hósdagur 23. februar 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 39 - 23. februar 2006
5
Hermann
Oskarsson,
stjóri fyri Hagstovu
Føroya, og limur í
strategibólkinum
um tilfeingi.
Hvat hugsaði tú fyrstu ferð,
tú hoyrdi um Visjón 2015?
»Eg helt tað vera eina
knallgóða idé, at vit í Føroyum
fáa nakað at savnast um. Og
eftir framløguna í dag, eri eg
enn imponeraður. Haldi at
tey, sum skipa fyri, tykjast
energisk og dugnalig«.
Hvørjar broytingar hugsar
tú tær innan títt øki í 2015?
»Hagstovan skal vera í
minsta lagi dupult so stór,
skulu vit nøkta tørvin á hag
tølum«.
Laila
Solmunde,
forkvinna í
MBF og limur í
Visiónstorginum
Hvat hugsaði tú fyrstu ferð,
tú hoyrdi um Visjón 2015?
»Eg helt beinanvegin,
at tað ljóðaði spennandi,
tí tað er altíð gott at seta
sær langsiktað mál. So nú
mugu vit øll til arbeiðis.
Annars eri eg vónbrotin av,
at vælferðarmálini skulu
vera seperat frá øllum hin
um strategibólkunum. Eg
frykti, at økið fer ikki at
verða raðfest nóg ovarliga,
tá bólkurin er nummar
13 og uttanfyri hinar. Tað
kennist sum at 12 fara upp í
bussin, og at tann 13. rennur
aftaná«.
Gunnleivur
Dalsgarð,
formaður í
Starvsmannafelagnum
Hvat hugsaði tú fyrstu ferð,
tú hoyrdi um Visjón 2015?
»Tað er altíð gott at seta
sær mál. Men vit skulu sam
stundis ansa eftir, at vit ikki
dusa okkum í visiónini, so
hon verður ein illusión. At
seta sær mál, er ikki nakað
nýtt, tað gera vit alla tíðina
innan fakfelagsrørsluna.
Annars fílist eg á, at fak
feløgini ikki hava nakað
umboð í strategibólkinum
um
arbeiðsmarknaðin.
Tey grundleggjandi fak
felagssjónarmiðini kunnu
bert umboðast av fakfeløg
unum«.
Helena Dam
á Neystabø,
stjóri á Føroya Skúla
bókagrunni og limur
arbeiðsbólkinum um
vælferðarráð
Hvat hugsaði tú fyrstu ferð,
tú hoyrdi um Visjón 2015?
»Eg haldi, at hetta er
gott, tí tað er langsiktað.
Tað hevur stóran týdning, at
tað verður ein felags visjón
fyri alla tjóðina, høg sum
lág. Tað má ikki gerast eitt
akademiskt projekt«.
Hvørjar broytingar hugsar
tú tær innan títt øki í 2015?
»Vit mugu modernisera
vælferðarhugtakið, so tað
eisini hóskar til tørvin í
framtíðini. Tí verður helst
eisini neyðugt at taka nakrar
illa lýddar, men neyðugar
avgerðir. Núverandi væl
ferðarskipan tekur støði í
samfelagnum, sum tað sá út
fyri mongum árum síðani«.
Magnus
Tausen,
formaður í Føroya
Lærarafelag og limur
í strategibólkinum
fyri útbúgving
Hvat hugsaði tú fyrstu ferð,
tú hoyrdi um Visjón 2015?
»Í fyrsta umfari má eg
við ganga, at eg hugsaði
flosklar - at okkurt skulu tey
finna uppá. Men eftir dagin
í dag, er tað blivið meira
ítøkiligt, og eg eri nógv
meira positivur. So nú taki
eg fult undir við ætlanini
og haldi, at vit skulu fara til
arbeiðis beinanvegin«.
Hvørjar
broytingar
hugsar tú tær innan títt øki
í 2015?
»At eftirútbúgving til
lærarar verður ment nógv,
er mín vón«.
Jenny Petersen,
stjóri fyri Tjóðpall
Føroya og limur í
strategibólkinum fyri
mentan
Hvat hugsaði tú fyrstu ferð,
tú hoyrdi um Visjón 2015?
»Tað er í tøkum tíma, at vit
seta okkum nøkur langsiktað
mál. Haldi, at alt hevur verið
ov nógv ad hoc«.
Hvørjar broytingar hugsar
tú tær innan títt øki í 2015?
»Eg vóni, at vit fáa ein
skipaðan mentanarpolitikk,
og at vit gera meira fyri at
fáa listafólk okkara út í heim.
Og so ynski eg, at vit styrkja
list, sum ikki bert er til eyga
og oyra, so sum bókmentir
og sjónleik. Og so kundi eg
hugsað mær, at Tjóðpallurin
er veruleiki í 2015«.
Hvat hugsaði tú fyrstu ferð,
tú hoyrdi um Visjón 2015?
»Eg helt, at tað ljóðaði
gott. Vit mugu seta okkum
mál, um vit skulu ikki
arbeiða í blindum. Tað
eru so nógvar broytingar í
heiminum, og vit noyðast
at fylgja við. Tá vit seta
okkum mál, koma vit eisini
fram á, hvar okkum tørvar
meira vitan«.
Hvørjar
broytingar
hugsar tú tær innan títt øki
í 2015?
»Innan útbúgvingarøkið
er tað vón mín, at skipanin
verður somikið dynamisk og
fleksibul, at øll í Føroyum
kunnu fáa eina útbúgving
á einum høgum støði, óan
sæð hvar tey búgva. Tað
skulu ikki vera bygningar,
men bygnaður, sum eru í
hásæti«.
Jóan Pauli
Joensen,
rektari á Fróð
skaparsetrinum
og limur í strategi
bólkinum um
sjálvstýri.
Hvat hugsaði tú fyrstu ferð,
tú hoyrdi um Visjón 2015?
»Eg helt, at tað var fínt, tí
øll hava brúk fyri at hugsa
um, hvar vit eru, og hvar vit
vilja fara«.
Hvørjar broytingar hugs
ar tú tær innan títt øki, í
2015?
»Innan undirvísing og
gransking er tað mín vón,
at vit fáa meira pening at
arbeiða við, so granskingin
kann koma upp á eitt hægri
støði, og soleiðis gerast sjálv
bjargin«.
Gissur
Patursson,
vinnulívsmaður og
limur í bólkinum um
íverksetan.
Hvat hugsaði tú fyrstu ferð,
tú hoyrdi um Visjón 2015?
»Eg hugsaði, at tað er
uppá tíðina, at vit hyggja
longur fram enn fimm ár.
Og so skulu vit ikki halda, at
vit í Føroyum eru so vánalig
enntá, men sjálvsagt kunnu
vit altíð gerast betur«.
Hvørjar broytingar hugsar
tú tær innan títt øki í 2015?
»At yngri fólk við genial
um hugskotum lættari skulu
koma í gongd, og at tað sum
heild verður lættari at vera
íverksetari. Altjóðargerðin
er í hesum sambandi nakað
positivt og ein avbjóðing.
Og so skulu vit beinanvegin
fáa fleiri og betur hagtøl at
arbeiða útfrá«.
Gloria Kalsø, lærari í Handilsskúlanum
og limur í bólkinum um íverksetan