mikudagur 22. februar 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Paris brúður
í London
Farna vika var mótavika í London, men sam
bært The Sun, prátaðu øll um Paris, altso Paris
Hilton, ið tók øll av bóli, tá hon sýndi klæði
fram fyri sniðgevan Julien MacDonald.
Luttøkan hjá Paris var hildin loynilig fyri
øllum, og varð ikki avdúkað fyrr enn Hilton
arvingurin byrjaði mótaframsýningina á Cat
walkinum í einum gráum taft veitslukjóla. Paris
sýndi eisini ein lítlan silvur kjóla og ein enn
minni gull kjóla og endaði framsýningina sum
brúður.
Julien MacDonald segði seg vera avbera væl
nøgdan við sýningina hjá Paris, hann var sera
gávumildur við jaligu lýsingarorðunum um
hana.
Witherspoon
lovar ikki
at syngja
Reese Witherspoon, ið hevur vunnið eina SAG,-
eina BAFTA- og eina Golden Globe heiðursløn
fyri leiklutin sum ein syngjandi June Carter í
filminum Walk The Line, lovaði sambært The
Star í farnu viku, at hon ikki fór at geva eina
fløgu út.
Rættiliga nógvir sjónleikarar hava roynt
seg sum sangarar, men hjá næstan ongum
hevur hetta eydnast væl. Tað er tí ivaleyst
eitt gott hugskot, at Witherspoon heldur
seg til sjónleikin. Hon er longu ein av best
løntu sjónleikarakvinnunum í Hollywood, og
heiðurslønirnar hava ikki gjørt lønina lægri.
Oscar handanin er 5. mars og Witherspoon er
stórur favorittur at vinna fyri besta kvinnuliga
høvuðsleiklutin.
Tannleysur
James Bond
Undir upptøkunum til nýggja James Bond
filmin Casino Royal gongur hart fyri seg. Daniel
Craig, ið er nýggi maðurin handan tølini 007,
er ikki bangin fyri sjálvur at taka sær av bar
døgunum í filminum. Men hetta gekk heldur illa
undir upptøkunum í Prag. Í einum bardaga fekk
Craig eitt slag í munnin, soleiðis at blóðið stóð
úr munninum og tenn brotnaðu, skrivar bt.dk.
Tannlækni varð boðsendur úr London, at gera
honum krúnur á brotnaðu tennirnar. Keldan hjá
blaðnum sigur, at Craig nú brúkar tannverju, tá
hann berjist.
Meðan vit bíða eftir
Playstation 3, mugu vit taka
til takkar við Playstation 2
(Mynd: Scanpix)
(Mynd: Scanpix)
(Mynd: Scanpix)
Playstation 3 verður
kanska seinkað
Ætlanin hjá Sony hevur verið at
senda nýggju spælimaskinuna Play
station 3 á marknaðin tíðliga í ár.
Men hetta kann verða seinkað heilt
til várið 2007 skriva fleiri ymiskar
alnetmiðlar. Orsøkin til seinkingina
er, at nýggja spælimaskinan skal
kunna spæla nýggja DVD formatið,
Blu-ray Disc, men enn er ikki enda
liga avgreitt hvussu Blu-ray disc fer
at verða.
PlayStation 3 fer væntandi eins
og X-Box og aðrar spælimaskinur
at verða seld við undirskotið.
Kostnaður at framleiða Playstation
3 verður fyrsta árið yvir 6000 kr fyri
hvørja maskinu, men mett verður
ikki, at tær kunnu kostað meira enn
3000-4000 kr í handlunum. Tað
er tað serliga Cell kippið, ið ger
maskinurnar so dýrar. Hetta kipp
er sambært Sony ein supertelda
pakkað niður í eitt lítið kipp. Leysa
søgurnar um seinkingina hava
fingið partabrøvini í Sony at fara
niður í virði.