hósdagur 23. februar 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 39 - 23. februar 2006
ES-nevndin mælir
til at lata upp
arbeiðsmarknaðin fyri
borgarunum í nýggju
ES-londunum. Tað
vísir seg nevniliga, at
tey trý londini, sum
í 2004 valdu at lata
arbeiðsmarknaðin
upp fyri nýggju
limalondunum,
hava havt ein størri
búskaparvøkstur enn
tey, sum valdu at hava
verjutiltøk
ES
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tann 1. mai fyri tveimum
árum síðan fekk ES tíggju
nýggj limalond. Flestu ES-
limalondini valdu tá at seta
ávís “verjutiltøk” í verk
móti arbeiðsmegi í teimum
nýggju limalondunum, men
Svøríki, Bretland og Írland
avgjørdu at halda fast um ein
opnan arbeiðsmarknað.
Verjutiltøkini ella und
antøkini, sum londini settu
í gildi mótvegis teimum
nýggju limalondunum, skulu
endurskoðast innan fyrsta mai í
ár, og í hesum sambandi hevur
ES-nevndin gjørt eina kanning
av arbeiðsmarknaðinum.
Henda kanning er nú
almannakunngjørd,
og
niðurstøðan er greið.
Vinnuhúsið hevur hugt at
niðurstøðuni, sum sigur, at
tey trý londini, sum valdu
at halda fast um ein opnan
arbeiðsmarknaði, hava havt
størri búskaparvøkstur og
ein størri vøkstur í arbeiðs
plássum enn hini londini.
– Vøksturin í hesum londum
tekur sjálvandi ikki bara støði í
tí opna arbeiðsmarknaðinum,
men hinvegin hevur tað, at
tey valdu at geva nýggju ES
borgaranum fría atgongd, als
ikki verið nakar báði, skrivar
Vinnuhúsið um kanningina.
– Óttin fyri, at tilflytarar
úr nýggju limalondunum
fóru at føra til arbeiðsloysi,
var ógrundaður. Nógv færri
enn væntað hava leitað sær
til gomlu limalondini.
Kanningin vísir, at í flestu
av teimum 15 gomlu lima
londunum, er minni enn
1% av arbeiðsmegini komin
úr nýggju limalondunum.
Írland er tó eitt undantak;
har eru heili 3,8% av ar
beiðsmegini tilflytarar úr
nýggju miðevropeisku lima
londunum.
– Hetta hevur tó bert ávirkað
írska arbeiðsmarknaðin og
búskapin positivt, tí hesi
fólk taka størv sum vanligi
írin ikki vil hava.
Sum heild vísir kanningin,
at í økjum, har flest fólk
úr nýggju limalondunum
hava funnið størv, eru eisini
fleiri størv skapt til lokalu
arbeiðsmegina.
– Í kanningini verður eisini
víst á einstakar trupulleikar,
og at fakfeløg eitt nú hava
víst á óorganiseraða arbeiðs
megi, men hetta broytir ikki
heildarmyndina, skrivar
Vinnuhúsið.
Kanningin vísir eisini, at
sokallaðu “forðingarnar” hjá
fleiri av gomlu ES-londunum
hava lítlan týdning, tí til ber
at fáa arbeiðsmegi inn, um
tørvur er á tí. Hetta vísa
hagtølini eisini.
Miðlar í ES-londunum
vænta tí, at verjutiltøkini
fara at vera linkað ella slept
í flestu londum.
– Eitt nú hava Spania og
Grikkaland boðað frá, at tey
væntandi fara at taka av allar
forðingar, og fleiri av hinum
londunum siga seg umhugsa
at linka forðingarnar, skrivar
Vinnuhúsið.
Opin arbeiðsmarknaður og størri búskaparvøkstur
– Vit fara at keypa
longu, brosmu,
havtasku, steinbít
og møguliga onnur
fiskasløg á marknað
inum. Fiskurin verður
skildur og pakkaður
til útflutnings, sigur
stjórin í felagnum,
Jóhannes Olsen
Eigaraskifti
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fiskavirkið við Norðskála,
sum Árni Dam og aðrir áttu,
hevur nú skift eigara. Tað er
felagið, Friomar, sum hevur
keypt bygningin, og stjóri í
felagnum er Jóhannes Olsen á
Toftum, sum frammanundan
eigur línuskipini, Eysturoy
ing, Sigmund og Morgun
stjørnuna.
Jóhannes sigur, at norska
felagið, Friomar, sum eigur
peningin í felagnum, eitt nú
fer at keypa longu, brosmu,
havtasku, steinbít og møgu
liga onnur fiskasløg.
– Fiskurin, sum verður
keyptur á marknaðinum í
kapping við aðrar keyparar,
verður skildur og pakkaður
við Norðskála.
Jóhannes sigur, at Friomar
í Noregi er eitt stórt og fram
komið felag, sum tekur
sær av at útvega rávøru til
ymiskar keyparar, bæði í
Noregi og í evropeisku lond
unum annars.
Hann sigur, at kappingar
neytarnir í Føroyum í fyrsta
lagi eru tey virki, sum salta
longu og brosmu og keypa
hini fiskasløgini.
5-7 fólk
Stjórin í Friomar í Føroyum
væntar, at eini 5-7 fólk fáa
arbeiði á fiskavirkinum
við Norðskála, og ætlandi
byrjar virksemið á virkinum
í komandi viku.
– Í fyrstu atløgu verður so
byrjað við at keypa, skilja og
útflyta fiskin heilan.
Jóhannes Olsen heldur,
at tað verður ein fyrimunur
fyri fiskamarknaðin – og
ikki minst fyri skipini og
manningarnar, at ein keypari
kemur aftrat.
– Jú, eg haldi, at hetta
verður eitt spennandi og
mennandi samstarv við norð
menn, sum nú verður sett á
kjøl, sigur stjórin í Friomar
í Føroyum.
Norðmenn hava keypt
fiskavirkið við Norðskála
– Tað verður ein fyrimunur fyri fiskamarknaðin – og ikki minst fyri skipini og manningarnar, at ein keypari kemur aftrat, heldur
Jóhannes Olsen, stjóri í Friomar í Føroyum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Jóha nnes Olsen á
Toftum og Rólant
Poulsen á Eiði hava
stovnað nýggja
agnsølu, PO-Trade
Agnsøla
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Stóri útbjóðarin av agni
til føroysku línuskipini
og útróðrarbátarnar, P/F
Kambur á Strondum, fær
nú eftir øllum at døma ein
rættiligan kappingarneyta.
Jóhannes Olsen á Toftum,
sum eigur trý línuskip og
Rólant Poulsen á Eiði, sum
eisini hevur átt línuskip,
hava stovnað felagið, PO-
Trade, sum stendur fyri
Poulsen og Olsen.
Undirnavnið hjá felag
num er Føroya Agnsøla,
og Jóhannes Olsen sig
ur, at felagið fer at taka
upp
kappingina
sum
útbjóðari av agni til før
oyska línuskipaflotan og
útróðrarflotan.
Alt bendir á, at P/F
Kambur, sum hevur verið
rættiliga einaráðandi á
marknaðinum við góðum
agni og góðari tænastu,
nú noyðist at leggja seg
í seðlan, um felagið ikki
skal missa burtur av sínum
marknaðarparti.
Jóhannes Olsen sigur, at
Føroya Agnsøla longu er
komin í gongd og hevur
selt agn til línuskip og
útróðrarbátar.
– Vit hava fingið rættiliga
góðar afturmeldingar frá
keyparum, og vit eru sera
spentir upp á hesa nýggju
uppgávu, sigur hann.
Línuskipaeigarin sigur,
at fyribils bjóðar Føroya
Agnsøla út høgguslokk og
sauri, sum er ein makrel-
líknandi fiskur.
– Vit fara eisini at bjóða
út makrel, men hetta verður
føroyskur makrelur, og vit
ætla at leggja okkum eftir
teirri støddini av makreli,
sum er væl egnaður til
egningarmaskinurnar hjá
línubátunum.
Jóhannes Poulsen sigur,
at prísurin á høgguslokki
hjá Føroya Agnsølu er 10
kr./kg., og hann heldur,
at tað er einar 2-3 krónur
minni, enn hin útbjóðarin
selir høgguslokkin fyri í
løtuni.
– Ígjøgnum eitt heilt ár
kann ein prísmunur upp á
einar 2-3 kr./kg. hava veld
uga stóran týdning fyri
raksturin hjá teimum, sum
royna við línu.
Jóhannes Olsen sigur, at
høgguslokkurin, sum felagið
selir, er amerikanskur, og
hann er soleiðis frystur,
at keyparin fær lutfalsliga
nógv agn í hvørjum blokki.
Føroya Agnsøla:
Tekur upp
kappingina
við Kamb