Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-22, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. februar 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 38 - 22. februar 2006 17 UTTAN ÚR HEIMI Serbisku fjølmiðlarnir siga, at Ratko Mladic er tikin, men tað avsanna myndugleikarnir. Serbia Árni Joensen fartekst@mail.dk Tað var næstan ov gott til at vera satt, tá ein serbisk sjónvarpsstøð bar tíðindi um, at tann krígsbrotsverksákærdi generalurin Ratko Mladic var tikin, og at hann sat í varðhaldi í Beograd og bíðani eftir at verða sendur til Haag, so hann kann koma fyri rættin har. Serbiska stjórnin var eisini skjót at avsanna tíðindini í sjónvarpinum, og tað sama gjørdi ein talskvinna hjá dómstólinum í Haag. Men serbiskir fjølmiðlar halda kortini fast um, at hann er tikin, og at hann er á einum loyniligum staði. Slaktarin Síðani borgarakríggið á Balkan endaði, hevur NATO leitað eftir Ratko Mladic. Dómstólurin í Haag hevur skuldsett hann fyri grov krígsbrotsverk og fyri at hava framt brotsverk ímóti mannaættini, og ES vil ikki tingast við Serbia um limaskap, fyrr enn generalurin situr í varðhaldinum í Haag. Serbiska stjórnin er í einari tvístøðu. Hon hevur einki ímóti at senda mannin til Haag, men sterkar politiskar og hernaðarligar kreftir eru ímóti at útflýggja hann. Í herinum eru tað framvegis mangir, ið meta Mladic sum eina hetju. Tað ger umheimurin ikki. Tað var Ratko Mladic, sum stóð á odda fyri teimum serbisku hermonnunum, sum myrdu 8.000 dreingir og menn í bosniska býnum Screbrenica í juli í 1995. Eftir hansara boðum jarðaðu hermenninir teir myrdu í hópgravum fyri at fjala illgerðina - ein illgerð, sum hevur givið honum navnið “Slaktarin úr Screbrenica”. Hópmorðið í Srebrenica er tað ringasta krígsbrotsverkið í Evropa síðani seinna heimsbardaga. Er ella verður tann nú 63 ára gamli generalurin tikin, sleppur hann ongantíð úr fongslinum. Michael Angelo Morales skuldi avrættast í einum fongsli í Kalifornia gjáranáttina, men avrættingin mátti útsetast, tí læknarnir sýttu fyri at medvirka. Avrætting Árni Joensen fartekst@mail.dk Michael Angelo Morales er dømdur til deyða fyri at hava neyðtikið og myrt eina 17 ára gamla gentu, og gjáranáttina skuldi hann takast av døgum í tí kenda San Quentin-fongslinum uttan fyri San Fransisco. Verjarnir høvdu víst á, at Michael Angelo Morales kundi fáa ein pínufullan deyða, um doyvingarevnið ikki virkaði, sum tað skuldi, og tí gjørdi ein dómari av, at tveir narkosulæknar skuldu vera hjásatddir undir avrættingini. Men tá Michael Angelo Morales skuldi avrættast, boðaðu teir báðir læknarnir frá, at teir vildu kortini ikki medvirka. Teir vístu á, at skuldi tað hent, at tann dømdi fekk nógva pínu av eiturinnspræningini, hevði tað verið í stríð við teirra etisku sjónarmið at medvirka til at doyva pínuna. Hetta sjónarmið samsvarar við sjónarmiðini hjá læknafelagnum í Kalifornia og amerikanska læknafelagnum, sum hava boðað frá, at tað er ikki sambæriligt við læknastarvið at medvirka í einum slíkum føri. Tað er kortini ivasamt, hvussu leingi Michael Angelo Morales sleppur at liva afturat, men tað kann tó henda, at dómurin verður broyttur. Dómarin, sum á sinni dømdi hann til deyða, hevur broytt hugsan seinniu, og herfyri tók hann undir við einari áheitan frá verjunum um at broyta dómin til lívlangt fongsul. Men Arnold Schwarzenegger, guvernørur, segði nei. Vatikanið í Rom kunn- gjørdi í gjár, at Paul Marcinkus, erkabiskupur, er deyður í USA 84 ára gamal. Frá 1972 til 1989 stóð erkabiskupurin á odda fyri bankanum hjá Vatikaninum, eitt starv, sum gav honum eyknevnið “Guðs bankamaður”, men tey seinastu árini í hesum starvi var hann í veruleikanum fangi í Vatikaninum. Teir italsku myndugleikarnir kravdu at fáa hann útflýggjaðan, so teir kundu avhoyra hann í sambandi við, at bankin Banco Ambrosiano fór á húsagang, men Vatikanið sýtti blankt fyri at útflýggja hann. Tað var Jóhannes Páll pávi Annar, sum helt hondina yvir Paul Marcinkus, og tað var eisini pávin, sum tilnevndi hann erkabiskup í 1981. Málið um húsagangin hjá Banco Ambrosiano kom á forsíðuna í bløðum um allan heimin í 1982, tá stjórin í bankanum, Roberto Calvi, varð funnin hangandi undir Blackfriar- brúnni í London. Málið um bankan og samband bankans við Vatikanið bleiv ongantíð greitt til fulnar, men kanningarnar avdúkaðu, at tað hevði samband við mafiuna og ein loyniligan høgrasinnaðan felagsskap í Italia. Vatikanið slapp burtur úr málinum við at rinda 241 milliónir dollarar. Sjálvur bleiv Paulo Marcinkus løgfrøðiliga fríkendur fyri svik, og hann valdi at flyta til USA. Umstríddur bankamaður deyður Senda sjúklingar av landinum Á hvørjum ári noyðast fleiri hundrað danskir krabbameinssjúklingar av landinum til stráluviðgerð, tí danska heilsuverkið hevur ikki nóg mikið av starvsfólki, sum hava ta neyðugu útbúgvingina til at veita fólki hesa viðgerð. Berlingske Tidende skrivar, at støðan er serliga ring á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn og á sjúkrahúsinum í Herlev, tí har hava tey bara helmingin av teimum serlæknunum og teknikarunum, sum tørvur er á. Tí verða nógvir sjúklingar sendir av landinum, so teir kunnu fáa viðgerð í Svøríki, Týsklandi og Sveis. –Tað er greitt, at tað er ein neyðloysn at senda fólk av landinum, men tað er so tann frægasta loysnin, so leingi vit ikki hava aðrar møguleikar, sigur læknastjórin í Keypmannahavn, Jannik Hilsted, við Berlingske Tidende. Stóra danska bryggjaríið Carlsberg hevur gjørt av at steingja eitt bryggjarí, sum felagið hevur havt í Valby í Keypmannahavn í meiri enn 160 ár. Framleiðslan skal flytast til Fredericia í Jútlandi, har Carlsberg hevur eitt bryggjarí frammanundan. Carlsberg ætlar, at framleiðslan í Valby steðgar í 2008. Ætlanin er so at ríva bygningarnar niður og at brúka lendið til íbúðarbygging. Sambæer Politiken verður pláss fyri umleið 5.000 nýggjum íbúðum á gamla bryggjarí- økinum. Ritt Bjerregaard, yvir- borgarstjóri í Keyp- mannahavn, er ovurfegin um ætlanina hjá Carlsberg, tí stórur tørvur er á íbúðum í høvuðsstaðnum. Hon leggur tó dent á, at tað er neyðugt at fáa íbúðir, sum fólk eru før fyri at leiga. Eftir hennara tykki skal tað helst ikki kosta meiri enn 5.000 krónur um mánaðin at leiga eina íbúð, og at fólk skulu kunna leiga 10 prosent av teimum nýggju íbúðunum fyri tann prísin. Carlsberg sigur seg vera til reiðar at tosa við kommununa um tað. Frá øli til íbúðir Vandamikið flogkykt Eitt lítið flogkykt er farið at gera um seg á fleiri oyggjum í Indiska havinum, sum eru væl umtókt ferðamál. AP skrivar, at flogkyktið hevur bitið fleiri ferðafólk, og at bitið elvir til eina virussjúku, sum hevur álvarssaman krampa og nógva pínu við sær. Higartil eru fleiri túsund fólk á oyggjunum Reunion, Mauritius og Seychellunum bitin, men enn er einki frætt um, at nakar er deyður av bitinum. Ein maður mótmælir deyðarevsing uttan fyri San Quentin-fongslið. Læknar vildu ikki hjálpa til avrætting Ivi um slaktaran úr Screbrenica Ratko Mladic - Slaktarin úr Screbrenica.