Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. februar 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 39 - 23. februar 2006 PETURPETURs Nú fara dansiskeið aftur at verða boðin út – Kom og dansa. Soleiðis ljóðar áheitanin frá Marilyn Danielsen, dansilærara, sum í hesum døgum bjóðar út dansiskeið í Havn. Marilyn sigur, at hon hev­­­ur fingið óteljandi fyri­ spurn­­ingar um at skipa fyri dansiskeiðum. – Tíðin er nú búgvin til at endurstovna felagið ”Kom og Dansa”, sum hevur ver­ ið óvirkið í mong ár, sig­ ur Marilyn, sum í fyrsta um­fari ætlar sær at bjóða viku­skiftisskeið í Rock’n roll Swing, og til hetta enda­ málið hevur hon leiga seg inn í fimleikarhøllina hjá Før­oya Læraraskúla. – Um undirtøkan loyvir tí, fara vit at halda fram við ymsum grundskeiðum, millum annað í Tango, Line­ dans og Salsa, greiðir Mari­ lyn frá. Ungdómsdansur Umframt vikuskiftisskeiðini hevur Marilyn ætlanir um at skipa fyri dansiskeiðum fyri ungdóminum, so gent­ur og dreingir kunnu hugna sær saman, í einum rús­frí­um um­hvørvi. Í hesum sam­ bandi ætlar hon at seta seg í samband við Losjuna í Havn at fáa í lag samstarv við tey, so gamla siðvenjan at bjóða ungdóminum at dansa í ein­um rúsfríum umhvørvi, kann verða tikin upp aftur í Losjuumhvørvinum. Barnadansur Vit skulu nøkur ár aft­ ur í tíðina, fyri at upp­ liva, at dansiskúlar við matrósaklæðum, strutt­skjúrt­ um og avdansingarveitslum, vóru ein natúrligur partur av barnalívinum. Í besta retrostíli streyma bæði børn og vaks­in til dansiskúlarnar í granna­ londunum, og væntar Mari­ lyn eisini, at vit føroyingar fara at fylgja tropp á hesum økinum. Tí hevur hon eisini ætlanir um at seta á stovn dansiskúla fyri børnum, har tey kunnu læra at dansa ein galantan vals. Norskur felagsskapurin ”Kom og dansa” er upp­ runa­liga norskur dansi­fe­ lagsskapur, við deildum í øllum noðurlondum. Seinast í 80’inum var ”Kom og Dansa” í Føroyum og helt dansiskeið fyri nógvum før­oy­ing­um, og var tað eisini í hesum sambandi at Mari­lyn tók sína dansi­ læraraútbúgving. Til 1992 helt hon fleiri skeið í Føroy­ um, har hundratals dansi­ glaðir føroyingar luttóku. Síðani flutti hon niður til Danmarkar, har hon eisini hevur undirvíst og lært víðari innan dansiundirvísing. Dansifepurin komin til landið Sjálvstýri Jóan Pauli Joensen, formaður Jóannes Eidesgaard Kaj Leo Johannesen Anfinn Kallsberg Høgni Hoydal Jenis av Rana Kári P. Højgaard Luttøka í alheimsgerðini Marjun Hanusardóttir, formaður Herluf Sigvaldsson Herálvur Joensen Johannes Jensen Ben Arabo Karin Toftegaard Útbúgving Petur Petersen, formaður Magnus Tausen Jan Mortensen Annika Sølvará Katrin Apol Gransking, menning og nýskapan Petur Petersen, formaður Bergur Poulsen Rúna Hilduberg Pál Weihe Dánjal Jákup Andreasen Íverksetan Arne Poulsen, formaður Maria Róin Áki Johansen Gloria Kalsø Oddbjørg Højgaard Regin W. Dalsgaard Gissur Patursson Kunningar- og samskiftistøkni Arne Poulsen, formaður Gunnar Toftegaard Regin Ellingsgaard Annika Mittún Jacobsen Andras Róin Arnold Nielsen Ísak Jacobsen Samfelagsbygnaður Petur Alberg Lamhauge, formaður Ingibjørg Berg Søren Bruun Klaus Rasmussen Bjarni Mortensen Tilfeingi Rógvi Reinert, formaður Regin Jacobsen Maria Róiun Elisabeth Ludvig Hermann Oskarson Infrakervi Arne Poulsen, formaður Niels Winther Joel undir Leitinum Finnbogi Niclasen Olga Biskopstø Randi Fredriksberg Oyvindur Brimnes Umhvørvi Rúni Joensen, formaður Dánjal Petur Højgaard Finnbogi Joensen Guðri Andorsdóttir Jákup Pauli Joensen Janet Johannesen Mentan Petur Petersen Urd Johannsen Andras Mortensen Jenny Petersen Sølvi R. Hansen Sigvør Laksá Dávur Winther Arbeiðsmarknaður Arne Poulsen, formaður Maria Róin Snorri Fjalsbak Kári á Rógvi Kristoffur Laksá Páll Nielsen Alfred Petersen Í arbeiðinum at seta ítøkilig mál, sum skulu røkkast, nú visjón 2015 verður ítøkiliggjørd, eru 12 ymsir arbeiðsbólkar settir Setningurin hjá hesum bólkum verður at greina ymisk øki, soleiðis at setast kann út í kortið, júst hvørji deilmál skulu røkkast, um heildarsetningurin fyri 2015 skal røkkast. Formenninir í ymsu bólkunum eru aðalstjórarnir í almennu umsitingini, sum soleiðis koma at hava ein týðandi samskipanarleiklut. Arbeiðssetningurin hjá teimum ymisku bólkunum er defineraður, nú arbeiðið fer ígongd, og seinasta í hesum árinum skulu bólkarnir so handa síni álit til 13. bólkin, sum hevur samlaðu vælferðina í føroyska samfelagnum um endamál. Teir 12 bólkarnir eru: 12 bólkar móti visjón 2015