Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. februar 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Toyota Dyna og Hiace: Arbeiðsbilar frá Toyota Nr. 38 • mikudagur • 22. februar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Ein stórur partur av bilasøluni hjá Toyota eru arbeiðsbilar sum t.d. Dyna, ið eru kendir sum slitsterkir og haldgóðir lastbilar, og Hiace, sum í mong ár hava verið millum mest seldu vøruvognar Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Umframt persónbilar hava Toyota eina stóra vøruskrá við arbeiðsbilum í ymiskum støddum og modellum sum t.d. Dyna lastbilar og Hiace vøruvognar og minibussar. Toyota Dyna eru kend­ir sum slitsterkir og haldgóðir arbeiðsbilar, ið verða gjørdir í ymiskum útgávum og stødd­ um til fleiri ymisk endamál og fáast sum Single Cab ella Double Cab, við einkultum ella dupultum bakhjólum, og stuttari, miðal ella langari aksilfrástøðu. Dyna fáast við tveimum 2,5 litur turbo dieselmotorum við ávikavist 88 og 102 hk, og einum 4,6 litur turbodiesel við 147 hk. Bilarnir lasta upp til 7,5 tons. Dyna verða uppbygdir eft­ ir egnum ynski og fáast við træ- ella aluminiumslast og 3-vegis vippulast. Hjá Reyni Service kunnu teir eisini lever­ast við Ferrari-kranum í fleiri ymiskum støddum. Til dømis kostar ein Dyna við 3-vegis vippulast 310.600 kr. v. mvg. Toyota Hiace Fyrr vóru vøruvognar sera einfaldir, høvdu bert tað mest neyðugu útgerðina, og koyrieginleikarnir vóru har eftir. Men soleiðis er ikki í dag. Vøruvognar eru ofta eins væl útgjørdir og komfortablir sum persónbilar, bert eru teir gjørdir til at lasta meira. Toyota Hiace hava í mong ár verið nakrir av mest seldu vøruvognum í nógvum av heim­sins londum. Eisini her hjá okkum eru teir sera væl umtóktir. Hiace fáast í tveimum longdum sum vøru­ vognar og eisini sum mini­ bussar. Sum vøruvognar fáast teir við dragihurðum á báðum síðunum og við topphongdari baklúku eins og tveimum síðuhongdum bakhurðum. At koyra ein Hiace er sum at koyra ein persónbil, hvat koyrieginleikum og komforti viðvíkur, kabinuni er eisini sera væl innrættað. Bilurin er arbeiðsvinarligur, og lessihæddin er lág. Vøru­ rúmið á styttru útgávuni er 5,9 rúmmetrar, meðan tað er 7 rúmmetrar á longru út­gávuni. 2,5 litur turbo diesel­motor­ arnir eru ávikavist 88 og 102 hk. Hiace fæst eisini við einum 2,7 litur bensinmotori við 143 hk. Teir fáast eisini sum 4x4. Dyna og Hiace kunnu síggj­ast og roynast hjá ReyniService. Toyota Hiace Van (styttra útgávan) Motorurin: 2,5 litur turbodiesel 88 hk Toppferð: 140 km/t Dekkstødd: 195/70-15C Stødd og vekt Longd: 471,5 cm Breidd: 180,0 cm Hædd: 199,5 cm Eginvekt: 1.650 kg Lastevni: 1.150 kg Vørurúm: 5,9 rúmmetrar Prísur: kr. 218.600,- v. mvg Søluumboð: Reyni Service, Vegurin Langi FO-188 Hoyvík, Tel. 353040 www.reyniservice.fo Toyota Dyna verða uppbygdir eftir egnum ynski og fáast við træ- ella aluminiumslast og 3-vegis vippulast Mynd: Jens Kristian Vang Toyota Hiace fáast í tveimum longdum sum vøruvognar og eisini sum minibussar Mynd: Jens Kristian Vang