mikudagur 22. februar 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 38 - 22. februar 2006
19
Byrial
í Cadiz
Superligafelagið AC Hor
sens er í hesum døgum
á venjingarlegu í Cadiz í
Spania. Horsens hevur vant
dúliga í kalda og vánaliga
veðrinum í Danmark sein
astu vikurnar, og nú skal
formurin fínpussast í lýggjari
veðri í suðureuropa.
Ítróttarstjórin
sigur
við heimasíðuna hjá AC
Horsens, at liðið fær nógv
burtur úr venjingarleguni.
Vøllirnir eru góðir at spæla
á, og veðrið er gott.
Fríggjadagin spælir AC
Horsens venjingardyst
ímóti pólska liðnum Legia
Warszawa.
Spáka til
venjing
Føroyska fótbóltslandsliðið
er nú komið til Florida, har
liðið verður á venjingarlegu
næstu 10 dagarnir. Veðrið
er av tí besta í sunnara parti
av USA, og fyrstu dagarnar
hava tað verið upp í 28
hitastig. Tíbetur hava tað
eisini verið løtur, har tað
hevur verið skýggjað í
veðrinum.
Føroyska landsliðið heldur
til Fort Lauderdale, og tað er
í øllum førum stuttur teinur
frá gistingarhúsinum og til
venjingarvøllin. Vøllurin
liggur beint við hotellið,
og spælararnir skulu bara
spáka teir 50 metrarnar yvir
á vøllin.
Føroyska
landsliðið
skal venja og spæla dystir
á venjingarleguni, sum
varðar til 2. mars.
Lítlar
broytingar
í nevndum
Á aðalfundinum hjá Fót
bóltssambandinum
var
nevndarval á skránni, og har
vóru ikki nógvar broytingar.
Í nevndini fyri FSF var ein
broyting. Bjarki Mohr
stillaði ikki uppaftur, og í
hansara stað kom Høgni í
Stórustovu. Rúni Heinesen
og Magnus á Stongum
vóru eisini afturvaldir utt
an atkvøðugreiðslu. Vara
limirnir Per Hansen og
Mortan Poulsen halda eisini
fram.
Dánjal Andreasen og
Høgni Høgnesen stóðu fyri
vali í dómsnevndini, og
teir vóru báðir afturvaldir
uttan atkvøðugreiðslu. Vara
limir í hesari nevnd verða
framhaldandi
Hjalmar
Joensen og Jónfinn Thomsen.
Eisini teir vórðu valdir uttan
atkvøðugreiðslu.
Sluttspurturin í
billardkappingini fyri
lið er nú farin í gongd,
og Kaggin liggur best
fyri undan teimum
seinastu dystunum
Billard
Um vikuskifitið hava odda
liðini hjá Havnar Klubba og
Kagganum spælt.
Kaggin vann sera tepurt
við 10 stigum móti 8 eftir
eina sera spennandi og
javna kapping, har verandi
føroyameistarin Hendrik
Petersen skoraði ein av sín
um bestu dystum, omanfyri
1000 eygu.
Men hesin stórdystur var
ikki nóg mikið til at fáa
sigur heim til Klubban hesa
ferðina.
Hetta góða spælið hjá
stórmeistaranum kom tó
ikki til sjóndar í tí seinasta
dystinum í kappingini móti
Steinbjørn í Dali, sum sera
óvæntað vann á Hendriki og
legði harvið Kaggan framum
við 10 stigum móti 8.
Hetta úrslitið ger, at Kaggin
nú er sett tætt at sínum fyrsta
føroyameistaraheiti í mong
ár. Støðan undan tí seinasta
umfarinum um eina viku er
tann, at Kaggin er á odda við
38 stigum, Havnar Klubbi
og Klaksvíkar Billardfelag
hava 26 stig hvør. Tó hava
klaksvíkingar spælt eitt
umfar minni enn Klubbin.
Skal nógv til at
koppa Kagganum
Komandi vikuskiftið verður
so avgjørt, hvør verður
føroyameistari í billard
fyri lið í 2006. Kaggin,
sum hevur vunnið øll síni
umfør í ár, skal í eldin móti
Klaksvíkar Klubba, sum
liggur 12 stig aftanfyri.
Skulu
klaksvíkingar
hava møguleika at gerast
føroyameistarar mugu teir
vinna 16-2 á Kagganum, og
tað er lítið sannlíkt.
Á 1. deildarliðnum hjá
Kagganum í ár, sum eftir
øllum at døma stevnir
móti gullinum, eru Bjarni
Skaalum, Steinbjørn í Dali
og Jan Müller.
Klaksvíkar Billardfelag og
Havnar Klubba hava annars
spælt móti hvørjum øðrum
seinastu vikurnar. Har hendi
tað, at klaksvíkingar vunnu
annað umfarið 10-8, meðan
Havnar Klubbi vann hitt
umfarið 10-8, so her vóru
stigini býtt javnt, sum so
aftur kemur Kagganum til
góða.
Tryggingarfelagið
Føroyar heldur fram
sum høvuðsstuðul hjá
EB/Streymi. Partarnir
fara nú undir triðja
árið sum par
Stuðulsavtala
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Um vikuskiftið skrivaðu
Tryggingarfelagið Føroyar
og EB/Streymur undan
eina stuðulsavtalu, sum er
galdandi fyri kappingarárið
2006. Hetta er triðja árið á
rað, at partarnir samstarva
á hendan hátt.
EB/Streymur
hevur
seinnu árini verið millum tey
frísku og spennandi liðini í
føroysku fótbóltskappingini,
og málið er framvegis at
vinna fram millum tey
fremstu í Formuladeildini.
– Tað hevur nógv at siga
fyri okkum, at vit hava ein
góðan høvuðsstuðul, tí í
dag skal nógv til, um tú
ætlar tær at berjast við tey
bestu. Og tað ætla vit, sigur
Rólant Højsted, formaður í
EB/Streymi.
– At etablera seg í fremstu
deildini krevur sítt, men nú
royna vit at stevna móti
hægri málum. Vit hava í ár
sett okkum fyri at koma fram
millum trý tey fremstu.
Hugaligt at stuðla
Avtalan, sum nú er undir
skrivað, er við smávegis
broytingum tann sama, sum
hon var frammanundan, og
Tryggingarfelagið Føroyar
sær fram til enn eitt ár við
góðum samstarvi við liðið í
Sundalagnum.
– Tey framstig, vit hava sæð
í EB/Streymi seinnu árini, gera
tað sera hugaligt at halda fram
sum høvuðsstuðul, tí felagið
arbeiðir sera miðvíst og seri
øst. Tað er nakað, ið hóvar
okkum væl, sigur Jónsvein
Simonsen, deildarstjóri í
Tryggingarfelagnum Føroy
ar.
– Vit síggja møguleikar í
liðnum, sum trygt og spaku
liga hevur otað seg longur
fram á stigatalvuni, og tá
avrikini tala fyri seg, hava
vit eisini eina størri kenslu
av, at okkara stuðul kann
gera mun.
Hann sigur seg vóna,
at framhaldandi stuðuls
samstarvið kann geva EB/
Streymi møguleika fyri at
røkka enn longur fram á leið,
og hann vísir á, at gongdin
hesi seinnu árini hevur
víst, at felagið ger støðug
framstig.
– Samstarvið við EB/
Streym higartil hevur víst, at
felagið til fulnar hevur livað
upp til tær vónir, vit gjørdu
okkum frammanundan, so
tí er hetta ein góð avtala
og eitt gott samstarv fyri
báðar partar, sigur Jónsvein
Simonsen.
Stórt sæð sama fólkið
Sundalagsmenn eru eisini
fegnir um stuðulin, og teir
síggja sponsoravtaluna sum
ein týðandi part av teimum
framtíðarætlanum,
EB/
Streymur hevur.
– Um vit bara taka hetta
komandi kappingarárið, so
eru vit her norðuri sera spent,
tí vit halda okkum hava eitt
gott lið til kappingina. Her
er stórt sæð sama fólkið, so
tað er ein støðugur hópur, ið
enn eina ferð skal staðfesta
EB/Streym á fótbóltsliga før
oyakortinum, sigur Rólant
Højsted, formaður í EB/
Streymi.
– Vit hava eisini tey seinnu
árini fingið glett okkum um,
at vit hava ment ungar og
góðar spælarar, ið megna at
spæla seg til pláss á liðnum.
Hesir eru nú mentir og hava
fingið góðar royndir, so við
fólki stendur bara væl til hjá
okkum.
Í fjør megnaði EB/
Streymur at geva mongum
av oddaliðunum ein skarp
an gang, og eitt skifti í
kappingini vóru sundalags
menn við heilt har frammi.
Við kappingarenda lógu teir
í miðjuni, eitt sindur aftan
fyri oddaliðini og langt
framman fyri botnliðini.
– Stuðulsavtalan við Trygg
ingarfelagið Føroyar ger tað
nógv lættari hjá okkum at
arbeiða. Hon hevur nógv at
siga fyri felagið, tí við henni
hava vit nakrar møguleikar,
vit annars ikki høvdu havt,
sigur Rólant Højsted.
Start hevði eitt
skifti seks lands
liðsspælarar á sínum
liði, men nú er bert
ein tikin út til norska
landsliðið
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tað gekk so væl hjá Start og
teirra spælarum eitt skifti í
fjør, at norski landsliðs
venjarin hevur seks Start-
spælarar við í bruttohópinum
til norska landsliðið.
Men nú er støðan ein heilt
onnur, tí Aage Hareide hevur
nú bara tikið ein spælara hjá
Start við í sínari seinastu
úttøku.
Høvuðsorsøkin til hetta er,
at stuðulsspælarar hjá Start
eru skaddir, og tí kunnu
Kristofer Hæstad, Marius
Johnsen, Fredrik Strømstad
og Atle Roar Håland ikki
bjóða seg fram. Harafturat
er Alex Valenica vrakur, og
Steinar Pedersen, sum hev
ur snoddað til landsliðið
einaferð, er heldur ikki tikin
við.
Einasti liðfelagin hjá
Toda Jónsson, sum er tikin
út til norska landsliðið, er
verjuspælarin Bård Borger
sen.
Start hevur mist fimm landsliðsspælarar
EB/Streymur í tryggum hondum
Jónsvein Simonsen, deildarstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar, og Rólant Højsted, formaður í
EB/Streymi, fegnast báðir um, at samstarvið millum partarnar heldur fram í 2006
Kaggin smakkar gull