Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. februar 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

12 Sosialurin Nr. 38 - 22. februar 2006 NOVN Í VIKUNI Kristian Magnussen 50 ár Í dag, mikudagin 22. februar, fyllir Kristian Magnussen lagtingsmaður í Havn 50 ár. Kristian er vágbingur, sonur Miu og Eliesar Magn- ussen. Kristian er útbúgvin skrivstovumaður og sosial- ráðgevi. Hann byrjaði sum sosialráðgevi á Almanna- stovuni, og seinastu mongu árini hevur hann arbeitt sum sosialráðgevi hjá Tórshavnar kommunu, har hann er í far- loyvi í latuni. Hann hevur verið log- tingsmaður síðan 1994, frá 1994-1998 var hann valdur fyri Verkamannafylkingina, og síðan 1998 hevur hann verið valdur fyri Javnaðar- flokkin. Frá 1996 til 1998 var hann landsstýrismaður umboðandi Verkamannafylkingina. Hann hevur stóran áhuga í samfelagsligum viður- skiftum og gongur hogt upp sítt starv sum politikari. Kristian hevur eisini stóran áhuga fyri fótbólti og er Chelsea viðhaldsmaður um ein háls. Hann hevur fleiri ferðir saman við öðrum verið í Onglandi og hugt at dystum, tá Chelsea spælir. I foroyskum fótbólti er tað nokk VB, sum stendur hansara hjarta næst. Sjálvur hevur hann spælt flogbólt í mong ár. Hann er eisini tónleika áhugaður og heldur nógv av danska bólkinum „Gnags“. Kristian er giftur Bjørg Róin úr Havn. Tey eiga trý born: Rúni, 33 ár, Sharda, 23 ár, og Bogi, 18 ár. Rúni og Sharda búgva í Keyp- mannahavn. Eisini eiga Bjorg og Kristian abbasonin Mattias, sum tey ganga sera hogt uppí, og ikki at gloyma hundin, Golden Retrievarin „Chico“. Dagurin í morgin 23. februar. Papias, deyður umleið ár 150. Var biskupur í Hierapolis í Frýgiu í Lítluásiu. Sigst at hava havt samband við ápostulin Filippus. Sig tína meining Í Sosialinum Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi(ðsosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar foðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Quizvinnarar hugnaðu sær Vinnarinir av fyrsta hovðus- vinninginum í Pub Quiz í Café Natur „Team Breyðc vóru ein rimmar bytur í viku- skiftinum. Skilagóðu breyðini fóru við limosinu í Bowling Hollina, har teir bowlaðu seg svangar. Síðan gekk leiðin niðan á Hotel Föroyar, har borðreitt var við fýra rottum. Aftan á matin koyrdi limosinan Team Breyð oman í REX, har VIP rúmið bíðaði við ókeypis drykkjuvorum. I kvold verður so fari undir 2. umfarið av Pub Quiz. Hovðusvinningurin hesu ferð er eitt á loftinum í Café Natúr. Har fær vinnarin rúm fyri seg sjálvan og egnan kokk. Kokkurin Uni Gullfoss ger eina serliga 6 rætta matskrá við víni. Aftaná er ókeypis atgongd hjá vinnaranum í bæði Rex og Eclipse. So Pup Quiz er aftur hvort mikukvold kl.21.00 nud Quizvinnararnir frá vinstru: Hallur Poulsen, Leivur Holm, Eyðun L. Samuelsen, Petur Egholm og Eyðun Húsgarð Tórshavnar alfraði: Konfirmantar í apríl 1926 Konfirmantarnir 11. apríl 1926. Aftasta rað, f.v.: ókendur, Johanne Olsen (Velbastaður), ókend, Jon Jakobsen (Nólsoy), ókendur, Hans Marius Hansen (Havn), ókend og Aage Dal Mikkelsen (Havn). Fremra rað f.v.: ókend, Helene Marie Jacobsen (Havn), ókend, Elisabeth Oluffa Joensen (Havn), ókend, Valborg Anna Marie Næs (Havn), Hanne Jensine Gudrun Olsen (Havn) og ókend. Tær genturnar, sum ikki eru navn- givnar á myndini, eru: Hansine Helene Sofie Dam, Signhild Ellinor Joensen, Anna Ellingsgaard, Borghild Hjalt, Andrea Kristine Viðstein, Frida Maria Hansine Vilhelmsen og Johanna Maria Poulsen, allar úr Havn og so Olivia Holm úr Nólsoy. 11 gentur eru á myndini, og 13 blivu fermdar. Dreingirnir, sum íkki eru navn- givnir á myndini, eru: Clement Jac- obsen, Ludvig Hallgrím Niels Christi- ansen Rein, Johan Kristian Poul Nikolaj Hojgaard, allir úr Havn og so Finn Winther (Klaksvík) og Tórir Zachariasen (Hestur). 8 dreingir blivu fermdir hendan dagin og bert 5 eru á myndini. Vit fara so inniliga at heita á lesar- arnar um at gera vart við seg, um teir vita hvor er hvor. Vinarliga ringið til Birgar Johannessen á tlf. 314647 ella 214647.