hósdagur 23. februar 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 39 - 23. februar 2006
7
Hjálandatíðin er
ikki eitt tíðarskeið,
sum tekur størsta
plássið á hillunum
í bókahandlunum í
Norðurlondunum.
Tí fer framsýningin
Rethinking Nordic
Colonialism at
snúgva seg um hetta
evnið, sum í dag
verður fatað ógvuliga
ymist av teimum,
sum ávikavist tóku og
vóru hjálond
FRAMSÝNING
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
– Hjálandatíðin er kanska
ikki tabu í norðurlondum.
Men tað er ikki nakað, vit
tosa um dagliga, og kanska
er myndin í so romantisk.
Tað er í øllum førum ikki
nakað, sum tekur alt plássið
á hillunum í bókahandlun
um.
Tað sigur Hamayun Latif
Butt, fjølmiðlasamskipari á
NIFCA, sum er norðurlendski
stovnurin fyri samtíðarlist.
Tí verður nú farið undir at
skipa fyri eini tvørfakligari
verkætlan, sum bæði er lista
lig og akademisk.
Rethinking
Nordic
Colonialism: A Postcolonial
Exhibition Project in Five
Acts, sum hon kallast, fer
at varpa ljós á evnið og
samstundis vísa á, at sam
band kann vera millum
hjálandaveldi í eldri tíðum
og trupulleikar, sum stóru
norðurlondini hava nú á
døgum við tolsemi, lyndi til
fremmandahatur og national
ismu.
Í skrivi frá NIFCA verður
sagt, at í fleiri øldir hava
evropisku londini tikið ræði
yvir nýggjum fremmandum
londum og brúkt tey, sum
gáaðu tey ikki als um, at fólk
búðu har frammanundan.
Ikki liðugur kapittul
Allastaðni hevur hjálanda
politikkur havt djúpa ávirkan
á upprunasamfeløgini og
hevur havt ógvusligar oyði
leggingar og kúgan við sær.
Tá ið evropiski hjálanda
politikkurin var einamestur
í 1930-árunum, fevndi hann
um 84% av jarðarøkinum á
jørðini. Søgan um norður
lendsku hjálandastevnuna
skal verða fatað í samsvari
við hetta rák, tá ið til bar
við hugsanarháttinum um
yvirræði, at leggja onnur
fólk undir seg og taka meira
ríkidømi úr hjálondum enn
latið varð teimum aftur.
Hóast
norðurlendsku
hjálondini eru - næstan - farin
í søguna, er hjálandavald
ikki ein kapittul, ið er av.
Nú á døgum kann verða
sagt, at økið er í eini eftir-
hjálandastøðu, sum ber týðilig
merki frá hjálandatíðini. Í
hjálondunum fyrr vóru fólk
t.d. ørkymlað um ikki at
verða hoyrd, fatað og vird, og
kenslurnar mótvegis gomlu
hjálandayvirvøldini eru
kloyvdar. Hinvegin og heilt
øvugt er fatanin ímillum
gomlu yvirvøldina sum
nevnt mangan ein romantisk
og lítilsmetandi mynd av
hjálandatíðini, t.d. hugsanin
um, at hjálandatøkan var ein
gáva til ymsu tjóðirnar, tí
teimum varð veitt ríkidømi,
menning og førleiki.
Fyrsta av sínum slagi
Rethinking Nordic Colonial
ism tekur hjálandasøguna
í norðurlondum upp til
nýggja umhugsan fyri at
leita seg ígjøgnum søguna
fram á rótina til nøkur
stigveldi, nakrar ójavnar og
tvørrandi tolsemi, sum skipa
norðurlendsku samfeløgini
nú á døgum. Men listaverk
ætlanin vil eisini lýsa, at eftir-
hjálandastøðan er gróðrar
lendi undir mentanarligum
samanbrestum og skamm
lopum, sum draga nýggja
dygd og nýggj virði við
sær. Dygdir og virði, ið
eingin hevur varnast, men
sum kunnu vera dygdargóðir
øðrvísi møguleikar til tey
virði, ið longu eru.
Verkætlanin er fyrsta
royndin at skriva eina
samlaða
norðurlendska
hjálandasøgu.
Hon
er
tann fyrsta av sínum slagi
í Norðurlondum og er
makaleys í vavi og sniði,
tí hon setur listagreinir
sum mynd- og videolist,
film, performance, tónleik
og atgerðarlist saman við
metingum og politiskum
ástøðum um eftir-hjálanda
tíðina. Hon tekur øll norður
lond við og er grundað á
eina óvanliga samvinnu
millum týðandi lista- og
mentanarstovnar í økinum:
The Living Art Museum og
The Reykjavik Academy í
Íslandi; Grønlands tjóðlista-
og skjalasavn umframt
Grønlands Seminarium í
Nuuk; Listasavn Føroya og
Norðurlandahúsið í Tórs
havn; The Arctic Centre og
Finnish Railways Remise
í Rovaniemi norðarliga í
Finnlandi, verður upplýst í
tíðindaskrivi.
Varpa ljós á
hjálandapolitikk
Luttakaralisti
56 viðurkend listafólk, ástøðingar, politikarar og
grasrótarfólk úr øllum heiminum eru við í verkætlanini,
sum varir frá 24. mars – 25. novembur 2006.
M. Jacqui Alexander (arbeiðir í Kanada), Pia Arke
(Grønland/Danmark), Nadiah Bamadhaj (Malaysia/
Indonesia), Bolette Benedictsen Blaagaard (Danmark/
Háland), Stephanie Black (USA), Randi Broberg í samstarvi
við Tine Bryld (Grønland/Danmark & Danmark), Center for
Land Use Interpretation (USA), Katrine Dirckinck-Holmfeld
(Danmark), Godfried Donkor (Ghana/United Kingdom),
Anida Yoeu Esguerra (Kambodia/USA), Paul Gilroy
(United Kingdom), Tamar Guimarães (Brasilien/Danmark),
Archana Hande (India), Laila Hansen (Grønland), Julie Edel
Hardenberg (Grønland), Marja Helander (Sámi, Finnland),
Imani Henry (Karibia/USA), Richard William Hill (Kree,
Kanada), Geir Tore Holm (Sámi, Noreg), Høgni Hoydal
(Føroyar), Inuk Silis Høegh & Asmund Havsteen-Mikkelsen
(Grønland/Danmark & Danmark), Maryam Jafri (Pakistan/
USA/Danmark), Ívar Jónsson (Ísland), Isaac Julien
(United Kingdom), Jane Jin Kaisen & Tobias Hübinette
(Suðurkorea/Danmark & Suðurkorea/Svøríki), Rauna
Kuokkanen (Sámi, Finnland/Kanada), Moshekwa Langa
(Suðurafrika/Háland), Reina Lewis (United Kingdom),
Mikela Lundahl (Svøríki), Aviâja Egede Lynge (Grønland),
Kobena Mercer (Ghana/United Kingdom), Kent Monkman
(Kree, Kanada), Rannvá Holm Mortensen (Føroyar), New
Meaning (Noreg), Alanis Obomsawin (Abenaki, Kanada),
Steve Ouditt (Trinidad, Vestindia), Pratibha Parmar
(Kenya/United Kingdom), Humphrey Polepole (Tanzania),
Gillo Pontecorvo (Italia), Kaisa Raitio (Finnland), Henriette
Rasmussen (Grønland), Ruangrupa (Indonesia), Vandana
Shiva (India), Katarina Pirak Sikku (Sámi, Svøríki), Paul-
Anders Simma (Sámi, Noreg/Svøríki/Finnland), SLUT
(Svøríki), Makere Stewart-Harawira (Waitaha, New
Zealand/Kanada), Fatimah Tuggar (Nigeria/USA), 200
(Tveyhundrað) (Føroyar), Ósk Vilhjálmsdóttir (Ísland),
VISION – den om lighed (Danmark), VOIMA (Finnland) &
Kara Walker (USA).
FAKTA
Norðurlendsk boðrenning
Rethinking Nordic Colonialism er lagt til rættis sum
ein boðrenning í fimm pørtum, har hvør av teimum
fýra fyrstu pørtunum er settur saman av einum
framsýningarparti, sum er grundaður á eitt serligt evni
saman við listasmiðjum, ráðstevnum, hoyringum ella
tilburðarleiki, sum tikið verður til. Hvør parturin varir
í tríggjar vikur, og tað er ein innbygd fortreyt, at hvør
partur ber boðini víðari, og á tann hátt verða royndirnar
savnaðar so hvørt og niðurstøðurnar, sum verkætlanin
ger, verða bornar víðari. Í fimta parti verða úrslitini av
verkætlanini skjalfest og almannakunngjørd í eini DVD-
fløgu. Ætlanin er, at hetta skal fara fram samstundis í
teimum fýra norðurlendsku høvuðsstøðunum tann 25.
novembur 2006, sum er málstrika í boðrenningini.
Partur 1: Reykjavík, Íslandi, 24. mars – 16. apríl 2006
Partur 2: Nuuk, Grønlandi, 21. apríl – 14. mai 2006
Partur 3: Tórshavn, Føroyum, 12. mai – 4. juni 2006
Partur 4: Rovaniemi, Sápmi/Finnlandi, 16. juni – 9. juli 2006
Partur 5: DVD-útgáva í Helsinki, Keypmannahavn, Oslo &
Stokkhólmi, 25. novembur 2006
FAKTA
Deiggj
í Stóra
Pakkhúsi
Leygarkvøldið
vitjar Deiggj í Vági
Tónleikur
dagfinn@sosialurin.fo”
dagfinn@sosialurin.fo
Stóra Pakkhús í Vági
skipar fyri góðum dansi
leygarkvøldið. Bólkurin
av Tvøroyri, Deiggj, sum
tó mest telur tvøramenn
í Havn, vitjar suðuri í
Vági.
Deiggj er gamal bólkur,
ið hevur fingið endurreisn
fyri nøkrum árum síðnai.
Eftir plátuútgávu fyrst í
áttatiárunum, var kvirt
eina stund. Men seinna
helming av 90’unum kom
lív í aftur og Deiggið fór
aftur at ganga. Síðani
hevur bólkurin verið
virkin aftur og spælir við
jøvnum millumbilum.
Leygarkvøldið sleppa
vágbingar at hoyra veter
anarnar undir hugnaligum
umstøðum í Stóra Pakk
húsi.
Vestmenn
í Kagg
anum
Føroya kendasti kontri
bólkurin gjøgnum tíðirnar
Vestmenn fer aftur á
pall. Vestmenn eiga eina
av Føroya mest seldu
tónleikaútgávum,
og
serliga lagið “Eg siti so
eina” er vorðið fólkaogn.
Leygarkvøldið spæla
Vestmenn í Kagganum.
D a n s i v i n a r l i g i
kontritónleikurin hjá
Vestmonnum er sera
vælumtóktur, og hevur
fylt flestu dansistøð í land
inum gjøgnum árini. Í fjør
var Vetmenn forsangarin
Ólavur
Højgaard
í
Nashville og tók fløguna
“Úr Vestmanna til Nash
ville” upp, henda fløga
vísti at áhugin fyri før
oyskum kontri enn er
stórur, tí hon fekk sera
góða móttøku. Tað er
ivaleyst ikki ósannlíkt, at
okkurt av fløguni verður
at hoyra leygarkvøldið.
nud
Rannvá Mortensen, Høgni Hoydal og Uni Árting og hansara menn úr 200 skulu umboða
Føroyar á Rethinking Nordic Colonialism