leygardagur 18. november 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 223 - 18. november 2000
11
gult cyan magenta svart
10
Nr. 223 - 18. november 2000
gult cyan magenta svart
B‡rá›svali› t‡sdagin 21. november 2000
Javnaðarflokkurin
Hetta vilja vit:
Umhvørvi
Móttøkan av burturkasti í
kommununi skal skipast
solei›is, at ta› er lætt og
einfalt hjá hvørjum ein-
stakum at skilja sundur
sítt burturkast, solei›is at
umhvørvi› ikki ver›ur
dálka›. Hvørnir eiga at
ver›a settar upp, so borg-
arin kann mala sítt lív-
runna burturkast. Kom-
munan eigur at seta sær
sum mi›, at alt virksemi í
kommununi fær ein grøn-
an roknskap.
Bústa›arpolitikkur
Ta› er skyldan hjá komm-
ununi at bjó›a leiguíbú›ir
til fólk, sum av ymiskum
orsøkum ikki sjálv hava
møguleika at útvega sær
bústa›. Hesi eru til dømis
lesandi, einsamallir uppi-
haldarar, støk, rørslutarn-
a›, pensjónistar, sálarliga
veik, heimleys og onnur.
Mi›vísur bústa›arpolitikk-
ur at ver›a gjørdur í sam-
starvi vi› landsmyndug-
leikarnar.
Skúlarnir
Skúlabygningarnir skulu
umbyggjast og endur-
n‡ggjast. Karmarnir skulu
vera so, at breka› børn
hava somu møguleikar í
skúlanum, sum hini børn-
ini. N‡ggir skúlar skulu
byggjast. Vit eiga at seta
so miki› av peningi av til
skúlarnar, at teir kunnu
fylgja n‡ggju skúlalógini.
Vit skulu eisini hava høli
til at h‡sa Frítí›arskúl-
anum. Høli skulu vera at
h‡sa frítí›arskúlanum.
Mentan
Tórshavnar Kommuna eig-
ur at skapa karmar fyri
einum mentanarhúsi, har
listafólk av alskyns slag
kunnu royna seg og har-
vi› eisini mennast. Tiltøk
eiga at ver›a framd, so øll
hava møguleika fyri at
menna sínar listarligu gáv-
ur.Vit halda, at farast skal
undir at skapa Tórsgøtu
sum mentanarmi›depil
sum skjótast.
Ungdómsrá›
Vit eiga at skipa eitt
kommunalt ungdómsrá›.
Hetta skal virka sum li›
millum ungdómin og b‡-
rá›i› í málum, sum vi›-
víkja teimum ungu. Marg-
arinfabrikkin er eitt gott
tiltak fyri ungdómin, sum
eigur at ver›a ment.
Ítróttur
Karmarnir innan ítróttina
eru betra›ir seinastu árini,
hóast naka› enn er eftir á
mál. Eitt nú ver›ur ney›-
ugt at útbyggja svimjihøll-
ina. Tí halda vit, at fari›
eigur at ver›a undir at
fyrireika ein n‡ggjan 50
metra langan svimjihyl. Vit
mugu eisini finna út av,
hvar ein rennibreyt skal
gerast.
Gøtur og vegir
Gøtu- og vegakervi› eigur
at ver›a gjørt solei›is, at
breka› og blind frítt
kunnu fer›ast í kommun-
uni. Fer›slan kring komm-
unalu skúlarnar skal skip-
ast, solei›is at trygt er hjá
børnum at fer›ast til og
frá skúla. Møguleikarnir
skulu eisini gerast betur
at koma fram vi› súkklu í
høvu›ssta›num. Buss-
lei›in skal hava gó› kor
og vera væl samskipa›.
Breka›
B‡rá›i› eigur tann 3. des-
ember, sum er dagur
teirra breka›u, á hvørjum
ári at halda eitt a›alor›a-
skifti um vi›urskifti teirra
breka›u í kommununi.
Allir almennir bygningar í
b‡num skulu vera
atkomiligir hjá øllum.
Vinnulív
Vit skulu gera eina menn-
ingardeild í b‡rá›num,
sum saman vi› vi›kom-
andi stovnum tekur sær
av at kanna markna›ar-
møguleikar og hjálpir til at
markna›arføra vinnulívi› í
kommununi. Vit skulu
hava grundøki tøk til
leigu, og eisini eiga vit at
byggja ra›bygningar vi›
hølum, sum vinnulívsspírar
kunnu leiga seg inn í.
Barnaansing
Javna›arflokkurin hevur
sum mál at nøkta barna-
ansingina 100 % í seinasta
lagi ár 2003. 100 prosent
barnaansing er forteyt fyri,
at vit kunnu hava eina liv-
andi kommunu, har familj-
urnar trívast og vinnulívi›
blómar.
Eldrapolitikkur
Kommunan eigur at yvir-
taka eldraøki›. Gjørdist
eldraøki› kommunalt mál,
høvdu vit fleiri møguleikar
at útbyggja øki› eftir tørv-
inum hjá borgarunum í
kommununi.
Bil á valsta›i›
ring 310611
Javna›arcafé
Leygardagin 10.00 - 15.00
Sunnudagin 10.00 - 18.00
Opi› er allan valdagin
Vígdis Johannesen,
forkvinna í Havnar
Arbeiðskvinnufelag
Hans Madsen,
bygdarráðslimur í Kollafirði
Meta Palle,
sjúkrahjálpari
Hallstein Sigurðsson,
samskipari
Hans Jákup Simonsen,
lækni
Hendrik Thomsen,
postvaktmeistari
Henning Christensen,
pleygari
Magni Dalsgaard,
arkitektur
Rigmor Dam,
lærari
Hans Jákup Hansen,
bygdarráðsformaður í
Kollafirði
Sakaris Hansen,
avgreiðslumaður
Ingrid Jacobsen,
fysioterapeutur
Elin Lindenskov, býráðslimur
Tórfinn Smith, býráðslimur
VI‹MERKINGAR
Torleif Sigur›sson
B‡rá›slimur
Jú víst er umráðandi, at
Klaksvíkin komandi árini
er í tryggum hondum.
Eg havi játtað at vera á
javnaðarlistanum í Klaks-
víkar kommunu enn eina
ferð.
At sita í andstøðu er ikki
tað mest spennandi sum er.
Seinast komu vit ikki í
meirilutan og vit kundu
velja at sita og muta ímóti
øllum.
Hetta gjørdu vit ikki,
men royndu at ávirkað pos-
itivt. Okkurt eru vit nøgd
við og annað ikki.
Raðfestingina eru vit als
ikki nøgd við.
Tí eru vit við aftur.
Tað var hugaligt hjá mær
við kappingini á Alnótini
við:
Hvør skal verða borgar-
stjóri í Klaksvík ?
Nú er sera avmarkað,
hvat leggjast skal í hetta, tí
sjávt í New Zeelandi kundi
veljast!
Jú, sjalvandi eri eg væl
nøgdur við at liggja so klárt
á odda. Tað verður nú ikki
avgjørt á Álnótini, - men
her norðuri av veljarunum í
Klaksvíkar Kommunu, sum
hava eitt avgerðandi val
týsdagin; at manna býráðið
tey næstu 4 árini.
Hvat vit á javnaðarlista-
num vilja og ynskja er
greitt frá í bløðunum.
Nú er fólk eisini farin at
troyttast av øllum hasum
vallyftunum.
Tað er gott at hava hjarta-
mál, men máti skal vera við
hjarta.
Fólk flest vita, hvat er
gjørligt og ikki er.
Eisini er hugaligt at tosað
um fortíðina og at hava vis-
iónir um framtíðina, men
vit liva í nútíðini og hon
skal røkjast og harvið verða
eisini lunnar lagdir inn í
framtíðina.
Viðhvørt ivast man í, um
bæði beinini eru á jørðini
hjá verandi og komandi bý-
ráðslimum.
Vit vilja gera tað gjørliga
og tað vit lova - halda vit.
Tó eitt hjartasuff loyvi eg
mær. Tað mest fantastiska
er, at ongin gøta ella vegur
í Klaksvík er fullgjørdur í
ár 2000.
Hetta má broytast og eg
trúgvi, at tey mongu eru
líka glað við hvør gøta tað
er.
Minsta mark má vera, at
nú verður byrja við eini
gøtu og at hon verður gjørd
liðug.
Blíðar heilsur og gott val.
Hans Tausen Olsen
Kommunan skal vera fyri
alt fólki›
Gongdin
í
Runavíkar
kommunu hevur verið góð
síðani seinasta býráðsval.
Høvuðsorsøkin til hettar er
framgongdin í føroyska
búskapinum
yvirhøvur
seinastu 4 árini. Økta virk-
semi og høgu fiskaprísirnir
hava gjørt at skattainntøkan
hjá kommununi er vaksin
munandi.
Kommunan hevur tí ver-
ið før fyri at niðurgjarla
skuldina skjótari enn upp-
runaliga ætlað, og sum ætl-
anin annars var, tá núver-
andi avtala um kommunu-
skuldina varð undirskrivað
í 1995. Skuldin svara í dag
til umleið eina skattaálíkn-
ingum, sum má sigast at
verða nøktandi.
Annars er at viðmerkja,
at Runavíkar kommuna
kom hampuliga væl frá
kreppuárunum fyrst í 90’u-
num.
Tað er av stórum týdn-
ingi, at núverandi gongd
heldur fram, og at fakstrar-
og íløguætlanir frameftir
verða gjørdar á einum
varligum grundarlagi.
Í løtuni arbeiðir komm-
unar við stórum ætlanum
um at útbúgva havnalagið,
og talan verður um rættu-
liga stórar óløgur, um ver-
andi ætlan í síni heils verð-
ur sett í verk.
Ætlaða havnaútbygging-
in inni á Líknagøtu verður
nú útboðin, og verður ætl-
anin sett í verk kemur hon
helst at útfylla verandi íløg-
ukarm í eini 2-3 ár fram-
eftir.
Mín áskoðan er, at núsit-
andi býráð - nú valskeiðið
er við at vera runnið - ikki
eigur at binda komandi bý-
ráð við so stórum óløgum.
Heldur eigur komandi bý-
ráð at taka endaliga støðu
til hesa útbýgging.
Tað er annars ein óskikk-
ur, at fráfarnadi bý- og
bygdarráð
gjøgnumføra
stórar ætlanir beint áðrenn
tey fara frá. Fleiri keðilig
dømið eru um hetta, serliga
frá 80’unum.
Komandi býráð má sum
tað fyrsta gera eina raðfest-
ing av íløgum í kommununi
í komandi vals keiði.
Mín áskoðan er, at trivn-
aðurin hjá fólkinum í
kommununi nú má raðfest-
ast meira frammalaga. Her
hugsi eg um ger av svimji-
hyli, útbygging av barna-
ansingini, herundir ansing
av skúlabørnum áðrenn og
eftir skúlatíð og hækkan av
barnafrádráttinum.
Onnur mál, sum eg meti
eisini eiga at raðfesta
fremri, er bygging av eldra-
býli og verandi ætlan við at
byggja smærri íbúðir í
Runavík til einstaklingar og
smærri familjur.
Við hesum skal ikki vera
sagt, at eg eri ímóti útbygg-
ing av havnalagnum, men
mín áskoðan er, at hesar í-
løgur eisini mugu raðfest-
ast og viðgerðast út frá eini
heildarmetan, nú íløgu-
karmurin hjá kommunum
sambært avgerð frá lands-
myndugleikunum er rætti-
liga avmarkaður.
Eg fari at ynskja øllum
eitt gott val.
Til veljarar í Rúnavíkar kommunu
Klaksvíkingar
Vinarliga Páll Petersen
valevni Fólkafloksins
Hava vit gjørt nóg mikið
fyri tey gomlu í Tórshavn-
ar kommunu?
Svarið er tíverri nei.
Í Havn eru bert nøkur fá
pláss, hvar gomul og ó-
hjálpin kunnu vera fast-
búgvandi.
• Ellisheimið við pláss
fyri 25 fastbúgvandi fólk-
um.
• Lágargarður við pláss
fyri 46 fólkum, og nøkur
til umlætting.
•
Umlættingarheimið
við pláss fyri 10 fólkum í
3 vikur 2 ferðir um árið
• Eldrasambýlið við
pláss fyri 8 fólkum.
• Dagumlættingin við
pláss fyri 30 fólkum.
Hetta er alt gott, men í
Tórshavnar kommunu har
fólkatalið nú verður uml.
17.000 íbúgvar, er hetta
ikki nóg mikið.
Vit skulu hava í huga at
Kollafjørður, Kaldbak og
Argir hava nógvar íbúgvar
sum eru eldri og treingja
til hjálp. Málið má tí vera,
at vit fáa minst eitt
eldrasambýlið
í
áð-
urnevndu
støðum,
og
fleiri í sjálvum býnum.
Tað er ikki rætt, at tey ið
ikki orka meir, skulu
flytast burtur úr bygdini,
best hevði verið um tey
kundu verið í heimbygd-
ini, í einum sambýli, fyri
eini 8-10 fólkum, har eis-
ini pláss má verða fyri
umlætting í einari akkut-
ari støðu.
Nógv eldri verða ansaði
heima av síni familju,
hettar
er
bundið
og
strævið arbeiði, tað veit eg
av royndum. Ynskiligt er,
at ein kann lata síni eldri
til ansing, eitt vikuskifti,
ella eina heila viku, har
ein so fær møguleikan at
halda frí sum onnur fólk.
Væl veit eg at nøkur fáa
heimahjálp nakrar tímar
um dagin, men restina av
døgninum
eru
tey
prísgivin
familjuni
ið
verður niðurkoyd og at
enda ikki orka meira.
Eldrasambýlir er eitt
mál ið hevur skund, vel tí
eitt av valevnum fólka-
floksins, ið vilja gera nak-
að við hetta sera átrokandi
mál.
Eldrapolitikkur
Við einstaka borgaranum í
miðdeplinum fer Javnaðar-
listin í Vágs bygdaráð at
føra ein politikk, sum setur
trivnaðin og vælferðina í
hásætið.
Okkara fremsta mið og
mál er, at í Vágs kommunu
skal vera gott at búleikast
hjá øllum borgarum.
Vit fara at leggja dent á at
tryggja borgarunum jøvn
demokratisk rættindi og
menna tær kommunalu
tænasturnar.
Fyri at náa hesum málum
er brúk fyri politikarum,
sum bæði duga og tora at
taka upp dagsins mál, sam-
stundis sum hugburðurin
um tað góða samfelagið
ikki verður mistur burtur.
Vit fara at virka fyri at
• gera tað liviligari hjá
borgarunum við støðugt at
lækka skattaprosentið
• gera tað liviligari hjá
familjum við børnum
• hækka barnafrádráttin
• barnagarður verður sett-
ur á stovn
Øll størri arbeiði hjá
kommuni verða bjóðað út,
so mest fæst fyri borgarans
skattapening
Havnaútbyggingin skal
fremjast so
• vinnuvirki við havnina
sleppa at byggja út
• størri skip sleppa til
bryggju – landið skal lut-
taka í hesi útbygging
Eitt blómandi vinnulív og
nógv arbeiðspláss, er ein
lívstreyt, men kanningar
vísa, at skal ein kommuna
vaksa og fólk trívast, so er
neyðugt, at lokalsamfelagið
t.v.s. kommunan hevur
nøkur tilboð at bjóða borg-
aranum. Tí skal dentur
verða lagdur á at stuðla all-
ari mennandi mentan í
kommuni, bæði ítrótt, tón-
leik, leiklist, myndlist o.a.
Farið fjølment á væl og
veljið ein sterkan Javnaðar-
lista til býráðsvalið
Jónleif Augustinussen,
bakari
Páll Augustinussen, skriv-
stovumaður
Kirstin Strøm Bech, læra-
rinna
Elitha Hjelm, húsmóðir
Marius Kjærbæk, lærari
Petur Ludvig, bilførari
Ey›finn Mørk, bilførari
Atli Poulsen, sjómaður
Torkil Strøm,
maskinmeistari
Esther Su›uroy, lesandi
Niclas Thomassen,
arbeiðsmaður
X við lista C
Menniskja› í mi›depulin
Tórfinn Smith,
b‡rá›slimur
Eru fyritøkur, sum hava
hug at ogna sær eitt ídnað-
arøki, skulu møguleikar
vera til tess. Men vit eiga
eisini at hugsa um tey, sum
vilja byrja í smáum. Tey,
sum ikki orka at fara undir
størri íløgur í vinnubygn-
ingar.
Í Havn er eitt ótal av
smærri fyritøkum. Kjallar-
afyritøkum, sum onkur
kallar tær. Hetta eru fólk,
sum velja at byrja í smá-
um. Partvíst tí pengar eru
ikki til tær stóru íløgurnar,
og somuleiðis fyri at royna
seg sjálvan um hugskotið
svarar til væntaða úrslitið.
At byrja í smáum er ein
dygd, og mong eru dømini
um fyritøkur, sum eina-
ferð byrjaðu í einum kjall-
ara, og sum nú eru týðandi
fyritøkur
við
nógvum
fólki í arbeiði. Bæði í Før-
oyum og aðrastaðni.
Gongst eini sokallaðari
kjallarafyritøku væl, gerst
kjallarin ov trongur, og
brúk er fyri at taka næsta
stigið. Men hóast tað er
ikki vist, at grundarlag er
fyri at keypa eitt størri
ídnaðarøki og byggja virk-
ishøll á. Eitt lagaligari
framhald væntar.
Tí kundi verið skilagott,
at býráðið meðvirkaði til
at geva tílíkum fyritøkum
hóskandi karmar. Karmar,
sum hesar fyritøkur fáa
møguleika til og hava ráð
til at virka í. Tílíkar karm-
ar, so viðkomandi fyritøka
framhaldandi
fyrst
og
fremst kann hugsa um sína
framleiðslu, heldur enn at
hava nóg mikið at arbeiða
fyri rentur av avdrátt av
einum alt ov dýrum virkis-
bygningi. Var tað ikki júst
rentu- og avdráttardeyðin,
sum var ein høvuðsorsøk
til stóra skrædlið fyri bert
nøkrum fáum árum síðani.
Eitt hugskot hevði ver-
ið, at býráðið setti karmin
upp. Bygdi virkisbygning-
in. Eina lon, sum kundi
hýsa ymiskum smærri fyr-
itøkum til leigu. Soleiðis
kundi býráðið víst sín vilja
í verki at meðvirka aktivt
at menna spírandi vinnu-
lívsframtøk.
Vit hava í býráðnum í
dag fleiri nevndir og deild-
ir, men so løgið tað kann
ljóða, hava vit onga menn-
ingardeild. Sjálvur havi eg
fleiri ferðir róð uppundir,
at býráðið skipaði eina tí-
líka deild, men enn hevur
tað verið til fánýtis. Men
eg fari ikki at gevast so!
Smærri fyritøkur skulu
eisini fáa ein møguleika