mikudagur 22. februar 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Hetta er fyrsta fløgan, Arnfríð hevur
givið út, og hóast fløgan ikki er til
taks fyrr enn um 3-4 mánaðir, eru
fyrreikingarnar komnar væl ávegis.
- Í seinastuni havi eg bert sungið
okkurt smávegis á veitslum o.t. Eg
havi havt úr at gera í skúlanum, og
so eigi eg eisini eina fýra ára gamla
dóttir, ið sjálvandi krevur sítt. Men
nú havi eg valt at gera meira við
tón leikin, og tá tað eitt kvøldið vísti
seg, at møguleikin var har, ivaðist
eg onga løtu.
Egin løg
Nýgg ja fløgan hjá Arnfríð, ið fer
at hýsa um 10-15 sangum, verður
mest grundað á nýgg j løg, ið ikki
eru spæld áður. Og eisini hevur Arn
fríð sjálv í ferð við at gera onkran
sang.
- Í løtuni eri eg í ferð við at
legg ja seinastu hondina á tvey
løg, eg havi gjørt. Annars eru fleiri
tónleikarar komnir til mín við nýgg j
um løgum, teir hava gjørt. So, sum
nú er, ætli eg mær næstan bara at
hava nýgg j løg á fløguni. Tó havi eg
eisini í hygg ju at taka eitt ella tvey
gomul løg við, ið eg havi sungið til
onkra útvarpssending, og so verður
møguliga eisini eitt ‘coverlag’ á
fløguni.
Blandaður tónleikur
Á komandi fløguni hjá Arnfríð fara
vit at hoyra fleiri tónleikagreinar
– bæði ‘fólkadjass’, popp og rokk,
so tónleikurin á fløguni er rættiliga
blandaður. Flestu sangirnir á fløgu-
ni eru um kærleika og brennandi
kenslur til Føroyaland, og verða
teir sungnir bæði á føroyskum og
enskum:
- Eg havi valt at syngja á bæði
føroyskum og enskum, tí mær dám
ar væl, tá ein fløga er blandað. Eg
vil samstundis eisini fegin hava, at
fløgan hóskar til øll. – Teimum eldru
dámar ofta best at hoyra føroyskan
tónleik, meðan teimum ungu ofta
betur dámar sangir á enskum.
Enn havi eg ikki hugsað um at
selja fløguna í útlondum, men um
møguleikin kemur, fari eg bara at
umseta tey føroysku løgini til enskt.
Umframt Arnfríð sjálva fer systirin
Rannvá Lützen eisini at syngja kór á
fløguni. Hvørjir tónleikararnir verða
á fløguni, er enn ikki greitt, men
Kim Hansen, Ingi Isaksen, Magni
Husgaard og Steintór Rasmussen
verða í øllum førum við í verkætlan
ini.
Fløgan altíð verið ein dreymur
Síðan Arnfríð fór at syngja, hevur
tað verið ein stórur dreymur at
geva eina fløgu út:
- Eg havi ætlað at givið eina
fløgu út sera leingi – heilt síðan eg
byrjaði at syngja við Kulum Rótum.
Henda fløgan verður tó heilt øðrvísi
enn tað, eg higartil havi sungið á
fløgu, so tað er kanska líka nóg v
fyri at próg va, at eg eri komin víðari
og havi ment meg. Kular Røtur
vendu sær til børnini, men nýgg ja
fløgan er til allar aldursbólkar.
Fløguhúsin einfaldur
Jastrid Gullaksen fer at sniðgeva
fløgu húsan, men Arnfríð hevur tó
longu sínar ætlanir um, hvussu
hann skal sígg ja út.
- Helst verður onkur mynd av
mær á permuni, men annars skal
húsin verða rættiliga einfaldur.
Annars vil eg eisini sera fegin
hava sangtekstirnar prentaðar inni
í fløguhúsanum. Eg haldi, tað er
ótolandi, tá fløgur ikki hava tekstin
við. Sjálv fái eg altíð hug til at
syngja við, tá eg hoyri ein góð an
sang, men ferð eftir ferð eri eg
vorðin vónbrotin, tá eg havi funnið
útav, at ávísar fløgur ikki hava
sangtekstirnar við. So tá eg keypi
nýgg jar fløgur nú, plagi eg ofta at
hygg ja inní fyrst at vita, um tekst
irnir eru við.
Framtíðin?
Tá fløgan er liðug, ætlar Arnfríð
sær at fara á eina lítla konsertferð.
– Serliga hevur hon í hygg ju at
syngja á ymiskum stevnum, serliga
Norðoyastevnuni og kanska onkr
um festivali. Men hvat framtíðin
annars hevur at bjóða, hugsar Arn
fríð dagliga ikki nóg v um:
- Eg havi altíð elskað at sungið,
men havi hóast hetta ongantíð
hugs að um, at eg skuldi verða
songkvinna burturav. Men um tað
einaferð hevði staðið mær í boði
at liva av tónleikinum, hevði eg
avgjørt tikið av. Men fyri føroyingar
flest er hetta sera trupult og tískil
ikki nakað, eg einans strembi eftir.
Arnfríð Lützen er sera spent at
vita, hvussu fløgan fer at verða
mót tikin:
- Tað er rættiliga trupult at siga,
men sjálvandi vóni eg, at fløgan
fer at verða væl móttikin. Eg royni
bara at gera mítt besta, og í høvuðs
heitum gevi eg ikki fløguna út fyri
at vinna pening, men heldur fyri at
fáa eitt gott upplivilsi, og tí tað altíð
hevur verið ein stórur dreymur.
Vit kenna hana øll frá Kulum Rótum, men seinastu árini hava
vit ikki hoyrt tað nógva frá songfuglinum Arnfríð Lützen.
Men í næstum fáa vit tó øll henda møguleikan, tá Arnfríð
kemur við eini spildurnýggjari fløgu á marknaðin
hetta hevur altíð
verið mín dreymur
Arnfríð Lützen: 23 ár, býr í Klaksvík og arbeiðir á Shell.
- Nær byrjaði tú at syngja?
Eg havi sungið, líka síðan eg minnist.
- Nær sangst tú fyri fyrstu ferð á palli?
Tá eg var 8 ára gomul, sang eg í ítróttahøllini á Skála saman
við country sangaranum Símun Konoy.
- Hvørji ráð hevur tú til teirra, ið ætla at fáast við tónleik?
At geva sær gó ða tíð, at trúgva á seg sjálvan og halda fast
við sítt - endiliga ikki bara lurta eftir ráðum frá øðrum.
Arnfríð við nýggjari útgávu: