Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. februar 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 39 - 23. februar 2006 Leygardagin 25. februar verður seyðahundakapping á Viðareiði. Kappast verður í trimum klassum. Í klassa 1 eru teir ungu hundarnir, í klassa 2 eru teir, sum eru komnir eitt sindur víðari. Í klassa 3 eru teir bestu hundarnir í Føroyum, og kappingin byrjar leygarmorgunin kl 09:30 og tá kappast teir bestu hundarnir. Bestu hund­arnir í øllum klass­ un­um fáa steyp og heið­ urs­merkir handað aftan á kappingina. Stuðlað kappingini hava Statoil og Leivur Ell­ings­ gaard Klaksvík. Fyrstu ferð ein slík kapping var í Norðoyggjum, var í febr­ uar 2005, og tá luttóku 24 hundar úr øllum land­in­ um. Áhugin fyri seyða­hund­ um í Norðoyggjum er nú vaksandi og fleiri hundar eru á veg. Teir, sum standa fyri kappingini eru Nils Absalonsen, Tróndur Peter­ sen av Viðareiði og Jákup Jacobsen úr Haraldssundi. TÓNLEIKUR Heystið 2005 hevði GHM eina stóra og krevjandi skrá við klassiskum har­ moni­or­kest­ur­tón­leiki við Onnu E. Klett sum solisti undir leiðslu av Bernharði Wilkinson. Konsertir vóru í bæði Fríðrikskirkjuni og í Norðurlandahúsinum. Um jólini hevði stórt felagskór, sett saman av Felagskórinum Gøta/Leirvík, Vestmanna sang­kóri og Tórshavnar kam­ ar­kóri, saman við GHM stór­ fingnar jólakonsertir – heilar 3 í tali - undir leiðslu av Kára Bæk og við Eivør Pálsdóttir sum solisti. Fyrsta verkætlanin hjá GHM í 2006 er longu væl á leið komin. Ætlanin er at lýsa nøkur tíðarskeið í jazz- søguni við serligum denti á klassiskan bigband tónleik hjá t.d. Duke Ellington, Count Basie, Glenn Miller. Byrjað verður við dixieland- stílinum, síðani verður hild­ið fram við kendum og elsk­að­ um løgum, soleiðis sum tey kendu orkestrini framførdu tey. Til at knýta jazz-søguna saman, hevur GHM biðið saxofonleikaran Hans Petur í Brekkunum at siga frá. Men han skal ikki bara leiða leikarar og áhoyrarar ígjøgnum hetta tíðarskeiði, men eisini luttaka sum solo­ leikari saman við orkestr­in­ um. Hans Petur, 32 ár, er vaksin upp í Havnini, men hevur búð í Danmørk seinastu 12 árini. Í 2000 fekk hann prógv frá Det Rytmiske Kon­ servatorium í Århus. Eftir hetta hevur hann virkað, sum free­lance tón­leik­ari, tóna­­skald og veg­leið­ari. Klüv­ers Big­band í År­hus hev­­ur javnan sent boð eftir Hans Peturi, og í 2005 vann tón­leika­verk hans­ara fyrstu virðis­løn í tón­leika­kapp­ing, sum Tórs­havn­ar Stór­band skip­aði fyri. Hans Petur hevur traðkað sínar barnaskógvar í GHM. GHM hevur heitt á Ped­er Riis-Jensen, lærara í musikk­ skúlanum, um at vera leiðari fyri hesari jazz/bigband-tón­ leika verkætlanini. Sunnudagin í føstuinn­ gangi 26. februar, spælir GHM 2 konsertir við somu skrá, við tí rætta dáminum og huglagnum, sum hoyrir hesum slagi av tónleiki til. Hugnaliga spælistaðið á Skálatrø Glitnir og Plátu­ felagið úti á Reyni TUTL eru farin undir sera spennandi samstarv, ið fer at ríka tón­leikalívið í Tórshavn. Longu nú eru konsertir við Spælimonnunum, A Wizards Journey og Ygg­ drasil settar á skránna. Líka síðan Glitnir lat upp, hevur livandi tónleikur verið at hoyrt hvørja viku, ofta upp til fýra kvøld um vikuna. Nú hevur spæli­ staðið fingið samstarv í lag við TUTL. Samstarvið er skipað soleiðis, at TUTL fer at skipa fyri konsertum í hølunum hjá Glitni – kon­ sertirnar vera fyrra partin av kvøldinum. Tær tríggjar fyrstu konsertirnar eru: Fríggjakvøldið 24/2 21.00 – 23.00: Spælimennirnir Fríggjakvøldið 03/03 21.00 – 23.00: A Wiard Journey (Jazz) Fríggjakvøldið 10/03 21.00 – 23.00: Yggdrasil (jazz /world) Úr Glitni siga tey, at tey eru sera fegin og spent um samstarvið við TUTL. Tey vóna fólk fer at taka væl móti tiltøkunum. nud NSÍ og ÍF eru í røttum føstulávintshýri. Leyg­ ardagin 25. februar fer hetta at síggjast og ikki minst hoyrast í ítróttarhøllini í Runa­ vík, har ið Poppkorn og tey bæði Angela og Hannibal fara at framføra KONSERT Tíðindaskriv frá NSÍ og ÍF Leygardagin 25. februar skipa NSÍ og ÍF fyri stór­fing­ nari ko­nsert við gentu­bólk­ in­um Poppkorn. Umframt stjørnubólkin úr Sandoy verð­ur annað undirhald á skránni. Tiltakið verður í ítróttar­ høllini í Runavík, har ið vit leggja í vaðið klokkan 16.30 við burturluting, føstu­ lávintsbollum og kakao. Grýl­ur i øllum aldri eru ser­ liga vælkomnar! Á sjálva konsertina við Popp­korn-gentunum, sum byrjar klokkan 17.00, sleppa kundar hjá Kalli ókeyp­is. Teir kunnu heinta at­gongumerki í Kall-handl­ unum á Óðinshædd og í SMS ella við dyrnar í ítróttar­høll­ ini í Runavík ein tíma undan kon­sertini. Tey, sum ikki longu eru Kall-kundar, kunnu taka av sertilboði frá Kalli. Um­framt ókeypis at­gongu­ merki fáa hesi eitt eintak av Poppkorn-fløguni, ið ann­ars hevur verið útseld! Í gávu­pakk­an­um er eisini ein Frælsi dós nummarið og 100 krónur í talutíð. Øll onnur kunnu keypa atgongumerki við dyrnar frá kl. 16.30. At­gongu­merk­ini kosta 60 krón­ur. Av­mark­að atgongd! Umframt popp frá Popp­ korn fara NSÍ og ÍF at bjóða gott undirhald, ið eina mest er til tey yngstu. Fyri teimum fara sjónvarpsverturin Angela og klovnurin Hanni­ bal at framføra. Aftaná á konsertina og undirhaldið á pallinum held­ur tiltakið fram eina løtu. Bestu grýlurnar verða avdúkaðar um sjey-tíðina leygarkvøldið, og fáa tær góðar vinningar frá Kalli. Øll eru hjartaliga vælkomin í ítróttarhøllina í Runavík leygardagin. Seyðahundakapping á Viðareiði GHM fyrireikar stórt nýtt tiltak: Jazz/Bigband-tónleikur saman við Hans Peturi í Brekkunum! Konsertir verða hin 26. februar 2006: kl. 15.00 í Mentanar- húsin­um í Fuglafirði kl. 20.00 á Lærara- skúlan­um í Tórshavn Hans Peturi í Brekkunum Poppkorn í Runavík Almanna- og Heilsu­ málaráðið hevur góð tíðindi til sjúklingar og avvarðandi, ið fara til Danmarkar til kanningar og við­gerð, tí nú hevur sjúklingavegleiðarin fingið skrivstovu á Ríkissjúkrahúsinum Almanna- og heilsumála­ ráð­ið hevur í eina tíð ar­beitt fram í móti at fáa sjúk­linga­ vegleiðaranum høli til vega á Ríkissjúkrahúsinum, fyri soleiðis at betra um tæn­ast­ una, ið verður veitt sjúk­ling­ um og avvarðandi, ið fara til Danmarkar til kanningar og viðgerð. Og hetta er nú eydnast. Frá 1. mars 2006 hevur sjúk­ lingavegleiðarin á Sjúk­linga­ hotell­in­um Tórs­havn, Elio­ nora Olsen, fingið skrivstovu á Ríkissjúkrahúsinum. Skriv­stov­an liggur í forhøll­ ini, vinstrumegin við høvuðs­ inn­gongdina. Sjúklingavegleiðarin er at hitta á skrivstovuni hvønn gerandisdag frá kl. 10.00 til kl. 12.00. Annars eftir avtalu. Tlf. (0045) 35 45 85 85 - Fartlf. (0045) 51 20 13 99 Uppgávan hjá sjúk­linga­ vegleiðaranum er at hjálpa og vegleiða sjúklingum og avvarðandi teirra. Sjúklingavegleiðarin er somu­leiðis bindilið millum viðgerðarstøðini í Danmark, Sjúklingahotellið Tórshavn og viðgerðarstøðini í Føroy­ um. Uppgávurnar hjá sjúk­­linga­ vegleiðaranum eru t.d. at: ■ Vitja innlagdar sjúklingar, ið ikki hava samband við Sjúklingahotellið Tórs­ havn. ■ Koma við sjúklingunum til læknasamrøður. ■ Vera við til at loysa trupul­ leikar ella misskiljingar við­víkj­andi viðgerð, røkt ella tæn­astu, ið ikki altíð kunnu loysast saman við starvs­fólk­unum á deild­ ini, har sjúk­lingurin er inn­lagdur ella gongur til viðgerð. ■ Kunna um kanningar og viðgerð. ■ Vegleiða um rættindi, ið ein sjúklingur hevur. ■ Vegleiða sjúklingum um kæru- og endurgjalds­ møgu­leikar. ■ Tulkatænasta. ■ Hjálpa sjúklingum við at fáa meira upplýsingar. ahr@ahr.fo Sjúklingavegleiðarin hevur nú fingið skrivstovu á Ríkissjúkrahúsinum Fríggjakvøld er TUTL kvøld í Glitni Blaðmannafelagið átalar og tekur frástøðu frá, at journalistar – tað veri seg limir felagsins ella onnur fjølmiðlafólk, misnýta sín framíhjárætt í landsins miðl­um. At nýta ella misnýta hend­ an framíhjárætt, sum onnur enn fjølmiðlafólk IKKI hava, til egnan fyrimun ella vinning, er átaluvert og á ongan hátt umboðandi góðan journalistiskan sið ella tey virði, sum Blað­ mannafelagið setur í há­sæti. Blaðmannafelagið vón­ ar ikki, at ítøkiliga mál­ ið við blaðstjóranum á Sosial­inum, hevur gjørt ov stóran skaða á trú­virð­ ið hjá føroyskum journal­ istum. Haraftrat er vónin, at lesarin ikki hevur mist álitið á føroyskan jour­nal­ istik og tann óhefta tíð­ inda­flutn­ing­in, sum flest all­ir før­oyskir jour­nalist­ar stremba eftir. Trúvirði og integritetur eru týdningarmiklastu am­boðini, limir okkara hava í sínum dagliga ar­beiði. Nevndin í Føroya Blaðmannafelag Yvirlýsing frá Blaðmannafelagnum