mikudagur 22. februar 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Kent – Du och Jag
Döden
(BMG Publishing)
Daman hjá mær keypti hesa
fløguna hjá Kent. Men hóast
eg ikki sjálvur havi valt
hana í handlinum, so er
hon komin á mín lista.
Tað er fyrst og fremst
tí, at har eru øgiliga
góð løg á henni. Bólk
urin er rokkaktigur og við
stórum synth ljóðum, sum
teir duga at fáa at ganga
upp í eina hægri eind.
Konseptið er øgiliga gjøgn
umført, gjøgnumført myrkt.
Stemningurin
er
øgiliga
myrkur næstan allan vegin
í gjøgnum, tað fløguhúsin
eisini, sjálvt fløgan er
svørt á báðum síðum.
Chris Cornell –
Euphoria Morning
(A&M Records Inc.)
Ein
tann
besta
fløgan
nakrantíð í verðini, nakrir
sjálvsama
vælskrivaðir
sangir. Onkir av sangunum
hava eitt øgiliga gammeldags
ljóð,
gittararnir
eru
skitnir og diskantuttir,
sum teir vóru í teimum góðu
gomlu døgunum. Fløgan verður
í ógviliga stóran mun borin
av
fantastisku
røddini
hjá
gamla
Soundgarden
sangaranum Chris Cornell.
Led Zeppelin –
Remasters
(Atlantic Recording Corporation)
Led Zeppelin er old school
rock’n’roll. Hatta eru jú
men, sum vóru við til
at uppfinna sex, drugs
and rock’n’roll - teir
eru
verulig
rokkikonir,
tað
eru
fleiri
aðrir
stórir rokkbólkar frá hasi
tíðini, men eg haldi at
Led Zeppelin rakar meg
eitt sindur beinari enn
hinar
fornleivdirnar.
Hendan fløgan Remasters er
eitt savn av 26 øgiliga
góðum sangum frá tí tíðini,
bólkurin var til.
Tool – Lateralus
(Zomba Recording Corporation)
Eg havi lurtað eftir Tool
síðan fyrst í 90’unum.
Tað, sum mær dámar við
Tool, er, at bólkurin als
ikki er mainstream, men
fer altíð sín egna veg.
Tónleikararnir brúka ofta
nógva tíð til at bygg ja
upp til klimaksir. Allir
tónleikararnir fáa eisini
rættiliga gott pláss til
at hugna sær. Teir duga
væl, at halda fokus á
tónleikinum, ístaðin fyri
tónleikarunum. Mær dámar
hesa fløguna eitt sindur
betur enn hinar hjá bólki
num, kanska er tað tí, at
eg var á konsert við teimum
á Roskilde, tá fløgan kom
út – Tað er ein tann besta
konsertin, ið eg havi verið
á.
Jerry Garcia
Acoustic Band
– Almost Acoustic
(Grateful Dead Records)
Hetta er gamli frontmaðurin
úr Gratefull Dead, Jerry
Garcia, sum spælir Bluegrass
live. Fløgan er tikin upp
í 1987. Hann spælir nakrar
gamlar klassikarar og nøkur
egin løg, uppá tann góða
bluegrass mátan. Har er
kassagittar,
mandolin,
violin, dobro, bassur og
rødd fyri rest. Hann syngur
ikki
heilt
reint
alla
tíðina, men tað gevur tí
bara meira karakter og ger
tað hugnaligari.
Jens Virgar Jakobsen:
Úr ruskmálmi til bluegrass
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Jens Virgar Jakobsen hevur ver
ið virkin á føroyska tónleika
pallinum síðan fyrru helvt av
90’árunum. Jens hevur spælt
gittar í bólkum so ymiskum sum
Diatribes, Happy?, Deja Vu, MC-
Hár og The Reverends.
Buldraði og brakaði
Grundin varð løgd í ruskmálminum
hjá Diatribes. Umframt at spæla
gittar Jens var ein virkin sang
skrivari í bólkinum. Við árunum
gjørdist tónleikurin hjá Diatri
bes meira melidiøsur. Seinni
hevur Jens spælt droymandi popp
rokk í Deja Vu og skitnan gar
agurokk í Happy? Nú spælir Jens
í rokkrappbólkinum MC-Hár og í
kontribólkinum The Reverends.
Jens fer á pallin við síðstnevnda
bólki
í
Føroya
Húsinum
í
Keypmannahavn nú leygarkvøldið,
har hann fer at spæla til
føstulávintsdans,
nógv
er broytt síðan hann
og hinir í Diatribes
buldraðu og brakaðu út
í summarnáttina á ólav
søkukonsertini í 1996.
Poppur og málmur
Jens er í stuttum ein sera
fjølbroyttur gittarleikari. Tað
er tí áhugavert at vita, hvønn
tónleik Jens lurtar eftir heima
í stereoanlegg inum.
Fløgusavnið fevnir breitt, her
er poppur, kontri, bluegrass,
rokkur og málmur av alskyns
slag. Savnið avspeglar ikki ein
ans fjøllbroytni hjá Jens, men
eisini at hann livir saman við
eini kvinnu.
Trupul uppgáva
Jens heldur uppgávuna at velja
fimm tær bestu fløgurnar vera
sera trupla. Hann legg ur dent á,
at tær fimm fløgurnar, ið hann
velur her nokk heldur er fimm
av teimum bestu enn júst fimm
tær bestu. Nøkur av nøvnunum,
ið vóru uppi og vendu áðrenn
avgerðin fall um fimm tær bestu
vóru Faith No More, Alice In
Chains, Carcass, At The Gates,
Filter, Metallica og Johnny
Cash.
Jens Virgar Jakobsen hevur grund í rusk-,
deyðs og tungmálminum, men í dag er hann mest
virkin í rokki og kontri. Vit hava saman við
Jens grava í hansara fløgusavni og fingið
hann at velja fimm tær bestu fløgurnar