinum
sært tú inn á Kaldbaksfjørð
og Skálafjørðin og oman
yvir Havnina.
– Haðani sæst týðiliga,
at um Skálafjarðartunnilin
verður
veruleiki,
so
hevur hetta økið heilt
avgjørdar
møguleikar
fyri at gerast ein týðandi
framtíðarmiðdepil. So á tann
hátt er hetta rætt plaserað,
sigur Gunnar Hoydal og
sipar til arbeiðið at leggja
langtíðarætlanir fyri býin.
– Tá tú fert til eitt nýtt
stað, er týdningarmikið, at
tað er arkitektoniskt miðvíst.
Ein býur má hava nøkur
býarmerki ella eyðkenni, og
hesi koma at síggjast heilt av
Skálafjørðinum, og tí skilji
eg væl, at arkitektarnir í
hesum førinum hava valt
okkurt, sum røkkur upp
og hevur ein profil. Á
teldumyndunum sær hetta
tilforlátiligt út, veðrið er gott
o.s.fr. Men, og tað er eitt stórt
men: vit eiga ikki at gloyma
veðurlag og umhvørvi, og eg
spurdi meg sjálvan: er hetta
alt eitt dreymaland, sigur
Gunnar Hoydal og nevnir
íbúðahúsini, sum hann ikki
heldur hóska inn í føroyska
umhvørvið.
Verkætlanin kann býtast
sundur í fýra partar:
handilsøki,
ítróttarøki,
hotell- og ráðstevnuøki og
íbúðarøki. Tey trý fyrst-
nevndu elementini heldur
Gunnar
Hoydal
vera
spennandi, um fyritøkur
fáast at trúgva uppa hetta.
Men hann ivast stórliga í tí
fjórða partinum, nevniliga
uppskotið um, at íbúðahúsini
í 10 hæddum skulu byggjast
uppi við Stórutjørn.
– Eg havi alla mína tíð
hildið, at vit eiga at hugsa
um lokalklima, um lendi
og veðurlag, sigur Gunnar
Hoydal, ið minnir á, at vit ikki
hava nógv háhús í Føroyum.
Undantøk eru at finna við
Velbastaðvegin í Havn og
hospitalsbygningarnir hjá
Landssjúkrahúsinum, sum
Gunnar Hoydal ikki metir
vera fyrimyndir, ið vit
eiga at leggja okkum eftir
at endurtaka í komandi
byggingum. Hann leggur
afturat, at tað er ikki fyri einki,
at slík bygging onkuntíð
er blivin kallað “donsk
bygningsimperialisma”, av
tí tað ikki er bygt í samsvari
við lendið og umhvørvið í
Føroyum.
Saknar verjandi rond
Gunnar Hoydal vísir tí, at
heldur enn at byggja háhús
í 10 hæddum hevði tað
eftir hansara tykki skapað
størri trivnað, um t.d.
húsini á Berjabrekku við
sínum fjølbroytni høvdu
verið nýtt sum fyrimynd
fyri íbúðabyggingina á
Stórutjørn.
– Tað er altíð best, um
fólkið, ið býr í húsunum,
hevur møguleika at stíga
á jørðina, sigur Gunnar
Hoydal, og heldur fyri, at
tað ber ikki so væl til, um
tú býrt á 10. hædd.
– Nú er hetta bara
fyrsta uppskotið til eina
byggiætlan, men eg trúgvi
man eigur at gera lívd til hesi
húsini, sigur fyrrverandi
býararkitekturin.
Í
hesum
sambandi
nevnir hann tey sokallaðu
Randarhúsini, sum eru ein
roynd at skapa verju í móti
veðri og vindi.
Orðið Randarhús kemur
sjálvandi av “rond”, sum
skal verja, og hetta heldur
Gunnar Hoydal vantar á
Stórutjørn.
Hann metir nevniliga, at
tað hevði verið skilabetri
at gjørt eina lægri rond av
húsum rundan um sjálvt økið,
og so bara havt nøkur fá torn,
kanska eini trý, sum góvu
ætlanini tann arkitektoniska
tónan og virkaðu sum eitt
slag av eyðkenni fyri býin, ið
sóust langt burturi frá. Hesi
skuldu so ikki verið sjálvur
íbúðarparturin, men heldur
bygningarnar við hotellum
og ráðstevnuhølum, og áttu
at verið byggilist á høgum
støði.
Væntar ikki
háhúsakriminalitet
– Vit skulu ALTÌÐ hugsa um,
hvussu hetta fer at síggja út
um eitt-tvey ættarlið, og um
fólk fara at verða góð við
tað, sigur Gunnar Hoydal,
og nevnir í sama viðfangi
byggingina á Berjabrekku
og í Tórsbyrgi í Havn, har
fólk í fyrstuni vóru eitt
sindur varin, men síðani eru
vorðin góð við staðið.
Og tað ivast Gunnar
Hoydal í, um fólk fara at
vera við eitt háhús í 10
hæddum.
– Hetta kann helst gerast
meira áhugavert, uttan tað
missir nakað.
– Mítt ættarlið hevur havt
sum fyrimynd at bygt tætt
og lágt, men her kundu vit
bygt tætt og høgt, sigur
Gunnar Hoydal, ið tó sum
sagt staðiliga ávarar ímóti
íbúðahúsum í 10 hæddum,
men heldur íbúðahúsum,
sum framvegis standa tøtt
niðri jørðina og verja ímóti
vindi og veðri.
Ofta enda sosial avbyrging
og kriminalitetur í háhúsum,
og Gunnar Hoydal vísir
á, at krimiskaldsøgur úr
t.d. Onglandi og Svøríki
so at siga altíð fara fram
í slíkum umhvørvi, sum
er bygt í sekstiárunum, tá
ætlanin var at loysa allar
byggitrupulleikar í einum
við at byggja bíliga, so øll
skuldu hava ráð at búgva
har.
Úrslitið varð, at bert eitt
ávíst sosialt lag í samfelag-
num kom at búgva í hesum
høgu húsunum. Eingin, sum
búði har, orkaði at halda
hesum uppi, og kriminalitetur
spurdist burturúr.
– Tað mugu vit fyri alt
í verðini sleppa undan,
sigur Gunnar Hoydal,
sum kortini ikki væntar, at
hetta verður úrslitið uppi í
Hoyvíkshaganum.
Kommunan krevja
dygd og fjølbroytni
Hann heldur tað vera
týdningarmikið, at kom-
munan setir strong krøv
til dygd og innrætting av
fjølbroyttum íbúðum í
ymiskum støddum heldur
enn at byggja eins íbúðir
til
“businessmenn
og
heimsborgarar”, og sum
kanska bert koma at hava
eina íbúð standandi uppi við
Stórutjørn til næstu ferð, teir
koma hendanvegin at spæla
golf.
– Hetta ljóðar flott,
men tað hevur týdning, at
byggingin nøktar ymiskan
tørv, sigur Gunnar Hoydal,
ið vildi lagt dent á
fjølbroytni í byggingini og
fólkasamansetingini, tá
ið talan er um so stóra
byggiætlan sum hesa. Hann
væntar, at við núverandi
uppskoti til íbúðahúsini
verður torført at fáa
barnafamiljur at støðast
leingi, hóast húsini eru
vælgjørd. Hinvegin kann
úrslitið verða eitt annað,
um tað eydnast at fáa fólk
í øllum aldri at búgva har.
Hetta kann gerast við at
byggja fjørbroyttar íbúðir
til eitt nú barnafamiljur,
pensiónistar og ikki minst
støk, sum ofta eru væl fyri.
Gunnar Hoydal heldur
tað nevniliga ikki vera
óhugsandi, at Stóratjørn eisini
verður ein íbúðamøguleiki
hjá tilkomnum fólki, sum
umhugsa at flyta úr teirra
húsum. Her nevnir hann
golfvøllin, sum er eitt gott
frítíðarítriv fyri øll, og
svimjilandið, sum saktans
eisini kann vera til gagns
fyri eldri, og hann metir
ítróttarøkið vera eitt framstig
fyri býin og heilsuna.
Fyrrverandi býararkitekt-
urin tekur yvirhøvur væl
ímóti ætlanini og heldur ikki,
at Stóratjørn fer at vera til
ampa fyri miðbýin í Havn.
Heldur væntar hann, at har
fer hin parturin av mentanini,
sum ikki verður at finna
uppi við Stórutjørn, at halda
til. Somuleiðis hóvar honum
tankan um, at hetta projektið
er fyri allar Føroyar, nú
skjótt 80 % av íbúgvunum
fáa vegasamband við hvønn
annan.
– Heldur enn at kappast
innanhýsis, verður um-
heimurin ein avbjóðing,
sigur Gunnar Hoydal.
– Vit eiga altíð at hugsa
nøkur ættarlið fram í tíðina
– Tað er altíð best, um fólkið, ið býr í húsunum, hevur møguleika at stíga á jørðina, sigur Gunnar Hoydal, og heldur fyri, at tað ber
ikki so væl til, um tú býrt á 10. hædd. Hann mælir tí til eina øðrvísi íbúðabygging á Stórutjørn
Savnsmynd