hósdagur 23. februar 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 39 - 23. februar 2006
– Ein tónleikari er
ein tónleikari, og
eingin munur er á,
um tónleikarin er
ein maður ella ein
kvinna. At vit so
av tilvild bara eru
kvinnur í bólkinum,
er sjálvandi bara
óført, siga lívligu
og forvitnisligu
kvinnurnar í
djassbólkinum
Sophisticated Ladies
Tónleikur
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Hetta vikuskiftið eru tríggjar
spennandi jazzkonsertir á
skránni við danska bólkinum
Sophisticated Ladies og
føroysku Jazz Trio.
Sophisticated Ladies hava
spælt saman í 19 ár, bæði
sum sjálvstøðugur bólkur
og saman við ørgrynna
av mætum solistum, sum
t.d. Finn Ziegler, Richard
Boone og Jesper Thilo.
Bólkurin hevur øll hesi árini
verið mannaður við Helle
Marstrand (kontrabass),
Benita Haastrup (trummur
og slagljóðføri) og Marie
Louise Schmidt (klaver),
men við á ferðini í Føroyum
er eisini Christina Dahl
(saksofon).
– Vit verða ofta kallaðar
’lastikbólkurin’, tí vit skifta
alla tíð í millum at vera ein
trio, kvartett, kvintett og
sekstett, men í løtuni mynda
vit eina kvartett.
Tónleikurin
fjølbroyttur
Sophisticated
Ladies
smíða øll løgini sjálvar og
fáa íblástur frá nógvum
ymiskum tónleikastílum:
– Vit spæla sjálvandi djass,
men verða sjálvandi eisini
ávirkaðar øðrum tónleiki.
Vit eru allar ymiskar og
lurta eftir ólíkum tónleiki,
og júst hetta endurspeglar
seg í okkara tónleiki.
At byrja við høvdu
Sophisticated Ladies í fleiri
ár ein mannligan sangara í
bólkinum, men tá hann doyði,
vórðu tær noyddar at finna
upp á onnur ráð. Og valdu
tær tískil bara at halda á fram
við at spæla saman í bólki.
So í løtuni spælir bólkurin
eittans ljóðføristónleik, ið
má sigast at vera rættiliga
úrtøkiligur:
– Ja, okkara tónleikur
er avgjørt úrtøkiligur og
ymiskur - okkurt er romant
iskt, okkurt ‘sýrut’ og rátt.
Nøkur løg eru tó skrivað
burtur úr ávísum hendingum
í gerandisdegnum. Men alt
hetta lýsa vit sera væl fyri
áhoyrarunum, tá vit spæla.
Bert kvinnur
Sophisticated Ladies er ein
tónleikabólkur við kvinnum
burturav. Men hetta halda
tær ikki vera ein trupulleiki
– tvørturímóti:
– Tað er so sanniliga eingin
trupulleiki, siga tær allar við
ein munn og flenna. – Vit
hava ovmikið av monnum
kring okkum alla aðrastaðni
í gerandisdegnum. Vit spæla
eisini í øðrum tónleikabólk
um, har menn eru, og tí er
tað einastandandi av og á
bara at spæla saman við
kvinnum. Vit hava eisini
sera nógv til felags. Serliga
tað, at vit allar eru møður
og tónleikarar í einum, er
avgjørt ein fínur ‘cocktail’.
Og tað er við vissu eisini ein
stór avbjóðing at eiga børn og
samstundis at spæla tónleik
á høgum støði. Tilsamans
eiga vit níggju børn og hjá
Benitu er eitt á veg – men vit
hjálpa altíð hvørjari aðrari,
tá á stendur.
Í Føroyum eru tað ikki
so nógvar kvinnur, ið hætta
sær í holt við at stovna ein
tónleikabólk við kvinnum
burturav. – Men hvussu
hava danir tikið ímóti
Sophisticated Ladies?
– Tað veldst um hvar, vit
spæla. Onkustaðni halda tey,
tað er ógvuliga undarligt,
men aðrastaðni tykjast
flest øll at hava vant seg
við tankan, at kvinnur eins
og menn veruliga duga at
spæla tónleik. At byrja við
hugsaðu nógv: “hvat eru
hasar kvinnurnar førar fyri
at spæla?”, men tá flestøll
hoyrdu okkum spæla, góð
tóku tey okkum eins og aðrar
tónleikarar.
Kvinnurættindakonur?
Sophisticated Ladies hava
ongantíð strembað eftir at
gerast ein kvinnubólkur
burturav, men eru heldur á
einum máli um, at tað var
lagnan, ið ráddi fyri, at tær
nú eru saman í bólki:
– Nei, vit kalla okkum
ikki kvinnurættindakonur.
Tað ljóðar ov neiligt, hóast
tað ikki átti at verið so. Tað
snýr seg í roynd og veru bert
um, at trivnaðurin í einum
bólki er góður. Vit hava
kent hvørja aðra rættiliga
leingi, hava allar gingið á
tónlistaskúla saman og vita
júst, hvar vit hava hvørja
aðra. Tað týdningarmesta
er, at tónleikurin kemur í
fyrstu atløgu, so dagliga
hugsa vit ikki um, at vit bara
eru kvinnur í bólkinum. Ein
tónleikari er ein tónleikari,
og eingin munur er á, um
tónleikarin er ein maður
ella ein kvinna. – At vit so
av tilvild bara eru kvinnur í
bólkinum, er sjálvandi bara
óført.
Stuttligt at vera á ferð
Sophisticated Ladies hava
mangan verið á konsertferð
– bæði í Norðanlondum,
Evropa og eisini í Afrika,
og halda tær, tað er sera
áhugavert og stuttligt at vera
burtur á ferð:
– Vit hava ferðast sera
nógv við bólki okkara, og
hevur tað altíð verið sera
stuttligt. Á ferðum nýta
vit í roynd og veru minst
tíð á pallinum, meðan vit
ofta hava eina rúgvu av tíð
til avlops í bussi, flogfari
o.ø. Og tískil er tað frálíkt,
at trivnaður er so góður.
Vit hittast eisini uttan fyri
tónleikalívið: børnini spæla
saman, familjurnar halda
saman – ja, vit nærum hugsa
tað sama, siga tær við einum
brosi.
Gleðast um at
vera í Føroyum
Klaverleikarin Marie Louise
Schmidt var í Føroyum í 2001
og spældi konsert saman við
m.a. Edvardi Nyholm Debess
og brasilianarinum Egberto
Gistionti, men umframt
hetta vita djasskvinnurnar
sera lítið um Føroyar:
– Vit hava einaferð roynt
turt hvalatvøst frá Heðini
Meitel, ið gekk á sama
tónlistaskúla, sum vit. Tað
smakkaði og luktaði ikki so
væl, men hóast hetta eru vit
sera spentar og gleða okkum
at síggja landið í dagsljósi.
Tað, vit hava sæð og hoyrt
higartil, tykist ‘himmalskt’
– serliga náttúran. Og vit
ætla okkum at taka myndir
í hópatali.
Hóskvøldið kl. 19 spæla
Sophisticated Ladies saman
við føroyska bólkinum Jazz
Trio í Atlantis í Klaksvík,
fríggjakvøldið kl. 21 í bý
ráðssalinum í Runavík og
leygardagin kl. 16 í Norður
landahúsinum. Hetta er fimta
FO-DK konsertferðin, sum
Norðurlandahúsið skipar fyri
saman við FUT og donsku
tónleikafeløgunum DJBFA
og Dansk Artistforbund.
Endamálið við FO-DK kon
sertferðunum er at geva
føroyskum og donskum tón
leikabólkum møguleika at
sleppa út at hava konsertir
í londunum hjá hvørjum
øðrum.
Sophisticated Ladies:
Kvinnur burturav
Sophisticated Ladies:
Marie Louise Schmidt: Klaverspælari
Helle Marstrand: Kontrabass
Benita Haastrup: Trummur og slagljóðføri
Christina Dahl: Saksofon
FAKTA