Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-22, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. februar 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Síðan ár 2002 hevur heilsu- og um­hvørvisnevndin á býráðnum saman við skúlunum í Norðoyggjum lagt nógva orku í at sannføra næmingar í 6.– 9. flokki um at halda seg burt­ur frá at roykja. Hvørt ár skipa tey fyri einum stórum tiltaki fyri allar næmingar, har teir fáa høvi at síggja, hvussu vandamikið, býtt og heilsuskaðiligt tað er at roykja. Fjølbroytt skrá Skráin á árliga tiltakinum ’Roykfríur skúli’ var sera fjølbroytt – bæði við álvara og skemti. Og í hølunum á hvørjum øðrum trinu ymisk á pall fyri at greiða teimum um 400 næm­ ingunum frá, hvussu býtt tað er at roykja. – ’Tað loysir seg at kempa fyri at gerast roykfrí/ur’, ’Ver sterk/ur og sig nei’, ’Eingin fram­ tíð er í tubakki’ o.s.fr. ljóðaðu slag­orðini. Serliga hugtóku KÍ venjarin, Tony Paris, og sjónleikarin, Jákup Veyhe, næmingarnar. Tony Paris greiddi frá, at tey, ið roykja, als ikki eru før fyri at kappast ítrótt­aliga við tey roykfríu, og legði eisini øllum eina við at ger­ast roykfrí sum skjótast, um tey ætlaðu at gera seg galdandi á ítróttavølli. Jákup Veyhe kom á pall við eini søgu um pápa sín, ið doyði av lungnakrabba, og eisini setti hann skjótt og væl ein lítlan leik upp við nøkrum sjálvbodnum næm­ingum. Og hetta hildu øll vera ógvu­liga stuttligt. Hvussu var og ikki, so vóru lógva­ brest­irnir mangir, tá tiltakið var komið at enda, og tað tóktist, eins og næmingar flestir fóru væl hýrdir av­stað aftur. Skúlarnir í Norðoyggjum skulu verða roykfríir Rani Nolsøe, formaður í heilsu- og umhvørvisnevndini á býráðnum, sigur, at ætlanin við hesum til­taki­ num er í stuttum tann at fáa allar skúl­arnar í Norðoyggjum roykfríar: - Tað skal rætt og slætt ikki bera til hjá nøkrum at roykja á skúl­unum. Um ein ikki byrjar at roykja sum ungur, meti eg, ein er nóg búgvin til ongantíð at fara at roykja, og tískil er skúlin tað full­komna staðið at byrja at gera sam­felagið roykfrítt. Hóast tað er sera trupult at spáa um framtíðina, vóna vit, at allir skúlarnir í Norð­ oyggj­um eru fullkomiliga roykfríir í 2015, sigur Rani Nolsøe. Erik Biskupstøð, lærari á skúla- num á Ziskatrøð, veit at siga, at tað vísir seg, at næmingar byrja at roykja, tá teir koma í framhalds­ deild­ina: - Í hesum aldrinum vita tey ungu ikki rættiliga, hvønn veg tey skulu venda. Sjálvsálitið hjá mongum er so sum so, men við at roykja kenna tey seg á ein hátt trygg, tí hetta gera tey vaksnu. Tó er tað sera ja­ligt, at nýggja løgtingslógin hjálp­ir okkum so væl soleiðis, at tey ungu hava trupult at fáa fatur á sigarettum. Erik Biskupstøð heldur, at tey, ið roykja á skúlunum, hóast tey vita, tað er forboðið, áttu at ver­ ið revsað á ein ella annan hátt: - Tað eru altíð nøkur, ið sníkja seg aftan fyri ymisk skot í fríkorter­ un­um at roykja. Trupulleikin í løt­ uni er tískil tann, at fylgjurnar av hesum ikki eru nóg stórar. Men um vit t.d. høvdu møguleikan at koyrt teir næmingarnar, ið roykja í skúlatíðini, heim í 1-2 dagar, so høvdu øll kanska veruliga sæð, hvussu álvarsmikið tað er at roykja. Men vita tey ungu nú á døgum ikki av, at tað ikki longur er ’kul’ at roykja? - Jú, tað vita tey, men tá vit bert eru 14 ára gomul, tykist lívið ikki at vera so avbera langt, og tí­skil hugsa vit tá ikki vanliga um sjúku og forfall, og tað er orsøkin til, at nógv tykjast so líkasæl um henda trupulleikan. Góð úrslit Ætlanin er at hava tiltakið ’Royk­ frí­ur skúli’ á hvørjum ári fyri at fáa leypandi hagtøl til kanning, ið verð­ur gjørd hvørt ár, og higartil eru fyrireikararnir sera væl nøgdir við úrslitini: – Hagtølini ganga sanniliga rætta veg­in - nógvir næmingar í Norð­oyggj­ um lata vera við at nýta tubbak, og fleiri og fleiri leggja eisini av at roykja. Tað er í høvuðshei- tum alneyðugt at fáa skúlarnar royk­fríar. Sum vaksin sleppur tú t.d. sjálvdan á fund við eini siga­rett í hondini, og nærum øll al­menn øki eru roykfrí – so hví skulu skúlarnir ikki endurspegla sam­felagið? Leggur Eyðun Nolsøe aft­urat. Á tiltakinum heiðraði býráðið teim­um flokkunum, ið vóru roykfríir við heiðursbrævi. Tað vóru heilir fimm 6. flokkar og seks 7. flokkar, har eingin roykir, men eingin 8. flokk­ur megnaði at vinna sær henda heið­urin. Men ein 9. flokkur í skúla­num á Ziskatrøð var, sum tann ein­asti, enn roykfríur, og hetta eru fyrireikararnir serliga glaðir fyri, og heiðraði býráðið tískil hes­um flokki við eini peningagávu á 2.500 kr. Royk - Tað er ‘ræst boðskapurin í á ið fríggjadagin