mikudagur 22. februar 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 38 - 22. februar 2006
Nr. 38 • mikudagur • 22. februar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Ingi slapp
ikki á vøllin
Ingi Højsted sat uttanfyri allar
90 minuttirnar, tá ið eykaliðið
hjá Birmingham týskvøldið
spældi ímóti eykaliðnum
hjá West Bromwich. Dyst
urin endaði við 3-2 sigri
til West Bromwich. Nýggi
álopsspælarin hjá Birm
ingham, DJ Campbell,
fekk umsíðir hol á sína mál
skjóting í hesum dystinum.
Birmingham hevði fimm
skiftisspælarar við til dystin,
og venjarin brúkti tveir teirra.
Ingi Højsted var ikki sendur
á vøllin. 231 fólk hugdu eftir
dystinum.
Fremad javn
leik uttan
Andrew
Fremad Amager spældi
týskvøldið venjingardyst
ímóti HIK, og hesin dysturin
endaði við javnleiki 1-1.
Eftir stórsigurin á Stenløse
í farnu viku, har Andrew
av Fløtum skoraði hattrick,
var saknur í føroyska lands
liðsspælaranum í dystinum
ímóti HIK. Fremad Amager
kom aftur um longu í sjeynda
minutti, men tað eydnaðist
Mikkel Blavnsfeldt at
javna, tá ið 22 minuttir vóru
spældir. Fleiri mál komu
ikki í dystinum, sum hevði
38 áskoðarar.
Bárður við
í USA
HB-málmaðurin Bárð
ur Johannesen er farin
við føroyska fótbólts
landsliðnum á venjing
arlegu í USA. Ætlanin
var, at ungi málmaðurin
í Frem, Gunnar Nielsen,
skuldi við á ferðina, men
ein skaði forðaði fyri, at
hann kundi fara avstað. Tí
vóru boð send eftir Bárði
Johannesen, sum sjálvur
hevur havt skaða at stríðast
við í ár, men sum nú er
klárur at spæla aftur.
Føroyingar
ikki í
sjónvarpið
TV3 og 3+ hava nú valt
dystirnar, sum rásirnar fara
at senda í teimum fyrstu fýra
umførunum av superliguni í
vár. Tað eru serliga dystirnir
hjá FC Keypmannahavn
og Brøndby, sum verða
vístir, og eingir føroyskir
landsliðsspælarar verða
at síggja í hesum dystum.
Hvørki AaB ella AC Hors
ens eru millum liðini, sum
verða send beinleiðis á TV3
og 3+ fyrstu fýra umførini.
Fótbóltssambandið
hevur gjørt uppskot
um, hvussu tað
skal spælast í For
muladeildini í 2006.
Feløgini hava fingið
møguleikan at gera
viðmerkingar til
kappingina, sum síð
ani verður løgd enda
liga
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Føroyameistararnir í B36
spæla fyrsta dystin í nýggju
landskappingini á Skála,
og B36 endar kappingina í
Gøtu.
Hetta sæst í uppskotinum
til nýggja landskapping, sum
FSF hevur sent feløgunum
at gera viðmerkingar til.
Tá ið feløgini eru komin
við sínum viðmerkingum,
verður skráin fyri 2006 løgd
endaliga.
Sambært uppskotinum hjá
FSF verður fyrsti dysturin
í Formuladeildini spældur
sunnudagin 2. apríl. Tann
stutti summarsteðgurin er
frá 16. juli til 6. august, og
kappingin endar leygardagin
21. oktober.
Mest sunnudag
Dystirnir í Formuladeildini
verða fyri tað mesta spældir
sunnudagar og halgidagar,
men tað eru tó dystir, sum
verða spældir leygardag ella
annan dag í vikuni.
Onkrir
dystir
verða
framskundaðir orsaka av
europeiskari luttøku, stevnu
dystir verða spældir leygardag,
og harafturat eru onkrir
dystir vikudagar – serliga í
Eysturoynni, har seks lið eru
við í bestu deildini.
Á páskum verða tvey
umfør – Skírshósdag og
Annan Páskdag.
Onkrir dystir millum
stóru feløgini verða spældir
mikudag – til dømis fyrsti
dysturin ímillum HB og B36
og ein dystur ímillum KÍ og
HB.
Einki endabrak í Havn
Tosað hevur verið um at
leggja heil umfør mitt í viku,
men hetta verður ikki gjørt í
uppskotinum hjá FSF.
Trupult er at leggja allar
dystir í einum umfari mitt í
viku, tá ið eitt Suðuroyarlið
er við. Ferðingin til ella úr
Suðuroy tekur longri tíð enn
onnu ferðing, og tí er tað ein
forðing fyri fleiri dystum
mitt í viku.
Í fjør var stóri og avgerandi
dysturin ímillum HB og B36
á seinasta leikdegnum. Í ár
spæla hesi feløgini seinasta
dystin sínamillum í fjórðsíðst
umfari, um uppskotið hjá
FSF verður veruleiki.
Flogbóltsliðið
Tromsø vann um
vikuskiftið teir báðar
seinastu dystirnar
í grundspælinum.
Liðið hjá Rúna
Weihe og Bárður B.
Mikkelsen er nú klárt
til hálvfinalurnar
Flogbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tromsø endaði sum nummar
2 í grundspælinum í bestu
norsku flogbóltsdeldini hjá
monnum.
Um vikuskiftið vóru
tveir teir seinastu dystirnir
í grundspælinum á skránni,
og Tromsø vann báðar dyst
irnar.
Leygardagin var mót
støðuliðið Førde, og Tromsø
vann tryggan 3-0 sigur. Sett
úrslitini vóru 25-22, 26-24
og 25-19.
Servurnar vóru góðar,
og álopsspælið gekk væl í
hesum dystinum.
Sunnudagin
spældi
Tromsø í Bergen, har mót
støðuliðið var Nyborg. Hend
an dystin vann Tromsø 3-1
við settúrslitunum 21-25,25-
11, 25-19 og 25-18.
Eftir eitt vánaligt fyrsta
sett, tók Tromsø sær um
reiggj og sat fullkomiliga á
restini av dystinum.
Klárir til hálvfinalur
Tromsø endaði sum numm
ar 2 í grundspælinum.
Bara Kristiansund var
frammanfyri liðið hjá Rúna
Weihe og Bárður Bendix
Mikkelsen.
Harvið er Tromsø komið
beinleiðis í hálvfinalurnar,
og Tromsø skal spæla ímóti
vinnaranum av dystinum
ímillum Randaberg og
Nyborg.
Fyrra hálvfinalan hjá
Tromsø verður á útivølli
11. mars.
Tromsø klárt til hálvfinalur
Føroyameistararnir
spæla fyrst á Skála
B36 spælir seinasta dystin í
2006 á útivølli ímóti GÍ, um
uppskotið, sum FSF hevur
gjørt um kappingarskipan
fyri Formuladeildina, verður
veruleiki
Sambært uppskotinum hjá FSF er fyrsti dystur í
Formuladeildini sunnudagin 2. apríl, og kappingin
endar 21. oktober. Summarsteðgurin er frá 16. juli til
6. august.
1. umfar, 2. apríl
EB/Streymur-B68
GÍ-VB/Sumba
NSÍ-KÍ
HB-ÍF
Skala-B36
27. umfar, 21. oktober
HB-ÍF
EB/Streymur-KÍ
NSÍ-B68
Skála-VB/Sumba
GÍ-B36
FAKTA