mikudagur 22. februar 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Føroyski tungmálmsbólkurin SIC, ið
fyri stuttum luttók í hálvfinaluni
í Danish Metal Grand Prix 2006, er
nakað heilt fyri seg. Teir hava
ein sermerktan klædnastíl, ser
merktan tónleik – ja, í roynd og
veru eru teir eitt vet øðrvísi enn
føroyingar flestir. Men ger tað
nakað?... Planet.fo fekk eitt prát
vit hørðu kjarnuna eitt kvøldið í
Miðlahúsinum.
Ætla ikki
at spæla í Føroyum
Næstu tíðina ætla SIC ikki at
spæla konsertir í Føroyum, men
heldur ynskja teir at fara út um
heimlandið at royna seg:
- Hóast vit í Føroyum í løtuni
hava einar 50 ómetaliga trúfastar
fjepparar, fáa vit ikki tað burt
urúr, vit ynskja, við eittans
at spæla her. Tað er á ein hátt
ikki pláss fyri okkum í lítla og
snævurskygda føroyska samfelagnum.
Men tá vit koma aftur við okkara
stóra plátusáttmála frá t.d. Road
runner Records, kunnu trúføstu
áhoyrararnir her heima gleðast og
vera stoltir, tí teir stuðlaðu
okkum av fyrstan tíð. Í roynd og
veru er dreymur okkara at verða
so víðagitnir, at størstu tónleika
bólkarnir fara at hita upp, áðrenn
vit koma á pall.
Menninir í Sic vilja allarhelst
sleppa at spæla í Týsklandi, Holl
andi og USA - serliga á Ozzfest
festivalinum. So ætla teir allir
at búgva saman í eini stórari
borg, har eftirspurningurin er
ovurstórur eftir júst teirra tón
leiki. Men tað eru ikki einans
tær stóru peningaupphæddirnar, ið
lokka:
-
Vit
vilja
fegnir
hjálpa
menniskjum við okkara tónleiki
soleiðis, at tey á tann hátt kunnu
seta seg sjálv í samband við tón
leikin. Eisini vilja vit prógva
fyri teimum svartskygdu føroying
unum, ið enn hava ta fatan, at
tað einasta rætta er at fara til
skips, at tað veruliga ber til at
liva av tónleiki.
Hvør lurtar eftir
teirra tónleiki?
- Øll ung, ið hava virðing fyri
tónleiki, ið stendur á tamb av
hvítanýrum. Men tá vit á Planet.
fo spyrja, hvat tað merkir, flenna
teir allir leingi og hart.
- Okkara tónleikur er fullur av
orku, vit eru rótleysir og leggja
ikki fingrarnar ímillum nakra
staðni og hava heldur einki fil
tur, ið sílar frá. Vit hava eina
kenslu av, at nógv, ið koma til
konsertirnar hjá okkum, eru slík,
ið kanska hava havt eina vánaliga
viku, og so sleppa tey rættiliga
at sleppa sálarliga trýstinum av
sær, tá vit byrja at spæla.
Ikki ‘satanistar’
Teir í Sic ynskja rætt og slætt
bara at sleppa at vera, sum teir
eru. Og halda teir seg ofta vera
misskiltar:
- Vit halda tað vera óneyðugt
møsn, at tað skal níva fólk so
nógv, um onkur broytir seg eitt
vet frá vanligu siðvenjunum her á
landi. Bara tí, vit onkuntíð mála
okkum svartar um eyguni, merkir
tað ikki, at vit eru ‘satanistar’.
Okkara tónleikur er eittans grund
aður á persónligar kenslur og
upplivingar
úr
dagligdegnum
í
nútíðarsamfelagnum, og tískil ikki
nakran devulskap. Vit verða eisini
ofta álopnir av fólki á gøtuni,
ið koma við býttum ákærum, men í
roynd og veru leggja vit einki í
tað – tað má vera teirra trupul
leiki.
Sermerktan klædnastíl
Aloftast føra SIC fram á palli í
sermerktum klæðum og smyrsli – m.a.
í løgreglujakka, fyriklæði, kilti
o.ø., ið tykist at vera rættiliga
skitið og rokk’n’roll kent:
- Vit hava eingi sonevnd ‘stage
klæðir’, men heldur spæla vit ofta
bara í okkara vanligu klæðum, ið
flest øll halda vera ógvuliga
sermerkt. Vit hava ein tílíkan
klædnastíl, tí okkum dámar tað,
og annars klæða vit okkum bara í
tað, ið hóskar til upphæddina á
bankakonto’ini.
Sermerkt ljóðmynd
Sum flestum kunnugt hava SIC eina
ógvuliga sermerkta ljóðmynd, ið
er sera ágangandi og orkumikil,
og tá SIC trína á pall og byrja
at spæla, vita øll rætt og slætt
beinanvegin, hvør spælir. Limirnir
í bólkinum halda tað eisini vera
sera umráðandi at vera tilvitaður
um ljóðmyndina:
- Tá vit gerast kendir, so
skulu øll í heiminum kenna okkara
sermerkta ljóð. Og tað, ið dre
gur fram serligu ljóðmyndina, er
útgerðin. M.a. nýta vit eina ser
liga samanseting av gittaraeffekt
um, sjeystreingjaðar gittarar, ið
eru stemmaðir niður í A, styrkjar
ar, ið leggja dent á tað tunga
ljóðið o.s.fr.
Samanhaldið er drívmegin
Í SIC eru teir allir á einum máli
um, at samanhaldið avgjørt er drív
megin í bólkinum. Teir eru saman
15-20 tímar um vikuna og verða
hálvavegna friðleysir, um teir
ikki hava sæð hvør annan í eina
heila viku:
- Vit hava altíð umsorgan fyri
hvørjum
øðrum,
og
samanhaldið
styrkist hvønn dag. Eisini stuðla
vit altíð hvørjum øðrum 100 %, og
um ein av okkum hevur ein ringan
dag, verður hann fyrst østur upp,
til hann gerst garvillur – so er
‘bumban’ brostin og trupulleikin
nærum loystur. Eisini berjast vit
altíð fyri stuttleika, og á henda
hátt styrkja vit kærleikan til
hvør annan og sleppa samstundis av
við møguliga vreiði. Aftaná felags
bardaga ganga venjingarnar altíð
túsund ferðir betur.
Tó er tað ikki soleiðis, at teir
ongantíð eru firtnir inn á hvør
annan – tvørturímóti:
- Tað eru vit rættiliga ofta, men
ongantíð leingi. Vit práta altíð
beinanvegin um trupulleikarnar og
eru erligir hvør móti øðrum, so tað
er ongantíð nakar trupulleiki.
Sermerktu
- Í Føroyum er ikki
pláss fyri okkum.Vit
ynskja bara at sleppa
at vera, júst sum vit
eru, og halda tað vera
púra óneyðugt at øsa
seg upp, um onkur
broytir seg eitt vet frá
vanligu siðvenjunum. Soleiðis
ljóðar greiða útsøgnin frá
harðasta tungmálmsbólkinum
í Føroyum, Sic
Hesir manna bólkin SIC:
- Claus Rasmussen:
- 23 ár
- hjálparfólk/‘roadie’
(“jarðbundin, trælur og
ómissandi”)
- Eddie
Jacobsen:
gittarleikari
– 23 ár
(“‘riffklókur’,
illsintur og
droymandi”)
- Mikkjal Gaard
Hansen: -
sangari
– 24 ár
– (“óskipaður,
avgjørdur og
skilagóður”)
- Magnus Hansen:
- 27 ár
- trummusláari
& stuðulssangari
(“speiskur,
stuttligur og
einvaldur”)
- Gudmar Hansen:
- 23 ár
- bassleikari
(“‘rubberface’,
brennivargur og
markleysur”)
- Frans Galán:
- 17 ár
- gittarleikari
& stuðulssangari
(“lítli beiggi,
rótleysur og
ágrýtin”)
SIC?