hósdagur 23. februar 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 39 - 23. februar 2006
Í álitinum um vinnupolitikk, sum hevur verið
viðgjørt í Løgtinginum, verður føroyska
mvg-lóggávan enn einaferð umrødd.
Niðurstøðan hjá bólkinum, sum hevur arbeitt
við áltinum, er, at øll undantøk í mvg-lóggáv
uni skulu strikast, soleiðis at talan í framtíðini
verður um sama mvg-sats á øllum vørum og
tænastum.
Út frá einum búskaparligum heildarsjónar
miði er kanska eisini rætt, at ein og sami
mvg-satsur verður nýttur. Búskaparliga tesan
staðfestir her, at er talan um virksemi, sum
ikki kann bera seg, um mvg verður álagt,
so eigur hendan at tillaga seg. Ella fara fyri
bakka!
Tað er tó munur á einum búskaparligum
heildarsjónarmiði og einum landspolitiskum
heildarsjónarmiði. Ein munur, sum millum
annað hevur viðført tey undantøk, sum eru í
verandi mvg-lóggávu.
Hjá bløðum og bókaútgevarum eru tað sjálv
andi mvg-frítøkan á hesum virksemi, sum er
ítøkiligi spurningurin. Tað var í síni tíð eitt
at kalla samt løgting, sum tók undir við, at
mvg-satsurin á slíkum virksemi skuldi vera
0. Ein støða, sum tók støði í mentanarliga
virðinum, sum er í hesum virksemi.
Løgtingið vildi tá ikki, at eitt veikt mentanar
ligt øki, sum er so sera týdningarmikið fyri
eitt lítið samfelag – ikki minst málsliga –
skuldi fáa deyðsstoytin. Avleiðingin av eini
javnsettari mvg-lóg yvir allar kambar, vildi
í øllum førum verið, at rentabiliteturin í hesi
vinnu, sum ikki er ov góður frammanundan,
vildi verið fullkomuliga burtur.
Tí er at vóna, at tær tungtvigandi orsøkir,
sum tá lógu til grundar fyri støðutakanini,
framvegis verða havdar í huga, nú løgtingið
viðger føroyskan vinnupolitikk sum heild. At
atlit eisini verða tikin til onnur virði enn tey,
sum standa í búskaparligu lærubókunum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Vinnupolitikkur og útgávur
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Vísandi til tíðindi í útvarp
inum um umsókn um byggi
loyvi frá Eiriki Lindenskov
og eftirfylgjandi málsvið
gerð, verður víst til fylgj
andi:
Á sumri í 2004 sendi Eirik
ur Lindenskov eina umsókn
til Tórshavnar Býráð um
byggiloyvi. Eftir at Eirikur
skilti, at málið var búgvið
til støðutakan og avgreiðslu,
kom tað kortini í óneyðugt
langdrag. Hetta fekk Eirik
Lindenskov at skriva nevnd
arlimunum í byggi- og býar
skipanarnevndini eitt hvass
orðað teldubræv við eini
sera óhepnari orðing, sum
útvarpið hevur drigið fram
sum stórtíðindi.
Í hesum ljósinum dugir
Eirikur Lindenskov at síggja,
at orðini vóru betur ósøgd.
Men tá hann er sannførdur
um, at orðingin ikki hevur
ávirkað avgerðina hjá býráð
num – soleiðis sum formað
urin í byggi- og býarskip
anarnevndini eisini hevur
staðfest, metir hann heldur
ikki, at hon eigur at hava
avleiðingar fyri hann sum
blaðstjóra á Sosialinum.
Eirikur Lindenskov heldur
tað verða neyðugt at undir
strika, at talan var ikki um
eina hóttan, sum var ætlað
at ávirka málsviðgerðina hjá
Tórshavnar Býráð.
Jan Müller, ábyrdarblað
stjóri, hevur tikið frágreiðing
ina til eftirtektar og hevur fult
álit á Eiriki Lindenskov.
Jan Müller,
ábyrgdarstjóri
Eirikur Lindenskov,
blaðstjóri
Í sendingi Kultura mána
kvøldið 20. januar hevði
Kim Simonsen eitt ummæli
av míni bók um Søren
Kierkegaard. Ummælið var
so grunt, at eg kenni meg
noyddan at koma við eini
rættleiðing.
Kim Simonsen segði,
orðarætt citat: “Projektið
hjá Ólavi er at tulka og seta
fram hvat Kierkegaard sigur
í einum av høvuðsverkunum,
nevniliga Enten Eller.”
Hetta er púra burturvið.
Mín bók er ein ferð gjøg
num høvuðsverkini hjá
Kierkegaard, júst tí at teir
ymisku høvuðspersónarnir
ganga aftur í hesum verkum.
Hetta geri eg greitt longu í
innganginum í bókini.
Kim Simonsen segði, orða
rætt citat: “Ólavur vísir ikki
hvussu Victor Danielsen
brúkti Kierkegaard. Søgan
um Victor Danielsen er fyri
tað mesta ein pástandur.”
Tað er ein sannroynd, at
Victor Danielsen er fyrsti
føroyingur, sum ikki bara
gjørdi vart við Kierkegaard,
men enntá brúkti hann í eini
beinleiðis uppgerð her á
landi. Í míni bók vísi eg á, sam
stundis sum eg vísi til keldur
nar, at Victor Danielsen sum
ungur skrivaði ein hóp av
lesarabrøvum, har hann ferð
eftir ferð citerar úr Øjeblikket
hjá Søren Kierkegaard. Kim
Simonsen kann fara út á
Landsbókasavnið og lesa
Tingakross, árgangirnar
1914 – 16, har Victor Daniel
sen citerar brot fyri brot úr
Eygnabragdinum hjá Kierke
gaard.
Kim Simonsen kann
venda aftur til málið, tá ið
hann hevur lisið hasar ár
gangirnar, ti at eg vil helst
kjakast við ein mann, sum
hevur innlit í tí, sum hann
umrøður.
PS. Eg kann eisini upplýsa, at
M. S. Viðstein í dagblaðnum
7. februar 1961 og Petur
Háberg í grein í 14. sept,
22. febr. 1961 báðir nevna
sambandið millum Victor
Danielsen og Kierkegaard.
Kim Simonsen kann lesa
meira um hetta í bókini hjá
Zachariasi Zachariassen,
Bíblian á føroyskum í hálva
øld.
– Kallið ein spaka fyri
ein spaka. Endamálið
við herferðini hjá Post
verkinum er at minka
starvsfólkatalið, sigur
Kári P. Højgaard, løg
tingsmaður og landpost
boð í farloyvi
Loksins er so Postverk Før
oya blivið partafelag. Sjálv
sagt vóna og vænta tey flestu,
at tað skal ganga partafe
lagnum væl, so framburður
og menning verða sjónlig í
virkseminum. Somuleiðis er
vónin, at árliga hóttanin um
hópuppsagnir er ein farin
tíð, so starvsfólkini kenna
tryggleika á arbeiðsplássin
um og av heilum huga kunnu
røkja virksemi sítt við ídni
og áhuga.
Tað kennist tó hugstoytt
at sita framman sjónvarps
skíggjan og líta at seinastu
sjónvarpsherferðini hjá Post
verkinum. Mynd sæst av
einum persóni í pulshosum,
sitandi við apostlunum
hægst, meðan vakurt songlag
boðar frá, at hóast veðrið
ikki er til vildar, so skal
posturin avstað. Eitt postboð
sæst kvikliga koyra post í
postkassar, ið eru hongdir
fram við vegnum.
So langt er alt í lagi, men
tá áheitanin kemur, um at
hjálpa og lætta um hjá post
boðnum við at seta kassan
so nær vegnum sum gjørligt,
so er tað ikki grundað á kær
leika til starvsfólkið ella
nøkur roynd at lætta um
gerandisdagin hjá postboð
unum, sum ein sambært
lýsingina annars kann fáa
kensluna av.
Ongin ivi man valda um,
at tá postkassamentaliteturin
hevur vunnið frama, verður
stoppurið tikið fram og
kannað verður eftir, hvussu
nógv fleiri hús hvørt einstakt
postboð kann klára afturat, tí
dagliga vitjanin inn í húsini
er skorin burtur og postur
kann bert sendast mikudag.
Hetta er ein gongd, sum
ikki slepst undan, upplýsti
formaður Postfelagsins í
Degi og Viku. Ivaleyst er
hetta rætt, men tá ein so
týðandi umlegging fer fram
bert fyri at spara pening, er
tað beinleiðis villleiðandi at
siga, at hetta er fyri at lætta
um hjá postboðunum.
Á líknandi hátt sum í fót
bólti brúkar Postverkið eina
kortskipan, har brúkarar fáa
gul og reyð kort, um post
kassin ikki verður hongdur
eftir ásetingunum. Tá kort
handanin er liðug, man
postboðstovnurin verða
minkaður við áleið 20 pro
sentum.
Vælsignaðir menn, nevnið
ein spaka fyri ein spaka.
Viðmerking frá Sosialinum
Rættleiðing til Kim Simonsen
í Leirum
Ólavur
Rasmussen
Villleiðandi marknaðarføring
Landpostboð
í farloyvi
Kári P.
Højgaard