mikudagur 22. februar 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 38 - 22. februar 2006
Væntar sær
nógv av
pumpuni
Tað er Sp/f Hiti í Havn, sum
umboðar hitapumpurnar
frá Euronom, og stjórin
í fyritøkuni, Áki Mort
ensen, er ikki í iva, tá
vit spyrja hann, hvørjar
møguleikar teir síggja í
hesi framleiðsluni.
– Tá vit royna at markn
aðarføra hetta, so er tað
sjálvsagt, tí vit síggja
hendan partin sum eitt
sera áhugavert virkisøki.
Sjálvandi kundu vit bara
hildið okkum til at selja
oljufýrdar ketlar. Men
vaksandi oljuprísurin fær
náttúrligt fólk at hyggja
aðrar vegir. Og at talan
við hesum er um grøan
orku, er eisini í tíðarinnar
anda, sigur hann.
– Tí gjørdu vit okkum
skjótt greitt, at vit eisini
skuldu kanna, hvørjir
aðrir møguleikar vóru á
marknaðinum. Her hava
vit hvat fyrispurningar
til fleiri framleiðarar, og
hetta er so tann loysnin,
sum vit meta hevur bestu
møguleikarnar á føroyska
marknaðinum.
Spurdur, um tey longu
nú hava selt fleiri slíkar
skipanir sigur hann, at
útlitini tykjast sera góð.
– Tað er bara góð vika
síðani, at vit fingu fyrstu
anleggini heim, og tey
eru longu seld. Hartil
er talan um sera nógvar
fyrispurningar. Bæði
frá privatpersónum og
virkjum. Fyri okkum at
síggja er tað eisini ein fyri
munur, at skipanin kann
útbyggjast eftir tørvi.
Bæði pumpa og ketil finn
ast í fleiri stødd um, og
hartil ber eisini til at binda
fleiri pumpur saman - ella
at nýta aðrar orkukeldur
saman við pumpuni. Eitt
fjølbroytni, sum hevur við
sær, at vit kunnu kappast
innan stórt sæð allar
partar av marknaðinum,
heldur Áki Mortensen.
-mørk
Áki Mortensen, stjóri
á Hita, sigur, at tey í
fyritøkuni hava sera góðar
vónir til hitapumpuna
Miðlahúsið var
stúgvandi fult, tá
HVS-fyritøkan,
Hiti, í gjárkvøldi
hevði fyrilestur um
nýskapandi tøkni
innan hitapumpur
Orka
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hitapumpur av ymsum
slag hava spakuliga vunnið
frama seinnu árini. Skipanin
í hesum er í prinsippinum,
at hiti verður tikin úr eitt
nú luft, vatni ella jørðini,
fyri síðani at verða leidd ur í
orkukeldu, sum kann nýtast
í húsarhaldinum.
Nýtir bara luft
Fram um aðrar pumpur,
sum eru á marknaðinum,
so megnar pumpan, sum
fyrilesturin snúi seg um, at
nýta orku úr luftini til at hita
vatn. Og á tann hátt gera eitt
oljufýr púrasta óneyðugt.
Orkuinnihaldi í vatni er
munandi størri enn í luft,
og tí hevur hetta verið ein
prosess, sum hevur verið ov
kostnaðarmikil til, at hetta
yvir høvur skal loysa seg.
Kostnaðarmikið, tí tað ikki
uttan víðari ber til at nýta
luft, sum er kanska 8 stig at
hita vatn upp í neyðugu 70
hitastigini. Tá er munandi
lættari at nýta hita úr jørð
ella vatni, sum hevur eitt
nógv størri orkuinnihald.
Tøknin á ymsu vørunum
er tó støðugt betrað, og nú
er svenska Euronom so
komið við hitapumpuni,
sum við hjálp av luft og
ongum øðrum ger oljufýrin
púrasta óneyðugan. Skal
tað sigast heilt stutt, so
kann hetta sammetast við
eitt kuldaskáp, sum virkar
øvugtan veg. Altso har orka
verður leidd úr luft yvir í
hitalikam, sum so aftur hitar
vatnið í ketlinum.
Tað var stjórin á Euro
nom, Åge Hjort, sum var
komin til Føroya at halda
fyrilesturin.
Og
hann
duldi ikki fyri, at føroyska
veðurlagið er framúr væl
egnað til slíkar pumpur.
Serliga, tí hitasveiggini í
føroysku luftini ikki eru so
stór, og at tað tí er munandi
lættari at toga eina munandi
orkuframleiðslu úr luftini.
Spurdur, hvørt salta luftin í
Føroyum ikki kundi verða ein
trupulleiki, segði Åge Hjort,
at tað heldur hann ikki. Teir
partur av anlegginum, sum
standa úti, eru allir gjørdir úr
rustfríum tilfari, og tí er hetta
ikki nakar trupulleiki. Nakað
sum eitt nú mongu anleggini
við norsku strendurnar hava
prógvað.
Veldugur áhugi
Skal metast eftir áhuganum
fyri fyrilestrinum, so er
einki at ivat í, at føroyski
marknaðurin nú er til reiðar at
taka móti tøknini, sum í drúgt
áramál hevur vunnið frama í
grannalondum. Stúgvandi
fult var av fólki. Einamest
áhugaðum handverkarum
og fólk, sum ætla sær ella
eru í ferð við at seta búgv.
Í so máta mundi talan vera
um rættiliga áhugaverda
áhoyrarafjøld hjá seljarunum,
og sum skilst, so kom eisini
okkurt á ordrablokkin longu
hendan dagin.
Á ferðini til Føroya skal
Åge Hjort halda tvinnar
fyrilestrar. Tann seinni av
hesum verður í Tekniska
Skúla í Klaksvík í kvøld, og
verður hesin kl. 19.
Burtur við oljufýrinum
Stjórin á Euronom, Åge Hjort, greiðir frá, hvussu slíkar hitapumpur virka. Euronom hevur í 30 ár framleitt hitapumpur av ymsum slag
Hitapumpur av ymsum slag hava verið í støðugari
framgongd í fleiri av grannalondum okkara seinasta
30 árini. Talan er tí í flestar mátar um sera væl roynda
tøkni.
Lutfallið millum olju- og streymprís er avgerandi fyri
rentabilitetin í íløguni, sum verður gjørd í hitapumpu.
Hetta er eisini orsøkin til, at rákið úr eitt nú Svøríki
nústaðni er komið til Føroya.
Ein nýggj hitapumpa av slagnum, sum varð sýnd
fram í gjárkvøldi kostar 72 tkr. Hetta fyri hitapumpu,
ketil og stýrieind. Eisini ber til at íbinda aðrar grønar
orkukeldur. Eitt nú sól-, vatn- ella jørðhita.
Er talan um nýggj hús skal hetta setast í lutfall til einar
30 tkr., sum svara til oljufýr, ketil og kaminu.
Er talan um oljunýtslu á 3.500 litrar um árið, er netto
sparingin knappar 10 tkr. um árið. Hetta grundað á
dagsins el- og oljuprísir. Tað merkir, at er talan um
nýíløgu, har hitapumpa verður keypt ístaðin fyri
verandi oljufýr, er íløgan spard eftir 8 árum. Er talan
um nýbygging, er meirkostnaðurin av hitapumpuni
vunnin aftur eftir á leið 4 árum.
Væntaða livitíðin á hitapumpuni er á leið 20 ár.
FAKTA
Leygardagin
er
árligi
aðalfundurin í Føroyinga
felagnum í Århus. Seinni
um kvøldið spæla Finnur
Jensen og Høgni Reistrup í
Áarstovu mitt í býnum
Føroyingafelagið í Århus
hevur aðalfund leygardagin.
Áhugin fyri aðalfundinum
hevur víst seg at vera stórur.
Hetta sæst millum annað í
undirtøkuni at stilla upp
til nevndarvalið. Eisini
er greitt, at nevndin skal
finna ein nýggjan formann.
Marja Gjógvará, sum hevur
myndað felagið seinastu tvey
árini, flytir nevniliga heim til
Føroya í summar og stillar tí
ikki uppaftur.
Seinni um kvøldið verður
grýluveitsla í Áarstovu, sum
føroyahúsið í Århus eitur.
Tá spæla Finnur Jensen
og Høgni Reistrup. Finnur
syngur og spælir gittar,
meðan Høgni roynir seg bæði
á gittaranum, klaverinum,
munnharmonikuni og við
rødd ini. Teir báðir lesa
miðlafrøði og hava spælt
nakrar ferðir saman síðani
summarið í fjør, tá teir fluttu
til býin. Nakrar konsertir
í Áarstovu er tað blivið
til, men nú eru teir eisini
byrjaðir at spæla fyri dønum.
Sum til dømis í seinastu
viku, tá teir undirhildu á
eini fríggjadagsbarr á lærda
háskúlanum í Århus.
Tey, ið vitja húsið, ið letur
upp fyri almenninginum
klokkan 23, kunnu vænta
eitt sindur av hvørjum tón
listarliga. Nevnast kunnu
millum annað Bob Dylan,
Coldplay, John Denver,
Páll Finnur Páll og føroysk
“syngið-við-løg”, sum eru á
skránni leygarkvøldið. Fyri
reikararnir vilja eisini vera
við, at tað ikki er ómøguligt,
at ein gestatónleikari eisini
kemur á gátt í Áarstovu.
Meiri kann frættast á
heimasíðuni www.aarstova.
dk.
Jensen og Reistrup
aftur á pallin