Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-22, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. februar 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 38 - 22. februar 2006 Tit, sum sita fyri borgum: Hóast húsaneyðin streingir á og fleiri frítíðartilboð eru ynskilig í Havn, áttu tit ikki í skundi at latið tykkum trýsta til at góðtaka íbúðarbygging, sum er óhóskandi sum menn­ iskjabústaðir, óhóskandi til lands- og veðurlagið í Føroyum, og sum býtir samfelagið upp í høg og lá. Frítíðartilboðini eru eitt plástur uppá sárið, men hví yvirhøvur nakrantíð valda sárið! Hetta sigur Elin Heinesen, blað­stjóri, í hesum aftur­ svarinum til Hans Paula Strøm, landstýrismann í bú­staðarmálum.   Góði Hans Pauli Strøm, Tað ljóðaði ikki, sum tú hevði lisið greinina hjá mær um Stórutjørn, tá tú argumenteraði móti nøkrum av mínum niðurstøðum í Útvarpstíðindunum hálvgun sjey mánakvøldið, tí tú hevur heilt mist mítt poeng. Útvarpið valdi mest at leggja dentin á ghettoiserings­ problematikkin, meðan eg sjálv haldi, at tað týdningarmesta í hesi sak er at tosa um trivnað! Kunnu høgir tíggjuhæddaðir og einsháttaðir íbúðarblokk­ar úr be­tongi, sum standa á rað eitt vind­hart stað í Havn veruliga skapa trivnað fyri føroyskar fam­ iljur...? Tað er tað, ið er høvuðsspurningurin (!), sum vit áttu at tosað um – ístaðin fyri at gita hypotetiskt aftur og fram, um vandan fyri ghettoisering. That’s not the point! Einsrætting tekur identitetin frá fólki Tin niðurstøða er, at tílíkir íbúðarblokkar ikki fara at vera nakar trupulleiki í føroyska samfelagnum... Sum próvførslu brúkar tú, at føroyingar ikki eru sum onnur fólk úti í heimi – í øllum førum sigur tú, at tað ber ikki til at samanbera okkara viðurskifti við donsk viðurskifti. Vit hava eina aðra mentan, sigur tú. Vit eru so fáment í mun til onnur. Vit hava ikki so nógvar útlendingar her í landinum. Og hetta skal so tilsamans eftir tíni meting verja okkum ímóti teimum trupulleikum, sum onnur alla aðra staðni í heimunum hava við líknandi økjum sum Stórutjørn. Tú sært heilt burturfrá nøk­ rum heilt grundarleggjandi egin­leikum við tílíkum byggjaríið, sum í sær sjálv­ um eru við til at skapa trupulleikar, sum ikki vóru áðrenn. Hesin útviklingur, sum eg m.a. lýsti í míni grein er ikki neyðturviliga ávirkaður av, hvussu mentanin er í samfelagnum frammanundan, hvussu samansetingin av borgarunum annars er, ella hvussu stórt ella lítið samfelagið er, men kemst av tí, at man skapar eina stóra miðsavnan á einum stað av fólki við sama inntøkugrundarlag – og tí ofta somu bakgrund – í eins íbúðum stáplaðar omaná hvørjum øðrum sum kassar. Allar royndir aðrastaðni vísa, at tílíkt ófjølbroytni einsrættar og tekur ident­ itetin frá fólki. Hetta KANN elva til trupul­leikar, av tí at tað oftast eru tey ressursuveiku, sum ikki hava ráð til annað, sum verða miðsavnað á slíkum støðum. Óansæð, um har búgva útlendingar ella ei – og óansæð um man so kallar tað ghettoisering ella ei – hevur hetta við tíðini sjálvstyrkjandi effekt og skapar frástøðu millum tey, sum búgva í einum tílíkum øki í mun til tey, sum búgva uttanfyri. Eisini hóast vit her tosa um eigaraíbúðir – tí í Føroyum hava vit einki alment íbúðarbyggjarí av týdningi, so meira ella minni øll noyðast at keypa teirra egna bústað fyri at fáa tak yvir høvdið – tvs. at tey, ið ikki hava ráð til at keypa hús, hava bara møguleikan eftir at keypa bíligari bústaðir, sum t.d. íbúðirnar í Stórutjørn. So vit hava ein ávísan mun longu her.  Ein reellur vandi fyri mistrivnað Tað er ein reellur vandi eisini í Føroyum fyri, at vit kunnu fáa ein niðurgangandi spiral, sum endar við at gera stættarmunin týðiligari og týðiligari – og harvið hava vit skapt allar fortreytir fyri, at trupulleikar kunnu standast av hesum. Havnin veksur í hvørjum og er ikki óávirkað av altjóðageringini – tað er m.a. tí vit yvirhøvur fáa eina tílíka verkætlan á borðið. Vit eru ikki immun ella vaccinerað móti smittuvandandum frá øllum dáraverkum modernaða sivilisatiónin hevur framleitt, bara tí vit eru smá og liva langt úti í Norðuratlantshavinum! Eg nevndi eisini heilt onn­ ur ting, sum ikki høvdu nak­ að beinleiðis við tað sosiala at gera, men sum hava nakað við føroyska veðurlagið í rættiliga óhepnari teingj­ an við aerodynamisk vind­ viðurskifti kring tílík­ar bygningar at gera. Við­ urskifti, sum eisini kunnu skapa mistrivnað. Trupulleikarnir við trivn­­aðinum, sum tílíkt byggj­­arí skapar, eru ikki bara í størri býum og har stórt tal av útlendingum er miðsavnað. Eisini minni býir – bæði í Danmark og í øðrum Norðanlondum – við íbúgvaratølum heilt niður í 10.000 fólk, upp­liva størri og minni trupulleikar í sam­bandi við íbúðarblokkabygging. Í grein míni nevndi eg t.d. Godthåb, sum ikki er nakar stórur býur. Men tú heldur kanska heldur ikki, føroy­ ingar kunnu samanberast við grønlendingar... ella? Føroyingar eru menniskjansliga IKKI annarleiðis Tú letur eyguni væl og virðiliga aftur, um tú ikki sært øll tey dømini um mistrivnað í tílíkum økjum í øllum møguligum øðrum samfeløgum – størri sum smærri – óansæð mentan og óansæð um tað eru innfødd ella útlendingar, sum búgva har. Heldur tú veruliga, at føroyingar bara eru so nógv betri fyri enn øll hini, at vit tí automatiskt verða spard fyri hesum trupulleikum? At okkara traditiónir fyri samanblanding av høgum og lágum í samfelagnum og tøttum sosialum lívið eru so sterkar, at tær eru heilt óávirkiligar? Um vit reint fysiskt umforma okkara búformar, soleiðis at teir fullkomiliga koma at líkjast búformum brúktir aðrastaðni – og vit t.d. byggja øki við heilt einstáttaðum íbúðum, sum økja miðsavnanina av húsarhaldum í nøkurlunda sama (lága) inntøkubólki eitt stað, so meinar tú heilt seriøst, at føroyingar fara at reagera heilt annaðleiðis uppá tað enn øll onnur?   Oyðileggja aldargamlan føroyskan sið Hvat heldur tú, ger føroyingar til føroyingar? Hvat er tað, sum ger, at høg og lág samskifta so væl í Føroyum – nakað, sum vit eru so errin av? Tað kemur ikki automatiskt, bara tí vit eru fáment.... Tað finnast ein rúgva av samfeløgum, sum eru fáment, men sum kortini eru stættaruppbýtt – tað vóru Føroyar eisini fyrr í tíðini, tá vit vóru enn færri enn nú! Nei, tað hevur m.a. nakað við okkara núverandi búformar at gera – at vit búgva øll saman hvørt um annað, høg sum lá í øllum inntøkubólkum, soleiðis at tað eru eingi fysisk og/ella geografisk viðurskifti, sum undirstrika munin millum høg og lá. Tí hava vit tað, sum vit hava tað – nú! Tað er TAÐ, sum tit, ið eru fyri hesi ætlan, nú fara at oyðileggja, tí nú innføra tit ein byggistíl, sum netupp – við at vera so kolossalt rúgvismikil – verður við til týðiliga at býta samfelagið upp og skilja høg og lá frá hvørjum øðrum! Er tað tað, tú vilt sum javnaðarmaður, Hans Pauli? Vilt tú búgva har sjálvur? Tað er, sum um klappurin er farin niður hjá øllum tykkum, sum hava verið so jalig um hetta. Tað einasta, eg hoyri tykkum politikkarar og byggiharrar tosa um, eru krónur og oyru – at hetta fer at loysa seg fíggjarliga fyri samfelagið – halda tit! Men hetta snýr seg ikki bara um krónur og oyru. Hetta snýr seg um nakað so grundarleggjandi og virðismikið sum at skapa fortreytir hjá eini rúgvu av fólki fyri at fáa hvør sítt góða HEIM. Eitt fjálgt heim, tey kunnu kenna seg trygg og trívast í – har tey eru trygg við, at børnini vaksa upp undir bestu vilkorum. Og har meinar tú – sum so nógvir aðrir politikkarar og pengamenn – at tíggjuhæddaðir vindbardir íbúðarblokkar úr betongi geva tey bestu korini hjá børnum og vaksnum at trívast í...??? Eg skilji einki petti. Hava tit spurt málbólkin, hvat tey halda? Hava tey fingið møguleikan til at siga, hvat tey kundu hugsað sær fyri seg og síni børn? Hava tit spurt mammurnar? Hava tey, tit ætla skulu búgva har, yvirhøvur fingið høvi til at meta um hetta í mun til onnur møgulig hugskot um meira fjølbroyttar búformar – í sama prísbólki? Ella eru tað veruliga  pengamenn, sum einsamallir skulu avgera, hvussu havnarfólk skulu búgva? Takið ikki høvdið undir armin, men hugsið tykkum væl um – tit politikkarar, sum skulu taka klókar avgerðir í hesum máli – og svarið heilt erligt: Hvør tykkara hevði sjálvur kunnna hugsað sær at búð eitt tílíkt stað? Hvør tykkara kundi sjálvur hugs­ að sær at latið børn tykkara vaksa upp eitt tílíkt stað? Um tit høvdu valið ímillum at búgva í Stórutjørn ella í einum veðurbetri øki við meira blandaðum byggi­stíli saman við høgum sum lág­­um, men við somu hentleikum sum við Stórutjørn, so trúgvi eg einki uppá, at tit høvdu valt at búð í einsháttaðum betong­íbúðarblokkum uppi á 7. hædd! Serliga ikki, um tit áttu smábørn. Ræðir tey, vit kunnu gerast ríkari av, burtur Nei, hetta snýr seg ikki bara um krónur og oyru. Men um vit endiliga skulu tosa um krónur og oyru, so er tað altso ikki tílíkt byggjarí, sum virkar sum tann besti magneturin uppá privatar íløgur ella uppá produktiv fólk, sum eiga pengar og sum skapa meirvirði. Tað er avgjørt  ikki sovorðið byggjarí, sum lokkar allar teir vælkvalifiseraðu føroyingarnar heim, sum búgva í útlegd, og sum nú leggja sína produktivu orku í øðrum samfeløgum – tey, sum kundu flutt heim og verið við til at lyft føroyska samfelagið upp og gjørt tað ríkari. At umskapa Havnina til eitt stað, sum líkist øllum møguligum for­ staðarræðumyndum aðra­ staðni, sum tey flestu helst vilja flyta frá, heldur ræðir øll tey góðskutilvitandi, kreativu og produktivu fólkini burtur! Alt hongur saman her í verðini. Spyrjið tykkum sjálvar – er tað serliga klókt at satsa uppá slíkt, tá vit vita fyri vist, at í framtíðini verða virðini í Vesturheiminum ikki longur skapt bara via at framleiða stórar mongdir av vørum (tí tað kann gerast nógv bíligari eystanfyri í Asia), men via innovatión og evnini hjá fólki okkara til at hugsa kreativt og sjálvstøðugt. Við hesum í huga – meina tit so veruliga, at íbúðarbýlingar, sum tann í Stórutjørn, eru tað mest inspirerandi umhvørvi at liva og virka í fyri kreativ fólk…??? At tey fara at flokkast í kø fyri at búgva har…? »Vanity is my favorite sin«, segði Al Pacino, sum spældi fanin í filminum »Djævelens advokat«. – Og fólk hava veruliga verið til sølu her fyri forfeingiligheit. Í hesum førinum verða Havnarborgarar – við ávísing til húsaneyðina, sum streingir á – lokkaðir til at góðtaka búformar, sum eru óhóskandi til menniskju, móti at fáa bjóðað alskyns hentleikar beint við hurðina. Tað hava tey eisini í Brønd­ by t.d. og nógva aðrastaðni, har mesta fólki býr í íbúðarblokkum, men tað ger bara ikki trivnaðin betri og trupulleikarnar minni hesi støð... tíverri. Frítiðartilboð eru eitt plástur uppá sárið, men hví yvirhøvur nakrantíð valda sárið!       Til Stórutjørn-forsprákarar: Høvdu tit sjálvir viljað búð har? Blaðstjóri ELIN HEINESEN VIÐMERKINGAR Citat frá rapportini »Regeringens strategi mod ghet- toisering« hjá danska innlendismálaráðnum: »Langt de fleste ghettodannelser skal ses som en util- sigtet effekt af blandt andet tidligere fysisk planlægning, hvor forskellige ejerformer blev skarpt adskilt i forskel- lige boligområder. Det har vist sig, at et ensartet udbud af boligtyper i et bestemt boligområde nærmest pr. au- tomatik medfører en ensartet beboersammensætning. Ressourcestærke borgere køber deres bolig i ejerboligo- mråder, hvorimod de mere ressourcesvage borgere bor enten i private udlejningsboliger i belastede områder eller – som det er tilfældet for hovedparten af indvan- drere og efterkommere i Danmark – i almene boliger i udsatte områder, der helt eller næsten udelukkende består af almene boliger. Dermed lægges kimen til ghet- toiseringen, der i sig selv indeholder en selvforstærkende negativ udviklingstendens. Da områderne ofte er præget af mange sociale problemer, flytter de ressourcestærke borgere, der har råd til alternativer, og private investorer holder sig væk. De nye tilflyttere er ofte mennesker, der står uden for arbejdsmarkedet, og som i forvejen har so- ciale problemer.« FAKTA