Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-22, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. februar 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 38 - 22. februar 2006 Týsdagin 21. februar var fyrsti dagur at ein sonevndur spritt-simulator var í Studentaskúlanum í Hoydølum, har næm­ingar fingu høvi at royna, hvussu tað kennist at koyra ávirkaður av rúsdrekka   Ferðslutrygd Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Uttan fyri Studentaskúlan í Hoydølum stóð ein svartur vøruvognur við donskum nummarplátum við einum spritt-simulatori inni í, með­ an næmingarnir gingu upp á skift fyri at royna, hvussu tað kennist at koyra bil við 0,8 promillu í blóðinum. Tað var sum at seta seg inn í ein vanligan bil við instrumentborði, bakki­ spegli, startlykli, bremsu­ pedal og spitara. Forrúturin er ein teldu­ skíggi. Bilurin verður settur í gongd, meðan bilførarin situr við rattið og hyggur inn í skíggjan. Koyrt verður eftir vanligum landsvegi og gjøgnum býir. Talan er um eitt telduforrit, sum simulerar vanliga koyr­ ing. Fyrst er vanlig koyring á skránni, har førarin kem­­ ur út fyri ymiskum ferðslu­ trupulleikum, sum hann loys­ir við at venda, bremsa, spita o.s.fr. Telduforritið gev­ur síðan møguleika til at simulera, at førarin t.d. hevur 0,8 promillu av alko­holi í blóðinum. Tað merkir m.a. at sjónarøkið er smalkað, rattið verður ótrygt og koyringin sleingjandi. Og nú fær bilførarin annað at síggja. Nógv mótkoyrandi ferðsla er, og bilførarin hevur nógv at taka atlit til, bæði vegarbeiði, ferðsluljós, djór sum fara tvørtur um veg­in og tað vanliga - ein bóltur kemur út á vegin og lítla løtu seinni eisini ein smá­drongur. Thomas Gerdes, projekt­ leiðari hjá Rådet for Større Færdselssikkerhed, sigur, at endamálið við at koma út á skúlarnar við hesum simula­ torinum er, at vísa hvussu reaktiónstíðin broytist, tá ein hevur drukkið, bilførarin hevur ikki tamarhald á støð­ uni og má brúka nógva orku til at konsentrera seg um at halda bilin á vegnum og ikki koyra á ymsikar hindringar á vegnum. Ein telduskíggi er eisini uttan fyri bilin, so tað ber til hjá øðrum næmingum at fylgja við koyringini. Áðrenn farið var í gongd við spritt-simulatorinum, var felagstími fyriøllum skúlan­ um við fyrilestri og filmi. Tað er Ráðið fyri Ferðslu­ trygd, ið skipar fyri tiltakin­ um í samstarvi við Rådet for Større Færdselssikkerhed í Danmark og ”GODA- Gode Alkoholdninger”, sum erfelagsskapur settur á stovn av felagsskapinum fyri Foreningen af DanskeSpiritusfabrikanter, V.S.O.D. - Vin og Spiritus Organisationen í Danmark ogBryggeriforeningen. At­lantic Airways, Smyr­il Line, Føroya Lívstrygg­ing og Hotel Tórshavn stuðla tiltakinum. Fyrilestrarnir eru fyriskipaðir í samstarvi við RúsdrekkasøluLandsins.Tað er Anna Louisa Joensen frá ferðslutrygd, sum stendur fyri verkætlanini. Í tíðarskeiðinum frá týs­ deg­num 21 februar til mána­ dagin 13. mars fer­spritt­ simulatorurin at ferðast til mið­námsskúlarnar kring landið. OPEL VIVARO 1.9 DTI VØRUVOGNUR (DIESEL) Bilurin er 2 1/2 ára gamal. Er sum n‡ggjur vi› allari eykaútger›, sera rúmligur og vælegna›ur til timburarbei›i og transport. Km. 61.000. Prísuppskot 145.000 kr. Tel. 211695 ella 322695 Spritt-simulator: Rattið ótrygt og koyringin sleingjandi Skráin komandi vikurnar Studentaskúlin í Hoydølum týs.   21-feb Studentaskúlin í Hoydølum        mik.   22-feb Tekniski Skúli í Klaksvík            hós.   23-feb Studentaskeiði í Klaksvík            hós.   23-feb Sjómansskúlin í Klaksvík hós.   23-feb Tekniski Skúli í Havn                frí.   24-feb Miðnámsskúlin í Vági mik.  1. mar Studentaskúlin á Kambsdali mán.  6. mar Handilsskúlin á Kambsdali týs.    7. mar Sjómansskúlin í Havn   mik.   8. mar Fiskivinniskúlin í Vestmanna hós.   9. mar Handilsskúlin í Marknagili           mán. 13. mar Tað er sum at seta seg inn í ein vanligan bil við instrumentborði, bakkspegli, startlykli, bremsupedal og spitara. Forrúturin er ein telduskíggi við bakkispegli Mynd: Jens Kristian Vang Ferðslutrygd í Hoydølum, f.v.: Jón Kragesteen, leiðari á Ferðslutrygd, Heini Skaale, hjálparfólk, Anna Louisa Joensen, verkætlanarleiðari, og Thomas Gerdes frá Rådet for Større Færdselssikkerhed í Danmark Mynd: Jens Kristian Vang